Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Deyðsfellurnar norður um Fjall

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  01.05.2018 - 17:24 Bloggur Tíðindi

Í sera beinraknari grein í Norðlýsinum vísir Símun Absalonsen á skilaleysu støðuna í Borðoyartunlunum, sum eru ein ábyrgdarleys lívshóttan móti teimum, ið dagliga noyðast at nýta tunlarnar, og ein alstór lygn fyri teimum vitjandi, ið verða boðin at ferðast hendan vegin.

Tað gleddi meg, at Símun Absalonsen fór so ósmæðin til orðanna, sum hann gjørdi, tí tað er alneyðugt! Hóast viðoyingar hava átt løgmann og tingformann, so hava tunlar norður um Fjall kortini ongan góðan átt. Sjálvur havi eg tikið til orðanna nakrar ferðir i Norðlýsinum. Men lítið hevur batt!  Eg fekk at vita at eg var eitt evindaligt grenj, og at eg ikki skuldi gera fólkini eystan Múla ótrygg við mínum ræðumyndum. Men stundum er neyðugt at siga tingini, sum tey eru.

Líka so stort eitt frambrot tunlarnir vóru, tá teir komu, líka so óhóskandi eru teir í dag.  Ferðslan er fleirfaldað, akførini eru vorðin nógv størri, eins og vinnan eystan Múla hevur ment seg munandi og livir í veruleikanum av tunlunum. Ein íløga í sambandið norður um Fjall er soleiðis ein íløga í framtíð Føroya.

Nú kann eg ikki rósa mær av nøkrum kunnleika innan fysikk, kemi ella aerodynamikk. Men mong av okkum hava kortini lisið um eldsbrunar í tunlum í Europa og aðrastaðni í heiminum, og um hvussu ógvusligir, snarir og umfatandi hesir brunar kunnu vera. Eitt løgting, ið svevur trygt, samstundis sum tað útsetur eina loysn av hesum trupulleikunum, hevði eisini, eins og turkarnir á sinni, sovið trygt, meðan jødatýningin fór fram!

Tunlar kunu ikki keypast í leysari vekt. Sjálvt um farið varð til verka í gjár, so kundi loysnin á sambandinum norður um Fjall ikki verðið liðug í morgin – ein snarloysn snýr seg um ár heldur enn um dagar. Men hvat gera vit so ímeðan?

Vit vita av royndum, at fólk eystan Múla hava, ella halda seg hava, størri tørv á bergholum enn, t.d. tey, sum nýta Leirvíksbergholið, tí í samband við neyðugar umvælingar av báðum farleiðunum, trutu mótmælini ikki Norðan Fjall, móti at holini skuldu verða stongd nakrar tímar um náttina, meðan ongi mótmæli hoyrdust í samband við at hitt nógv meiri nýtta Leirviksbergholið skuldu líða somu lagnu og verða stongt ávísar tímar um náttina.  Tí kann ein rokna við, at fólk í Árnafirði og fólk eystan Múla verða torførari at fáast við, í sambandi við fyribilsloysnir, meðan bíðað verður eftir einari endaligari loysn.

Eg búgvi á Fredriksberg, og gangi í kirkju í Hans Egede Kirkju á Eysturbrúgv. Til danskar gudstænastur sunnumorgun tekur farleiðin umleið tjúgu minuttir. Av teimum tjúgu minuttunum noyðist eg mangan at standa stillur í bilinum í umleið tíggju minutir og bíða eftir grønum ljósi – soleiðis eru treytirnar her! Til gudstænastu seinnapart tekur sama leið umleið tríati minuttir, av teimum kunnu fimtan minuttir saktans vera bíðitíð frammanfyri reytt ljós.  Soleiðis eru treytirnar í stórbýnum. Onkrir dagar eru meira hepnir við grønum ljósi enn aðrir dagar, men soleiðis er tað,

Sovorðnum forðingum høvdu norðanfjalsfólk neyvan funnið seg í, tí tey skulu ígjøgnum holið NÚ!, og ikki um fimtan/tjúgu minuttir, tá tey kundu fingið beina leið við 99% størri trygd.  Tey sum vuksu upp við Emmanuel og Másanum og at fara til gongu um fjallið, tey skulu »trods devulin« avstað NÚ, heldur enn, sum vit stórbýarmenniskju, ið at noyðast at bíða eftir reyðum ella grønum ljósi helvtina av tíðini, fyri yvirhøvur at koma fram.

Sjálvandi eru nýggir tvísporaðir tunlar norður um Fjall einasta loysnin! Men ímeðan má tað bera til at at loysa trupulleikarnar við ferðsluljósum, ið loyva ferðsluni ígjøgnum hvønn fimtandanda ella tjúgunda minutt hvønn vegin, um neyðugt við einari rundkoyring millum tunlarnar í Árnafirði.  At proppa ferðsluna inn í »dødens pølse« ber ikki til í longdini, tað er ábyrgdarleyst. Teldutøknin ger, at tað ber til at skipa fyri einvegis ljósreguleraðari ferðslu við millumbilum, og eisini at laga ferðsluna og ljósini eftir tørvi. Bara fantasiloysi forðar fyri einari slíkari loysn!

Um ongin ger nakað, so noyðist eg helst at enda at slatra fyri Ekstra Blaðnum, og siga teimum, at Atlantsflog, SAS, Smyril Line og Visit Føroyar bjóða ferðafólki til Føroyar at royna heimsins potientielt vandamiklastu farleið, ið er millum Ánirnar og Norðdepil.

Landasvik ella ikki, okkurt má gerast!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Durita Poulsen
Cand. Mag & PBA í føðslu og heilsu

Durita Poulsen hevur eina bachelor í heilsu & føðslu og kandidatútbúgving í læring og menningartilgongdir frá Aalborg Universitet. Hon hevur búð í Keypmannahavn síðani 2012.  

Durita hevur stóran áhuga í heilsu og vælveru hugtakinum, og fer at umrøða heilsu út frá einum breiðum perspektivið ella tað vit kenna sum; fysisk-, psykisk- og sosial heilsa.

Tískil verður kostur og rørsla umrøtt, men eisini hin síðan, at vit skulu minnast til at eingin er perfekt, at droppa ’alt ella einki’ mentalitetin og at hugleiga um tankameldur og annað ið kemur við heilsurákinum.

 

Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Alexandra á Dul
Cand. Merc. í HRM & HA í heimspeki

Alexandra á Dul hevur eina HA í heimspeki og eina kandidatútbúgving í HRM frá Copenhagen Business School. Hon hevur búð í Keypmannahavn í 16 ár, og í tíðarskeiðnum 2012–2018 arbeiddi hon sum HR-partnari í eini miðalstórari heilivágsfyritøku. Summarið 2018 fluttu familjan og hon heim til Føroyar, og í dag búgva tey í Klaksvík, og hon starvast í Havn. Hon umsitur HR-pallin NOTION, sum m.a. er ein íblástrarkelda til HR-arbeiði í gerandisdegnum í Føroyum. Alexandra hevur serligan áhuga fyri HR og starvsfólkaviðurskiftum, og henni dámar væl at blogga um ymisk viðurskifti í gerandisdegnum.

Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Sonja Jógvansdóttir á Tjóðveldislistanum
Set ongan eftir
Skótalið Nólsoyar Pálls 75 ár
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu
Núpur góðan túr norð­anfyri
Nógv hýsa og longa á Føroya Banka
Kvikk landar á Kósini í morgun
Ríkisveitingin bjargar 14. september-sam…
Team Klaksvík vann í Kollafirði
Flott Eyðgunn!
Høgni Hoydal og Fiski­mála­ráðið kæra John…
Sum smádrongur raks eg á plenuni í tíð…
Ynskja føroyingar ikki eitt gott heilsu-…
200 ára hátíðarhald á Nesi fyri Hammersh…
Eldrasamkoma í Betesda  
Landstýris­kvinnan í Heilsumálum, skal sv…
Ótrúliga flott í Abu Dhabi
Mjølnir fingu bank
KÍ væl umboðað á A-lands­liðnum
Team Klaksvík í Kollafirði mikukvøldið
Lýsing