Lýsing
Lýsing
Lýsing

Menningarkvotur

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  14.05.2018 - 18:18 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Við hesum verður alment lýst eftir umsóknum til menningarkvotu.

Tøka nøgdin til menningarkvotur 2018 er:

Svartkjaftur: 41.912 tons
Makrelur:        8.749 tons
Norðhavssild:  7.510 tons
Freistin at søkja er mánadagin 28. mai 2018 kl. 12. 

Umsóknir skulu sendast til Fiskimálaráðið, Yviri við Strond 15, postrúm 347,  FO-110 Tórshavn ella um teldupost til fisk@fisk.fo.

Ein umsókn um menningarkvotu skal sum minstamark hava hesar upplýsingar:

Umsóknin skal nágreiniliga lýsa eina menningarætlan.
Í hvørjum øki ella økjum í landinum verður menningarætlanin framd.
Nøgd av fiskaslagi ella fiskasløgum søkt verður um, eins og áramál.
Hvussu kann menningarætlanin skapa virðisøking, virksemi, arbeiðspláss, førleikamenning og inntøkur í ávísa økinum ella økjunum, sum ætlanin fevnir um.
Virkis- og fíggjarætlan. Harundir hvussu kvotan er ætlað at verða nýtt og virðisøkt frá veiðu til hagreiðing, virking, sølu, marknað.
Menningarkvota kann latast fyri 1 ár, 2 ár, 3 ár ella 4 ár. Av samlaðu nøgdini fyri hvørt fiskaslag skal í minsta lagi ¼ av tonsunum latast fyri 1 ár.

Metingarnevndin, ið viðger og ger niðurstøðu um umsóknirnar, kann seta seg í samband við umsøkjara við umbøn um fleiri upplýsingar ella annað tilfar enn tað, ið latið er við umsóknini.

Menningarkvoturnar kunnu eftir umsókn játtast til persónar og feløg, ið lúka treytirnar um ognarviðurskifti og at vera heimahoyrandi í Føroyum, sambært nýggju lógini um fyrisiting av sjófeingi. Sí § 5, stk. 1 og §§ 6, 7 og 9 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi frá 18. desember 2018.

Ásetingar um virkisøki, menningarkvotur, mannagongd/treytir og metingarnevnd eru lýstar í kunngerð nr. 74 frá 9. mai 2018.

Nærri upplýsingar annars fáast við at venda sær til Fiskimálaráðið, til Hera Joensen, fíggjarleiðara, telefon 55 32 12 / t-post heri.joensen@fisk.fo ella Hans Ellefsen, ráðgeva, telefon 55 32 46 / t-post hans.ellefsen@fisk.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum