Lýsing
Lýsing
Mynd: Petur Martin Solmunde

Umhvørvisvika í Klaksvíkar Kommunu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.05.2018 - 20:22 Leiðarin Tíðindi

Hendan vikan, 14.-18. mai, er halgað umhvørvinum. Tað er kunningarstovan, VisitNorðoy, og Klaksvíkar Kommuna, ið skipa fyri. Vikan tjóvstartaði longu í gjár, við at Hanus á Gørðum, prestur, helt guðstænastu við viti og skili sum evni. Hvønn dag frá klokkan 9 og til kl. 17, uttan leygardagin, tá tað er kl. 10-14, ber til at heinta sekkir á Norðoya Kunningarstovu at heinta rusk í.

Um vit kaga í skránna, so verður framsýning av súkkluni hjá Høgna Mohr alla vikuna. Hon kemur at standa inni á Bókasavninum og kann síggjast frá kl. 13 til 18. Týsdagin 15. Mai verður felags gongutúrur fyriskipaður út í Grøv, og rusk kann heintast á øllum túrinum. Tiltakið er partur av ABC-Sálarheilsu og er fyri alla familjuna. Byrjað verður kl. 17.

Mikudagin 16. mai er kjakfundur á skránni í Spaniastovu. Ragnheiður Bogadóttir frá Fróðskaparsetrinum kemur at vera orðstýrari, og luttakarar koma frá Ringrás, IRF, Klaksvíkar Kommunu, Føroya Landsstýri og Endurnýtsluni í Klaksvík. Evnið er burturkast, skiljing og endurnýtsla. Fundurin er frá 19:30 til 21:30. Hóskvøldið sýnir Atlantis filmin Trashed kl. 19.

Fríggjadagin 18. mai verður fyrst útikonsert kl. 11, har Rakul Ró og skúlanæmingar av Skúlatrøð framføra uttanfyri Norðoya Kunningarstovu. Barnagarðsbørn vera eisini við. Heitt verður á áhoyrarar um at lata seg í endurnýtsluklæði og gjarna at hava endurnýtt ljóðføri við sær. Konsertin varir í ein tíma. Seinnapartin kl. 16:30 er tiltakið “Matoyðsl sum rótasúpan” á skránni, har matur, ið annars hevði farið burtur, verður gjørdur í felag á Húsarhaldsskúlanum. Fólk verða biðin um at hava egna skeið og skál at eta úr við sær.

Stóri endabresturin er leygardagin, hvítusunnuaftan. 200 trø at seta niður verða latin teimum fyrstu 200, ið koma at heinta tey á Norðoya Kunningarstovu frá kl. 9-12. Samstundis, og á sama staði, ber til at heinta ruskposar. Kl. 10 til 13 er framsýning á Bókasavninum við tekningum, sum næmingar í 4. flokki hava teknað, og verkum úr burturkasti, sum frítíðaransingin og børn undir skúlaaldur hava gjørt. Kl. 11 til 11:30 verður súkkling fyri øll. Byrjað verður við Kunningarstovuna. Á sama staði selir Vistgrøði matvørur í leysari vekt frá kl. 11 til 14. Her verður heitt á fólk um at hava egin íløt við sær. Á ovaru hædd í Norðoya Kunningarstovu verður vegleiðing um at planta egið grønmeti, eisini kl. 11-14 leygardagin 19. mai, hvítusunnuaftan.

Aðrastaðni í blaðnum er kort yvir, hvussu ruddað verður, og hvør ruddar hvar í umhvørvisvikuni. Í Svínoy, Kalsoy, Árnafirði og Ánunum fáa fólk útflýggjaðar posar frá lokalum fólki, og alla vikuna hevur Endurnýtslan í Klaksvík opið kl. 16-19, leygardagin 19. mai tó 15-19. Tað er her, at ein skal lata elektronikk, jarn og annað metal, herundir eitt nú súkklur, dósir, takplátur og káplar.

Alt endamálið við hesi vikuni er at varðveita náttúruvøkru økini í Klaksvík til komandi ættarlið. Fyriskipararnir skriva, at alt ov nógv burturkast, sum er skaðiligt fyri plantu- og djóralívið, endar úti í náttúruni. Heitt verður á so nógv fólk sum møguligt at standa saman og taka lut í ruddingardøgunum hesa umhvørvisvikuna, umframt altíð at brúka vit og skil, tá tað kemur til burturkast.

Norðlýsið kann bara taka undir við øllum tí, sum verður sagt í tíðindaskrivinum frá fyriskiparunum, og ynskir øllum eina hugaliga Slóða fyri-ruddingarviku!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…