Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hjalmar Zachariassen er 33 ár og útbúgvin KT verkfrøðingur. Hjalmar og unnustan Lusy eiga trý børn.

Føroyaflokkur undir stovnan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.04.2018 - 23:30 Politikkur Tíðindi

Í løtuni fer fram fyrireikingararbeiði at savna inn undirskriftir til ein nýggjan politiskan flokk, ið fyrst og fremst skal varpa ljós á “órættvísu spælireglurnar og raðfestingarnar, sum tey smærru økini uttanfyri miðstaðin fáa”, sum Hjalmar Zachariassen, ein av stigtakarunum, orðar tað á Facebook.

Millum annað skrivar stigtakarin: “Tíðin er farin frá at landið skal sleppa at hava ein óendaligan hungur eftir pengum og pástanda at tey (nøkur fá fólk) duga best at deila hann útaftur. Vit síggja bara hvussu røsk tey eru at drála við lívshættisligum vegastrekkjum, meðan tey íverkseta eitt megaprojekt fyri og annað eftir.”

Hesin nýggi flokkurin undir stovnan heldur, at staðsetingin av almenna sektorinum í dag er órímilig, og millum annað mælir flokkurin til at spjaða almenn arbeiðspláss kring landið og at tøkugjaldið frá alivinnuni eigur at fara til kommunurnar.

Flokkurin vil vera við, at “Sjálvandi ber tað til at dagføra øll tey vandamiklu vegastrekkini í Føroyum, innanfyri fá ár. Politiska skipanin skal bara vilja tað.” Hervið sigur stigtakarin, at tá vit í Føroyum hava vegastrekki, sum eru vandamikil at koyra eftir, men sum bara liggja í órøkt ár eftir ár, so er tað ikki tí at tað er ógjørligt at dagføra tey, men tí at viljin hjá teimum í Løgtinginum og Landsstýrinum til at gera tað hevur verið ov lítil.

Flokkurin skal eftir ætlan eita Føroyaflokkurin, og fer nú undir at savna tær neyðugu 800 undirskriftirnar, sum skulu til.

 

Les meira um ætlaninar her

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…