Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

A horse, a horse, my kingdom for a horse!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  09.05.2018 - 19:15 Bloggur Tíðindi

Tá ið á stóð hjá Richard triðja, kongi, tí hestur hansara hevði givið skarvin yvir, skal hann sambært Shakespare hava rópt tey gitnu orðini “Ein hest, ein hest, eg lati kongaríki mítt afturfyri ein hest!”

Í neyðini hevur mangur lovað burtur olmussu – og ongin sigur tey ring fyri tað, at tey kanska taka rívan til orðanna, tá ið á stendur. Tað man hava leikað hart á hjá Richardi III, kongi, tá hann var til reiðar at lata eingilsku krúnuna frá sær afturfyri ein gonguføran hest.

Alt hetta fór fram langt áðrenn fólkaræðið varð sett á stovn um okkara leiðir. Her hjá okkum eru tey ráðandi neyvan til reiðar at ofra landið fyri ein hest. Men alt ov mong av teimum eru harafturímóti til reiðar at ofra sítt trúvirði fyri nakrar atkvøður. Og orðini hjá Richardi III kundu tí á politiska leikpallinum í dag eisini ljóðað soleiðis: »Atkvøður, atkvøður, mítt trúvirði afturfyri eina atkvøðu!«

Føroyskir politikarar eru einki eindømi í so máta. Í Danmark hevur Dansk Folkeparti gjørt tað til sítt flokseyðkenni at vevja øll mál saman í ein ellubita fyri at fáa sín vilja. Rossahandlanir hava verið nærum endaleysir gjøgnum søguna,  og DF eru ikki tey einastu, ið hava ofrað ein motorveg afturfyri herðingar á útlendingaøkinum.

Politiskir rossahandlar eru heldur ikki eitt nútíðarfyribrigdi. Teir eru líka so gamlir, sum politikkur og vald hava funnist. Teir tykjast at vera eitt alment hjáárin í politikki og valdi. Kanska eru tað bara teir frælsu fjølmiðlarnir, ið eru orsøkin til, at vit hoyra meira um teir í dag enn áður? Men kortini eru nakrir av stútahandlunum ósmakligir, fyri ikki at siga ómoralskir og lúsutir.

Áðrenn floksbýtið í 1906 var tað vist soleiðis í Føroyum, at valevni stillaðu upp sum privatpersónar, og vórðu valdir sum  so. Síðani floksbýtið hava valevnið stillað upp fyri ein flokk og eina floksskrá, og skuldu vónandi verið vald eftir floksskránni.

Men soleiðis er tað neyvan kortini.  Tá fólk lata seg stilla upp, og tá fólk fara á val, eru tað helst bara tey fægstu, sum veruliga hugsa um floksskrá og floksdisciplin. Heldur verður dyrgt og valt eftir ættarbondum, vinar- og kenningarbondum, privatum áhugamálum, lokalpolitikki, fakfelags-, ítróttar- ella átrúnaðarligum áhugum.

Politisk idealisma og politiskar visiónir hava nú á døgum trong kor allastaðni, og ikki minst í Føroyum, har sjálvdráttur í stóran mun eyðkennir politiska landslagið. Høgrafólk verja stundum vinstrahugsjónir, og vinstrafólk høgrahugsjónir, og fólkaræðið verður tikið so bókstavligt, at ongin veit betur enn ein annar. Ongin skal váða sær at leiða, tí øll hava sama rætt, og vita líka væl.  At vera fólkavaldur merkir soleiðis at gera øllum til vildar, tí øll hava rætt, alt er relativt, og ongin skal bestemma yvir nøkrum – undantikið tey fólkavaldu, ið hava suverenan rætt til at áseta sína egnu løn, pensión og arbeiðskor.

Hví ikki bara lata politisku flokkarnar fara í søguna, og venda aftur til støðuna áðrenn 1906, tá tinglimir við góðari samvitsku kundu draga sjálvdrátt, hvør í sínum lagi? Hetta er í veruleikanum støðan, sum hon er í dag, men vit goyma hana bara aftanfyri eina lygn, sum eitur floksbýti.

Politisk idealisma kann eisini vera sera vandamikil, tí hon kann blenda fólk og forða fyri skilagóðum loysnum. Men tá politiska idealisman og floksdisciplinin heilt verður kveistrað til viks, so fáa vit politiska egoismu í staðin, sum helst er ein hin lægsti felagsnevnari fyri okkum menniskju. »Eg ein gigantiskan, tú ein lítlan!«

Orsøkin til hesa svaduna er, at eg sat og blaðaði í gomlum tíðindum, og kom framá ein stubba, har ein tinglimur, búsitandi í Eysturoynni, knappliga hevði gjørt av at atkvøða ímóti nýggju føroysku pensiónsskipanini, tí nøkur almenn arbeiðspláss í Eysturoynni skuldu flytast til Norðoyar!

Heilt erligt! Hvat hava hesi bæði við hvørt annað at gera? Hvussu kann man vevja eina nýggja pensiónsskipan uppí fýra-fimm arbeiðspláss, ið verða flutt um Leirvíksfjørð? Sami tinglimur gjørdi ikki vart við seg, tá TAKS flutti arbeiðspláss úr Norðoyggjum til Eysturoyar. Tað er soleiðis ikki arbeiðsfólkini, tinglimurin hugsar um, men, um seg sjálvan og um næsta val.

Hetta er bara eitt dømi av mongum. Eigur ein ikki at vænta sær eitt sindur av professionalismu, sakligheit og skynsemi frá landsins kosnu? Sjálvandi skulu tey fólkavaldu eisini lurta eftir veljarum sínum, tað er ein treyt fyri fólkaræðinum. Men tey eru kortini vald til at leiða, og ikki vald til at renna undan borgarunum.

Eitt virki ella ein stovnur fer í hundarnar, um leiðslan ikki er professionell – tað sama er saktans galdandi fyri firma’ið Føroyar. Uttan visiónir, skynsemi og leiðslu endar alt í einum vavgreyti, og tað er neyvan ætlanin við firmanum Føroyum? 

»Atkvøður, atkvøður, mítt trúvirði fyri eina atkvøðu!« Soleiðis yvirlivir ein kanska í politikki. Men tað skal eisini vera skil í galskapinum.

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…