Lýsing
Lýsing
Aleksandra á Dul, stjóri á www.notion.fo

Er motivatiónsknøtturin tendraður ella sløktur?

SKRIVAÐ: Alexandra á Dul  |  03.05.2018 - 18:42 Bloggur Tíðindi Vinna

”Eg vakni av einum buldri og hoyri, at tað sídsta spælið er farið í gongd. Hetta spælið er eisini tað, ið er tættast við gluggan. Eg gerist spentur og vóni at hoyra knakið, sum sigur mær, at trolið er fult. Yes, har var tað! Eg leypi upp, latið meg í búnan og fari oman á dekkið til hinar...”

“Eg eri júst komin heim aftan á ein langan arbeiðsdag. Vit hava havt fund um eina skipan, ið deildin hjá mær skal seta í verk í fyritøkuni. Hetta er ein fundur, sum eg vanliga ikki tími at vera við til, men í dag var øðrvísi. Eg var biðin um at standa fyri samskiftinum millum okkum og bókhaldið og tryggja, at dáturnar koma rætt inn í skipanina. Yes, endiliga ein nýggj uppgáva til mín, og nú sleppi eg eisini at práta við mínar starvsfelagar hinumegin veggin...”

 

Motivatión sum grundarsteinur í fyritøkuni

Motivatión er ein umráðandi viðspælari, tá ið ræður um at varðveita starvsfólkið og framleiðsluna í fyritøkuni. Og av tí orsøk skulu leiðarar og HR-starvsfólk altíð lívga um hana og tryggja sær, at motivatiónin ikki verður skalað, tá ið teir t.d. seta í verk nýggj tiltøk á fyritøkuni ella fremja bygnaðarbroytingar, sum hava ávirkan á tey einstøku starvsfólkini.

 

Hvat er tín grundarsteinur fyri motivatón?  

Tá ið eg las á CBS i Keypmannahavn, segði ein heimspekingur mær, at flest fólk hava 2-3 motivatiónsgrundarsteinar, sum tey hámeta. Hesir grundarsteinar skulu vera virknir í gerandisdegnum á arbeiðsplássinum. Eru teir ikki tað, hava vit ringt við at hugsavna okkum um tað, ið liggur fyri framman. Tað ber eisini til at siga, at hesir grundarsteinarnir skulu verða til staðar, vil ein fyritøka, at starvsfólkini áhaldandi skulu gera gott avrik. Hesi orðini havi eg tikið til mín og grundi eisini javnan á tey. Serliga tá eg kavi inn í  eina nýggja verkætlan ella skal seta eitt nýtt átak í verk, har eg skal samskifta og arbeiða saman við øðrum. Eg eri heldur ikki bangin fyri at spyrja mínar starvsfelagar, hvat motiverar tey, tá ið vit fáa eina verkætlan ella eina uppgávu tillutaða, sum vit skulu gera saman.

 

Motivatión sum amboð

Ert tú leiðari og vilt varðveita og tryggja motivatiónina hjá tínum starvsfólki, skalt tú kenna teirra grundsteinar.

Vit vita, at løn, arbeiðstrygd o.s.fr. eru týðandi grundarsteinar, tá ið umræður okkara tilverugrundarlag. Tá ið umræður okkara gerandisdag á arbeiðsplássinum, og hvat krevst fyri, at vit trívast væl á tí, eru tað nakrir aðrir grundarsteinar, ið hava eina jaligan ávirkan á okkara arbeiði, og sum gera munin.

Eg havi savnað nakrar grundsteinar, sum eg hámeti og upplivi, at mínir starvsfelagar eisini hámeta í sínum gerandisdegi á arbeiðsplássinum. Teir eru:

 

  • Ávirkan á mínar arbeiðsuppgávur ella ávísan leiklut í verkætlan
  • Góð og ítøkilig mál
  • Arbeiðið hevur týdning fyri meg (fyri mína yrkisleið og menning)
  • Javnvág millum krøv og tilfeingi (tilfeingi: faklig  amboð og arbeiðsamboð)
  • Sparring; tørvur á sparring við leiðaran/starvsfelagar dagliga/av og á
  • Samstarv millum starvsfelagar og leiðaran
  • Sjálvræði
  • Tíð til at hugsavna meg í arbeiðinum
  • Tíð til at skilja uppgávuna rætt
  • Rúm til sjónliggering og at síggja mál í røttum høpi
  • Trongd til at koma skjótt í gongd
  • Yvirskipaðar leiðbeiningar
  • Nágreiniligar leiðbeiningar
  • O.s.fr.


Hvat krevst fyri at motivera teg á arbeiðsplássinum? Eru tit fleiri um eina uppgávu ella eina verkætlan, kann eg viðmæla tykkum til at finna og kenna grundsteinarnar hjá hvør øðrum, so tit saman kunnu motivera og halda áhuganum uppi í bólkinum.

Lýsing
Bloggarin
Alexandra á Dul
Cand. Merc. í HRM & HA í heimspeki

Alexandra á Dul hevur eina HA í heimspeki og eina kandidatútbúgving í HRM frá Copenhagen Business School. Hon hevur búð í Keypmannahavn í 16 ár, og í tíðarskeiðnum 2012–2018 arbeiddi hon sum HR-partnari í eini miðalstórari heilivágsfyritøku. Summarið 2018 fluttu familjan og hon heim til Føroyar, og í dag búgva tey í Klaksvík, og hon starvast í Havn. Hon umsitur HR-pallin NOTION, sum m.a. er ein íblástrarkelda til HR-arbeiði í gerandisdegnum í Føroyum. Alexandra hevur serligan áhuga fyri HR og starvsfólkaviðurskiftum, og henni dámar væl at blogga um ymisk viðurskifti í gerandisdegnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…