Lýsing
Lýsing
Mynd: kvf.fo

Avgjøld, avgjøld og avgjøld

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.05.2018 - 07:00 Leiðarin Politikkur Vinna

Fyrr var skatturin høvuðsinntøkan hjá Landskassanum. Nú hava avgjøldini yvirhálað skattainntøkurnar. Og meðan Landskassin bara víðkar og víðkar um sítt inntøkugrundarlag, stendur inntøkugrundarlagið hjá kommununum í stað, hóast tær hava vaksandi útreiðslur. Tær hava nevniliga ikki loyvi at útskriva skattir og avgjøld, sum Løgtingið kann.

Um ein hugsar um tað, so eru tað ikki hissini avgjøld, bæði borgarar og vinna í Føroyum skulu gjalda. Fyrst rindar borgarin landsskatt, kommunuskatt og tey flestu eisini kirkjuskatt. Síðani koma kravd gjøld, sonevndir “indirekta skattir”, so sum: inngjald til arbeiðsloysisskipanina, inngjald til barsilsskipanina, kringvarpsgjald, fast gjald til Heilsutrygd og inntøkuregulerað gjald til Heilsutrygd. Hevur tú bil, skalt tú gjalda vegskatt (ið er vektgjald og fyri sýn) og minimum kravda ábyrgdartrygging. Harumframt koma punktgjald og oljuavgjald á brennievni.

Størsta inntøkukeldan hjá landskassanum er tó meirvirðisgjald, ið er eitt avgjald á forbrúk. Tað kom undir kreppuni í 1990’unum, og so skuldi bara vera eitt kreppuátak, men bleiv bara verandi. Landskassin hevði vant seg við inntøkuna. Júst tað sama bleiv sagt um bummgjald til undirsjóvartunlarnar. Tað skuldi bara vera, inntil lánsgjøldini til tunlarnar vórðu útgoldin. Tað er nú forlongt til øll annleggsíløgan er goldin aftur, og so fáa vit at síggja, um tey endiliga fella burtur tá, ella um tey vera verðandi.

Landskassin hevur heldur ikki tíð at bíða við at fáa pengar inntil vit gerast gomul, og tískil skulu vit rinda skatt av okkara pensiónum, longu tá vit gjalda tær inn.

Flyta vit okkum so til vinnulívið, so trýtur heldur ikki við gjøldum har. Øll partafeløg skulu gjalda partafelagsskatt, og umframt tað skal fiskivinnan gjalda tilfeingisgjald (kilogjald), seinni helst veiðigjald og/ella við kassa eitt til almenna uppboðssølu. Alivinnan skal gjalda eitt tøkugjald, sum nú er vorðið eitt rættiliga stórt íkast til Landskassan. Søgan aftanfyri er, at mett verður, at alivinnan fær ein “yvirnormalan vinning”, og tí krevur landið 4,5% av hvørjum kilo av laksi, sum verður seldur í Føroyum.

Er tað veruliga neyðugt, at tað er Landskassin, sum krevur alt hetta inn? Hevði tað ikki verið meira rímiligt, um kommunukassarnir í minsta lagi fingu ein væl størri part av hesum, enn teir fáa? Gamaní fáa teir 30% av partafelagsskattinum, umframt umleið 20% í kommunuskatti, men tá tað kemur til alivinnu, so eru tað altso kommunurnar, sum hava tær størstu útreiðslurnar av, at alivinnan er har. Kommunurnar syrgja fyri vatnveiting, kommunalari vegagerð til og frá aliøkinum, eins og tær standa fyri renovatión og elveiting. Landsstýrið hevur ikki nevnivert av útreiðslum av, at vit hava alivinnu, so spurningurin er um tað er rætt, at Landskassin – sum frammanundan fær tað mesta burturúr omanfyristandandi avgjøldum – eisini skal fara avstað við tøkugjaldinum.

Samanumtikið gjalda vit føroyingar helst ivaleyst inn til tað felags húsarhaldið. Men tað at tað verður skeivt fordeilt ger, at økir framhaldandi vera afturúrsigld og hava ein tørv, sum ikki verður uppfyltur, hóast bæði borgarar og vinna sanniliga rinda sín part.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin