Lýsing
Lýsing
Á ólavsøku flytur familjufyrisitingin av Ríkisumboðnum tvørtur um Vaglið oman á Bryggjubakka | Mynd: Jan Egil Kristiansen

Familjufyrisitingin longu ein gøla

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.05.2018 - 21:05 Leiðarin

At yvirtøkan nú gerst veruleiki er sjálvandi ein sólskinssøga. Men longu áðrenn hon er sett á stovn, er nú avgjørt, at hesin nýggi almenni stovnurin ikki skal vera liður í at loysa trupulleikarnar við tí skeivu landafrøðiligu almennu fordeilingini, sum vit hava í Føroyum, men heldur vera liður í at vaksa um somu trupulleikar. Hann skal nevniliga, sum næstan alt annað alment, liggja mitt í Tórshavn. Hava vit eitt Landsstýri, sum ov illa torir at siga fyrisitingini ímóti og letur hana taka politiskar avgerðir?

Í hesum døgum hevur verið nógv tosað um at menna økini kring landið. Her í blaðnum hava vit fleiri ferðir víst á, hvussu Danmark flytur almenn størv kring landið, fyri á tann hátt at býta landsins virðir meira rættvíst. Tí er tað beinleiðis margháttligt, at okkara egna Landsstýri ikki tekur av høvinum at leggja ein nýggjan almennan stovn onkra, bara onkra, aðrastaðni enn akkurát har sum  tey hava í ovurmát av teimum frammanundan.

Í dag, sjálvan Kristi himmalferðardag, kom nevniliga fram, hvar yvirtikna málsøkið familjufyrisiting skal liggja – á Bryggjubakka í Tórshavn!

 

Bureaukratiið heldur fram

Vit standa spyrjandi. Hví í allari verðini skal hon liggja har? Hon hevur ligið á Amtmansborgini hjá Ríkisumboðnum í fleiri áratíggju. Ríkisumboðið er sentraliseraða umboðið fyri danskt vald í Føroyum, og stovnurin ímyndar partvís ta fremmandagerð, sum tað er at onnur fíggja og reka fyrisiting her á landi. Her var eitt gylt høvi at bróta upp úr nýggjum og vísa, at í Føroyum gera vit eina decentraliseraða familjufyrisiting úti hjá borgarunum. Men í staðin ger Føroya Landsstýri tað, at tað letur hana upp eitt steinkast frá har hon lá, í bureaukratiska kontórlandskapinum úti í gomlu Havnini.

Vit síggja, at fólk norðan Fjall barsla við at stovna ein Føroyaflokk, tí útjaðaraøkið har er vorðið niðurraðfest og grýtt aftur um í køina í eini 30 ár eftirhondini. Vit síggja at nólsoyingar skipa fyri mótmælisgongu, tí strandferðsluviðurskiftini – ikki bert til Nólsoyar, men sanniliga eisini til Sandoyar, Skúvoyar og Kalsoyar – eru heilt út av lagi vánalig. Her í Norðlýsinum hava verið skrivaðar nógvar síður um tað, men eisini í Kringvarpinum, bæði sjónvarpi og útvarpi, hava verið fyriskipaðar temasendingar við serfrøðingum um, hvussu tað skeiklar samfelagið, at Landskassin fordeilir púra skeivt; nógv til Havnina og lítið til restina av landinum. Rínir als onki við í Tinganesi?!?

 

Ráða teknokratar í Føroyum?

Seinasta árið eru miðstaðarpolitikarar og teirra herur av embætisfólkum komin við eini røð av uppskotum, sum skulu skeikla myndina uppaftur meira. Fiskivinnan, sum serliga er kring landið, skal gjalda munandi meira inn í Landskassan. Hartil skal miðstaðarøkið kunna søkja um “menningarkvotur”, ið verða tiknar av teimum rættindum, sum útjaðara-reiðarí áður høvdu. Síðani kemur eitt tøkugjald, ið alivinnan, ið eisini húsast úti um landið, skal rinda inn til Landskassan.

Soleiðis skulu økini kring landið rinda í ovurmát inn til Landskassan, meðan tað gongur serstakliga trekt at fáa nakra av hesum krónum út aftur at gera gagn uttanfyri Ringvegin.

Ein skuldi trúð, at Landsstýrið, nú tað hevði kjansin, fór at leggja hendan nýggja almenna stovnin í einum av økjunum kring landið, um ikki annað sum eitt plástur uppá sárið, men gakk!

 

Politikarar mugu traðka í karakter

Ikki tí, politiski viljin tykist vera til staðar. Men tá tað skal útinnast í verki, draga politikararnir í land aftur. Her slepst ikki undan at hugsa, at teir møguliga eru kroystir av embætisverkinum. Vit hava sæð tað fyrr, at tá politikarar eru gingnir ímóti fyrisitingini, so verða teir hongdir út. Teir fáa at vita at teir ikki lurta eftir “serfrøðini”, at teir eru ósakligir, renna ørindi fyri onkran og annað ilt. Í Føroyum hava vit demokrati, ikki teknokrati, og tað merkir, at tá umboðini fyri fólkið hava tikið eina avgerð, so skal embætisverkið seta hana í verk. Politikarar skulu ganga ørindi. Teir skulu ganga ørindi fyri fólkið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin