Lýsing
Lýsing
Lýsing

Og so leggja vit okkum flatar

SKRIVAÐ: Jákup Petersen  |  09.05.2018 - 08:33 Lesarabrøv Politikkur

Í einum tíðindaskrivi  frá Klaksvíkar Kommunu dagsett 30.04.2018 verður sagt frá, at  býráðið á býráðsfundi tann 17.04.2018 einmælt samtykti at m. a. beina burtur elstu búsetingarnar í Klaksvík (Yviri á Grundum).

Fólk vóru sett at grava og gróvu tey hugaliga til borgarar vendu sær til kommununa fyri at gerða vart við, at økið ífylgi Tjóðsavnið er friðað.

Starvsfólk í kommununi boðaðu frá, at teimum vitandi var onki friðað har.

Fyrrverandi stavnsleiðari á Norðoya Fornminnisavni Jógvan Ravnsfjall hevur greitt frá, at hann handaði býráðnum ein lista yvir fornminni í 1987 har økið “yviri á Grundum” er nevnt sum fornminni. Býráðið setti eina nevnd við Jógvani sum formanni at ajourføra listan í 2012 og hesin listin hevur frámerki “Yviri á Grundum” við nummari sum vil siga, at økið er lýst friðað av Tjóðsavninum. Aftur í 2014 verður listi latin til Klaksvíkar Kommunu við somu áseting.

So í verunleikanum hevur Kommunan fingið listar síðani 1987 har tað verður nevnt og markerað, at Føroya Fornminnisavn (núverandi Tjóðsavnið) hevur friðað“Yviri undir Grundum”. Harafturat er tað at finna á heimasíðuni hjá Tjóðsavninum. Annars er lætt at fáa upplysingar frá Tjóðsavninum. Tey hava heimasíðu, telefon og e-mail.

Reaktiónin hjá Klaksvíkar Kommunu verður so, at teir leggja seg flatar.

Um Tjóðsavnið hevðið verið spurt so høvdu teir havt møguleika at skanna økið og standa fyri útgrevstrinum og varveita búsetingina. Nú siga tey, at búsetingarnar liggur sum ein grótrúgva við niðankoyringina til brunnarnar í Ánunum.

Og hvat verður so eftirspælið í hesum sambandi?

Tað liggur í tveimum pørtum. Tað eina er ein politisk avleiðing og hin eitt politimál.

Friðað øki eru vard av:

Løgtingslóg um “Friðan av fornminnum og bygningum” frá 1972 við eftirfylgjandi broytingum.

Í paragraf 11 í hesi lóg stendur, at “Tann sum verður funnin sekur í broti móti reglunum í hesi lóg, verður at døma í bót. Sakarmál fer fram sum alment politimál”.

Tá tað kemur til politisku avleiðingina so er tad greitt, at tey sum hava lagt upp til og viðtikið hesa skemdargerð hava víst munandi ósketni, ókunnleika og manglandi førleika og sostatt mugu lata álitisstarvið frá sær.

Tann rættsligi parturin er sum lógin ásetur eitt politimál.

At leggja seg flatar er mær kunnugt ikki at finna í lógsavninum. Men verður tað góðkent kann tað vera gott at hava hjá Palleba tá hann verður tikin fyri at koya ov skjótt, tosa í telefon meðan hann koyrir, parkera skeivt, ólólig dekk o.s.fr. og ikki at tala um hann byggir síni hús omaná fornar búsetingar.

 

 

Klaksvík 9. Maj 2018

Vinarlig – Jákup Petersen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…