Lýsing
Lýsing
Lýsing
Klaksvíkshandilin, Ídni og Faktorshúsini

Søguloysi er mentanarloysi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.05.2018 - 23:55 Leiðarin Mentan

Klaksvíkar kommuna hevur gjørt ein “svipsara”, sigur hon sjálv. Hugburðurin til fornminni er keðiligur og bendir á, at myndugleikarnir ikki reiðiliga fata, hvønn týdning fornminni hava fyri tjóðina. 

Búsetingarnar í Klaksvík teljast millum tær elstu í Føroyum. Onkrar stava frá víkingatíðini. Men tann forna búsetingin var sera lítil í fólkatali, og tí eru leivdirnar eisini sera avmarkaðar. Tvær víkingatoftir eru við Borðoyavík. Onnur víkingatoftin liggur niðri í Toftum, skamt frá bátahylinum á Borðoyavík og hin toftin stendur úti í Grøv, mitt í okkara vakurt plantaða frílendi. Síðani eru fornar leivdir mitt inni í býnum, har Akursmørk ella Syðri Vágsbøur nú liggur. Av tí at tær eru so fáar, er tað eyka neyðugt at varðveita tær. Samstundis er inntrivið, sum skal til fyri at varðveita tær, ikki so stórt, tí tær fevna ikki um stór øki og taka tí ikki nógv pláss frá býnum annars.

Tað er púra upplagt, at vit skulu gera nakrar íløgur í hesi fjaldu mentanarminnini – primært í mun til tjóðarbygging og okkara samleika og sekundært í mun til ferðavinnuna. Kommunan eigur at byggja eitt víkinga-vitjanarstað, eins og gjørt er nógva staðni uttanlands, í tilknýti til mentanarminnini.

Seinastu árini hava vit fingið fleiri rættuliga ítøkilig prógv fyri, at Norðoyggjar eru áhugaverdar í ferðavinnuhøpi. Felags fyri flest øll ferðafólk nú á døgum er, at tey leita sær eftir upplivingum og fegin gjalda fyri hesar.

Avbjóðingin hjá okkum er at gera kommununa enn meira spennandi hjá ferðafólki. Tað skal gerast á ein slíkan hátt, at hetta bæði verður til gagns fyri fólkið á staðnum og fyri lokalu ferðavinnuna.

Longu nú, eru sólskinssøgurnar mangar. Kópakonan í Mikladali hevur gjørt Kalsoynna somikið áhugaverda, at Strandferðslan og Bygdaleiðir illa klára at fylgja við. Lokalar eldsálir endurbyggja garðin hjá Nólsoyar Pálli, sum verður ein sonn perla fyri allar Norðoyggjar. Og virksemið í Klaksvíkshandlinum er eisini eitt gott kjølfesti fyri bæði ferðafólk og lokala mentanarlívið. Men veruleikin er tann, at vit kunnu menna lokalu ferðavinnuna nógv meira, um vit gera brúk av teim fjaldu dýrgripunum hjá okkum.

Úti nær við upprunaligu Klaksvíkina, í Krotugrøvini, liggur smiðjubygningurin Ídni. Her eru eisini ætlanir um at ríva hann niður. Bygningurin er frá farnu øld, og tí ikki eitt fornminni sum so, men tað vekir kortini kenslur hjá eldri klaksvíkingum, sum eru vaksnir upp við bygninginum.

Vit skulu ikki varðveita bara fyri at varðveita, og stendur ein gamal bygningur til fortreð, til dømis um hann er vandamikil, so ger tað onki, um hann má víkja. Hetta er sjálvandi ikki galdandi fyri tey elstu fornminnini, sum eiga at verða varðveitt fyri ein og hvønn prís. Men vit skulu heldur ikki ríva niður bara fyri at ríva niður.

Gamla Spinnaríið verður fingið aftur til heiður og æru, og hetta er ein gongd, vit eiga at halda fast í. Fleiri bygningar áttu at verið settir í stand. Men í staðin síggja vit, at teir sleppa at fara spakuliga í forfall, og tá teir ikki verða viðlíkahildnir ár eftir ár, so gerast teir ljótir og at enda vandamiklir. Ídni er í dag ikki nøkur vøkur sjón, men at javna bygningin við jørðina er ikki neyðugt. Hann kann setast í stand, og í tráð við tankan aftanfyri Spinnaríið aftur fáa eina funktión í býarsamfelagnum.

Atlantis er eitt annað gott dømi um ein bygning, ið var við at forfalla, men sum góðar kreftir settu í stand, og sum nú hevur uppaftur meira virksemi, enn har var í “The glory days”. Uppá hina síðuna mistu vit, tá Kioskin hjá Hans varð tikin niður, eitt petti av Klaksvíkar søgu. Og ein kundi hildið áfram. 

Alt hetta botnar helst í, at ongin yvirskipað ætlan fyri hvørki bygningar ella fornminni í Klaksvíkar Kommunu fyriliggur, hóast tilmælir eru fingin til vega. Tí ræður tilvildin. Og at landsmyndugleikarnir heldur ikki tykjast vera sína uppgávu vaksnir, ger bara støðuna uppaftur verri. Tað er ikki nokk bara at staðfesta, at vit hava eitt fornminni at gera, og síðani bara lata tað liggja í órøkt. Bæði land og kommunur eiga at vísa Føroya fornminnum ta virðing, tey hava uppiborið.

Annars enda vit sum ein søguleys tjóð.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda