Lýsing
Lýsing
Lýsing
14. mars skrivaðu vit at løgmaður hevði mist tamarhaldið. Tað gongur skjótt í politikki og løgmaður hevur haft politiskt handalag at stýrt skútini, tó væl hjálptur av eini trilvandi andstøðu og at Magni Laksáfoss ikki tímdi Sambandsflokkin meir.

Samgonguskútan klárar skerini - Greining av politisku støðuni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.04.2018 - 18:21 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Minnilutasamgongan hevur stýrt hampiliga væl gjøgnum vandaskerini. Hon hevur klárað at hildið uppá sínar egnu leysgangarar, samstundis sum hon hevur fingið leysgangaran úr andstøðuni í dialog við seg. Okkurt stórmálið kemur heilt víst ígjøgnum, og okkurt av hinum virkar ikki so fjar, sum tey onkuntíð hava tykist.

Fiskivinnunýskipanin stendur framvegis í hálvum gekki, men hon er heldur ikki fallin. Uppboðssølan og menningarkvoturnar eru samtyktar, og fyrsta uppboðssølan er longu sett á skrá. Eftir eru umleggingarnar frá fiskidøgum til kvotur, eins og veiðigjøldini, og har kann samgongan framvegis ikki seta flugubein, men vónin livir enn. Nú verður so tikið eitt time-out fram til ólavsøku, og síðani verður herjað á aftur.

Pensiónsnýskipanin er nokk tann størsta successin hjá samgonguni. Hóast minnilutasamgonga fekk hon telvað seg til heilar 19 atkvøður ímóti 12 til aðru viðgerð. Hetta er ein sigur, ikki minst fyri Eyðgunn Samuelsen, ið er faddur at nýskipanini. Løgtingsformaðurin gjørdi eina hálvhjartaða roynd at varðveita pensiónsaldurin á 67, men so skjótt tað bleiv hótt við samgongusliti, bakkaði hann. Fakfeløgini eru longu farin at innstilla seg uppá nýskipanina í sínum sáttmálasamráðingum við at minka inngjaldið til eftirløn. So nú er tað helst ongin, sum ikki trýr uppá, at pensiónsnýskipanin verður veruleiki.

Stjórnarskipanin hevur helst verið tann seigasta nýskipanin, og her tykist tað sum um hon ikki er eitt veruligt hjartamál hjá nøkrum. Arbeiðið gongur sera spakuligt, øll andstøðan hevur atkvøtt fyri burturvísing av henni, og flaggdagurin 25. apríl, har fólkaatkvøða skuldi vera um hana, verður í staðin dagurin, har arbeiðið dettur niðurfyri. Uppskotið má tí leggjast fram av nýggjum eftir ólavsøku. Í júst hesi nýskipanini virkar tað ikki, sum um løgmaður og Javnaðarflokkurin leggja nakað serligt í, um hon blívur til nakað. Tí kann tað tykjast løgið, at júst løgmaður fekk hana sum málsøki, men hetta var ivaleyst av taktiskum orsøkum.

Løgmaður hevur annars megnað sera væl at avmontera spreingiløðingar seinasta mánaðin ella tveir. Til málið um játtan til viðgerðarheimið á Eiði og Bláa kross, sum kundi gerast ein bumba, tí samgongulimir vóru við, desarmeraði fíggjarnevndin tað við at justera játtanir. Til málið um Tunlar norður um Fjall fekk løgmaður vent norðoyatingfólkunum í samgonguni ímóti uppskotinum við at lova, at hann fór at taka málið upp sjálvur. Málið um veiðigjøld bleiv sagt at kunna útloysa nýval, bleiv tað ikki samtykt, men onkursvegna hevur samgongan bert fingið tað útsett og fer ivaleyst at mýkja støðuna í summarfrítíðini hjá Løgtinginum.

Somuleiðis er yvirhangandi hóttanin frá Kristini Michelsen um ikki at lata mál koma aftur úr nevnd eisini uppbloytt, og tað at Bjarni Hammer bleiv sendur í farloyvi fyri viðurskifti, hann seinni er reinsaður fyri, og sum eitt politiskt ungmannafelag varð sett í samband við, hevur ikki viðført trupulleikar fyri samgonguna, hóast nakað av spenningi var í, tá hann aftur tók sæti á tingi.

Politiska stevið seinasta árið hevur verið alt annað enn elegant. Men júst sum í einum fótbóltsdysti, so er tað ikki altíð tað eleganta spælið, ið vinnur. Samgongan hevur skotið eitt mál við pensiónsnýskipanini, eitt annað liggur í luftini, og so kann man siga, at tað ikki ger so nógv, um har ikki kemur eitt triðja, bara dysturin verður vunnin.

Andstøðan hevur hinvegin ikki dugað nóg væl at útnyttað momentum. Hon hevur til tíðir havt eina ávísa bilbukt við samgonguni, og veljarakanningarnar hava eisini givið henni meiriluta, men hon hevur ikki spælt síni kort nóg væl. Her verður fyrst og fremst hugsað um at skjóta ein alternativan politikk upp. Veljarin krevur meira av andstøðuni, enn at hon bert er ímóti samgonguni.

Samanumtikið hevur samgongan verið nær við at fokið fleiri ferðir, men løgmaður hevur kortini havt nóg mikið av handalagi til higartil at stýra henni ígjøgnum skerini. Í løtuni sær samgongan út til eisini at klára hesa triðju tingsetuna hjá sær. Gamaní við nøkrum skøvum, men skútan flýtur framvegis, og útlitini hjá samgonguni síggja betri út, enn tey hava gjørt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar