Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ein av fornemmastu uppgávunum hjá public-service stovninum, Kringvarpið, er væl at stuðla undir javnstøðu her á landi

Hvat við at stroyma kvinnudystirnar?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.05.2018 - 22:03 Ítrottur Leiðarin Tíðindi

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri, er í miðlunum nú um vikuskiftið og sigur, at tað skapar nógva umrøðu, at dystir verða sendir, og at hendan umrøðan hevur ta effekt, at feløgini fáa størri áhuga og fleiri áskoðarar. Herfrá skulu ljóða hesi ráð: Stroyma kvinnudystirnar.

 

Í døgunum upp undir vikuskiftið hevur kjakið enn einaferð tikið seg upp um at geva Kringvarpinum (ella øðrum?) loyvi at stroyma fótbóltsdystir í bestu deildini. Trý fótbóltsfeløg nokta – EB/Streymur, Argja Bóltfelag og Klaksvíkar Ítróttarfelag. Sambært vikuskiftissosialinum hevur formaðurin í KÍ roknað seg fram til, at missurin er umleið 8.000 krónur í mistum áskoðarainntøkum, og vil hann fegin hava, at Kringvarpið kompenserar fyri hetta.

Kringvarpsstjórin sigur hinvegin, at tað er sera ósannlíkt, at KvF fer at gjalda fyri at vísa dystirnar. Hann fer enntá so langt sum at siga, at tað at feløg nokta, kann hava við sær, at KvF gevst við at stroyma dystir í heila tikið. Formaðurin í KÍ sigur hinvegin, at tað sum teir í KÍ ynskja er bert, at teir ikki hava fíggjarligan miss av at KvF stroymar.

Eitt gott kompromis hevði tí kunnað verið, at Kringvarpið bjóðaði seg fram til at stroyma dystirnar í fremstu kvinnudeildini. Hesir dystir hava vanliga ókeypis atgongd, og tí eru feløgini ikki fyri nøkrum fíggjarligum missi av stroyming. Somuleiðis eru færri áskoðarar til hesar dystirnar enn teir í mansdeildini, so tørvurin á “áhuga og fleiri áskoðarum”, sum KvF sigur stroymingina viðføra, er størri her.

Fingu vit á hendan hátt økt um áhugan fyri kvinnudystunum, eins og fingu fleiri áskoðarar at fylgt við, tá tær spældu, so var hetta samstundis ein sigur á leiðini til at fáa meira javnstøðu í ítrótt. Sponsorar høvdu uttan iva eisini fingið eyguni upp fyri kvinnudystunum og sæð potentialið í at stuðla teimum, eitt nú við lýsingum.

Talan hevði sostatt verið um win-win, um Kringvarp Føroya fór at stroyma dystir í bestu kvinnudeildini. Win-win-win, um vit taka javnstøðusøkina við.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!