Lýsing
Lýsing
Lýsing

Oyggjatreff á Tinganesi fríggjadagin 11. mai.

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  10.05.2018 - 08:01 Mentan Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Fólk frá øllum útoyggjum hittast á Bursatanga fríggjadagin kl. 14.00 og ganga harfrá kravgongu yvir á Tinganes, at hitta landsstýrismannin í samferðslumálum, Henrik Old.

Yviri á Tinganesi verður byrjað við tónleiki og sangi við Terja Rasmussen, Anfinni Nielsen, Jóan Jakku Guttesen, Kim Hansen og øðrum. Síðani fer Maud Wang Hansen at handa Henriki Old krøvini:

·      At Strandfaraskip Landsins fær hægri raðfesting NÚ.

·      At ein “ferjuætlan” verður gjørd fyri endurnýggjan av elligamla flotanum hjá Strandfaraskipum Landsins.

·      At eitt líkinda avloysaraskip verður útvegað, sum nøktar veruliga tørvin á smáu oyggjunum.

Síðani fara umboð fyri ymisku oyggjarnar at handa Henriki Old skriv, sum lýsa avleiðingarnar, ið samferðslu-ruðuleikin hevur á gerandislívið og vinnulívið í teirra økjum.

Komið fjølment og stuðlið okkara krøvum. Øll eru vælkomin.

Havið okkurt at eta og drekka við tykkum – og týdningarmest gott lag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði