Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein túrur aftur í 1980’ini

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  02.05.2018 - 16:43 Bloggur Mentan Tíðindi

Nú Aqua kemur á Summarfestivalin at syngja Back to the Eighties, er kanska uppá sítt pláss at hyggja aftur á 80’ini. Tey vóru nevniliga góð.

Í 1980’unum høvdu vit bara eina sjónvarpskanal, og tað var SvF. Tí hugdu vit at øllum, sum bleiv sent í har, og tað er ikki for nógv sagt, at tað var betri av tí sama. Vit minnast enn Fjørutrøllið, sum traumatiseraði okkum, eins og dólgarnar Berint, Bjarka (hann æt onkuntíð Bjarti) og Bjørn. Teir vóru næstan líka so góðir sum Knight Rider, ið varð sent í SvF hvønn leygardag kl. 15. Aftaná møttust børn uttanfyri og royndu at spæla antin ein dólgur ella David Hasselhoff. Tá í tíðini spældi man nevniliga uttandura.

Vit vóru sera framkomin tøknifrøðiliga, men móta tosa vit minni um. Latum okkum nøjast við at nevna yvirskegg og nógv hár, ikki bert á høvdinum. Tá tað kom til tøkni, var okkara hægsta jólagávuynski ein walkman. Ein sovorðin sum tók kassettubond, og teir mest avanceraðu kundu avspæla báðar síður uttan at muga venda bandinum. Ein telda tá vigaði tað sama sum ein scootari ger nú, og kundi spæla Snake, Digger, Pacman og Space Invaders. Fyri at flyta tey millum teldur brúktu vit 360 og seinni 720 kilobyte diskettir.

Triðja hvønn mánað loystu øll tey vaksnu út, og vit børn fingu tveir tundurkassar frá hvørjum húsarhaldi. Tundur flýtur væl, og við at proppa tað inn í plattar, sum blivu stjolnir ymsastaðni frá (um onkur politistur lesur hetta her, so er málið altso fyrnað nú), so fingust framúr góðir flakar. Onki æt redningsvestur tá, so tá onkur uppøst mamma kom og kravdi at vit skuldu hava línu á, so fóru vit heldur í land.

Døgurðatímin var veruliga ein tími tá, faktiskt 75 minuttir. Heitur matur á miðdegi! Fiskafrikadellur ella grind var tað mest vanliga kl. 12. Tað var ikki fyrrenn ov nógv fólk høvdu verið niðri og lisið í Danmark og sæð at har ótu tey døgurða um kvøldið, og síðani komu aftur og vildu vera líka, at tað í 1994 bleiv broytt til 20 minuttir til at gloypa tvær breyðflísar við livurpostei og rødbedum á. Stórt afturstig.

Vit fingu at vita, at spik var gott fyri eyguni, og ótu tí grind fleiri ferðir um mánaðin. Heilsumyndugleikarnir vóru júst sum nú – við 20 ella 30-ára millumbilum snara teir 180 stig og meina tað øvugta, og grind verður nú aftur søgd at vera sunn. Skerpikjøt, ræstur fiskur o.a. varð etið uttan nakran form fyri heilsufrøðiligari góðkenning, og tað sama við sýrum beinleiðis úr bønum.

Í Klaksvík var biografur fram til umleið 1984, so læt hann aftur, ivaleyst vegna insisterandi ryktini um, at Várharra ikki sær við mildum eygum uppá kykmyndahalllir. Júst ørindið úr Móselóg ella evangeliunum um biografar funnu vit tó aldrin. Eiheldur sluppu vit klaksvíksbørn at síggja sjónleikin Liva Tikarar í Congo, tí í honum hevði onkur fingið AIDS, sum var Guðs heilt stóra revsing fyri homoseksuellan levnað í 80’unum. At hyggja í sjónvarp og video varð kortini ikki mett sum synd, so vit leigaðu Freddie Kruger og Poltergeist í Plátubarrini, tí har spurdu tey ikki um aldursmark. Tað gjørdu tey forrestin heldur ikki, tá vit sum 10-ára gomul skuldu keypa fýrverkarí, sum tá eisini fekst í hondkeypi.

Í skúlagarðinum antin trolaðu ella trokaðu vit. Tað fyrra ráddi um at fanga mótsatta kynið og tað seinna um at hava spískar albogar, so bæði vóru fyrireikingar uppá lívið seinni. Bon Jovi hevði júst tá givið You Give Love a Bad Name út, so “Shot through the Heart!” bleiv rópt umleið hvørt fríkorter. Hetta var sama ár, sum Maradona skeyt Hand of God-málið, og tá í tíðini var so sum so við replay. So tey sum vóru á WC, tá hann skoraði, angraðu seg grøn í fleiri vikur aftaná og royndu at fáa fatur á eini VHS-upptøku av tí.

Winston Churchill røkti uttanlandssiglingina tá í kapping við gomlu Norrönu. Fekk man fatur í sodavatnsblikkum frá eini tílíkari uttanlandsferð, so var eydnan gjørd, tí so fekk man gjørt øll hini børnini í skúlanum øvundsjúk. Tey máttu nøjast við 3-kantað Sunkist, men tey vóru nú eisini heilt okey.

Sum undirhald høvdu vit ikki Frozen og Minions. Vit høvdu Tom & Jerry, sum var fullkomiliga uttan dialog og nógv betri. Teknifilmar eru nevniliga nakað, sum er versnað ógvusliga síðani 1980’ini. Hartil høvdu vit fólk við hondunum uppi í Kermit, Miss Piggy og Gonzo, nakað sum ivaleyst inspireraði okkara egnu Gyðju og Grana, ið vóru ávikavist ein kanin og eitt ross, sum høvdu djúpar samrøður við Zacharias Hammer í Barnaløtuni í 80’unum. Ongin av hesum megnaði tó at hamla upp við elskuligu rúmdarveruna Alf.

Vit vóru eisini lukkuliga óvitandi um, at politikararnir tá í tíðini stýrdu okkum lúkst út av avgrundini, og okkara stjørnur Bill Cosby, Michael Jackson og O. J. Simpson vóru framvegis hampamenn tá. Tað sum vit ræddust mest var atomkríggj, og so at teir nýsmeltaðu reaktorarnir í Tjernobyl fóru at geva okkara avkomum tríggjar armar í part eins og grønar afro-frisurur. Men sum heild komu vit rímiliga snikkaleys undan. 

Við byrjanina av 1980’unum var ÍF føroyameistari í fótbólti, og við endan var tað B71. So tit kunnu ætla, at mangir hektolitrar av vatni er runnir í ánna síðani tá.

Lýsing
Bloggarin
Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað