Lýsing
Lýsing
Frá verkfalli í 1987. Tey í verkfalli royna at steðga bilum eftir oyggjarvegnum. | Mynd: kvf.fo

Verkføll eru ein samfelagsrættur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.05.2018 - 22:25 Leiðarin Vinna

Í vetur hava verið nøkur verkføll, og í skrivandi stund liggur í minsta lagi eitt verkfall afturat í luftini, kanska fleiri. Hvørja ferð er annar sáttmálaparturin úti og sigur, at tað ber ikki til, at starvsbólkar bara fara í verkfall, og vilja hava so mong undantøk, at verkfallið í grundini missir alla meining.

Fyrr høvdu vit nógv fleiri tænastumannasetanir. Í dag eru tað stórt sæð bara politistar, tilbúgvingin, tollarar og nøkur fá starvsøki afturat, ið framhaldandi verða tænastumannasett. Tey flestu verða sáttmálasett, og tað merkir í veruleikanum, at tá sáttmálarnir ganga út, so eru ongar bindingar partarnar ímillum longur. So í grundini kundu tey starvssettu bara latið vera við at møtt upp, so skjótt sáttmálin fór úr gildi, eins og arbeiðsgevarin kann lata vera við at rinda løn.

Er nakar so óunnveriligur, at hann ella hon ikki kann fara í verkfall, so er neyðugt at tænastumannaseta viðkomandi. Við tænastumannasetan fær viðkomandi typiskt langa uppsagnartíð við løn, men afturfyri kann viðkomandi ikki streyka. Velur setanarmyndugleikin at sáttmálaseta, ja, so hevur hann í grundini bara rætt til starvsfólkini, so leingi sáttmálin er í gildi.

Tí er tað eitt sindur burturvið av Heilsutrygd at krevja, at kommunulæknarnir skulu veita so nógv undantøk, at verkfallið onga meining gevur longur. Sjálvandi ynskir Heilsutrygd tað, og kann royna at biðja um tað, men sjálvandi fær Heilsutrygd noktandi svar uppá tað.

At kommunulæknarnir arbeiða við loyniligum tilbúgvingarætlanum, sum bara eru galdandi í 24 tímar í senn, kann eisini tykjast margháttligt. Ikki tí tað er keðiligt fyri Heilsutrygd, men tí at tað er trupult fyri borgaran, brúkaran, at fyrihalda seg til. Og um kommunulæknarnir krevja at fáa løn fyri at vera til arbeiðis undir verkfallinum, so mugu teir eisini liva við, at arbeiðsgevarin setir krøv afturfyri lønina.

Vit hava flutt okkum rættiliga langt tann siviliseraða vegin síðani tey lemjandi verkføllini síðst í farnu øld og fyrst í hesari. Tá valdaði í grundini lógloysi í Føroyum, har útróðrarbátar uttan nakra góðkenning til ferðafólkaflutning fyri svartar pengar, eins og fakfelagslimir í verkfalli steðgaðu bilum í hópatali í eitt nú Kollfjarðardali og kravdu at fáa atgongd til viðførisrúmini hjá fólki.

Hinvegin skulu arbeiðstakarar heldur ikki gerast undirbrotligir og finna seg í at fáa tenninar trektar úr sær, tá sáttmálasamráðingar miseydnast. Arbeiðsgevarin vil sjálvandi helst hava, at verkfallið merkist minst møguligt, men har má havast í huga, at teir eru mótpartar og ikki viðspælarar hjá arbeiðstakarunum. Arbeiðstakararnir eru ikki órímiligir, um teir ikki góðtaka tað, sum arbeiðsgevarin sigur, tá ongin sáttmáli er. Og arbeiðsgevarin er heldur ikki forpliktaður til at rinda arbeiðstakarunum nakað, tá ongin sáttmáli er.

At vit seinasta hálva árið hava sæð, at bæði brúkarar, arbeiðsgevarar og ikki minst politikarar vilja hava, at arbeiðstakararnir verða verandi til arbeiðis, hóast teir ongan sáttmála hava, er ein greið ábending um, at vit ikki áttu at farið frá tænastumannasetanum. Tolir brúkarin ella arbeiðsgevarin ikki, at eitt fólk ikki er til arbeiðis, eigur hetta fólkið at vera tænastumannasett.

Tí so leingi fólk eru sáttmálasett, og sáttmálin ikki er í gildi, er verkfall teirra rættur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…