Lýsing
Lýsing
Lýsing
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu spyr hvar økispolitikkurin hjá landsstýrinum er

Tobbi: - Finst veruliga ongin onnur adressa í øllum landinum til hendan nýggja almenna stovnin?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.05.2018 - 19:14 Politikkur Tíðindi

Nýstovnaða Familjufyrisitingin skal liggja á Bryggjubakka 29 í Havn. Borgarstjórin í Runavíkar kommunu undrast stórliga á, at enn ein almennur stovnur verður lagdur í Tórshavn og staðfestir at argumentini hjá alternativa flokkinum í umbúna hópast upp.

Familjufyrisitingin verður almennur stovnur, sum fer at viðgera millum annað samveru, barnapengar, hjúnaskilnað og separatión, verjumál og ættleiðing. 

Harumframt fer Familjufyrisitingin at veita barnaserkøna ráðgeving og mekling.

Torbjørn skrivar á sínum facebook vanga í dag, til tíðindini sum Kringvarpið bar í dag um at Familjufyrisitingin hjá Landsstýrinum skal liggja á Bryggjubakka í Tórshavn:

 

21. februar í ár vitsti Útvarpið at siga: "Familjufyrisitingin hjá landsstýrinum verður í Havn. Tað sigur Turið Arge, aðalstjóri í Heilsu- og Innlendismálaráðnum. Hon vil tó ikki siga enn, hvar umsitingin verður. Hon verður tó ikki har, sum Heilsu- og Innlendismálaráðið húsast."

Ein aðalstjóri eigur neyvan heimildina til at taka eina avgerð sum hesa. Staðsetingin er politisk, sjálvandi, og tí er spurningurin, um Sirið Stenberg hevur tikið avgerðina einsamøll ella um hon hevur kollektiviserað avgerðina á einum landsstýrisfundi.

Bryggjubakki (í kjarnuni, har øll onnur almenn arbeiðspláss frammanundan eru) bleiv altso adressan hjá einum nýggjum landsstovni, og væntiliga eru tað fleiri enn eg sum spyrja:

Fanst veruliga ongin onnur adressa í øllum landinum til hendan nýggja almenna stovnin?

Av royndum veit eg, at tað er ófatiliga tungt at flyta nakað sum helst úr meginøkinum, bæði politiska- og umsitingarliga skipanin stríðast sum úlvar á skóg ímóti, tí stendur landsstýrismaðurin ómetaliga einsamallur, men tað er áður prógvað, at tað ber til. Almanna- og Heilsuskúlin í Suðuroy er eitt av fleiri dømum. Eftir tað staðsetingina varð sagt, at nýggir stovnar skuldu leggjast uttanfyri meginøkið, um tað á nakran hátt bar til, men etableringin av hesum nýggja stovninum á Bryggjubakka staðfestir, at eisini tað syndrið av økispolitikki er farin fyri bakka.

Argumentini hópast upp hjá alternativa flokkinum í umbúna  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…