Lýsing
Lýsing
Lýsing
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum

Landsstýrismaður í sjálvdrátti

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.05.2018 - 23:46 Leiðarin Politikkur

Hvør ræður í grundini í Føroyum? Fólkavalda Løgtingið ella tey, sum eru sett at útinna, men vilja bestemma?

Landsstýrismaðurin Henrik Old hevur av sínum eintingum valt at raðfesta tunlarnar í síni heimoyggj Suðuroynni fram um allar aðrar. Fyrst verður Hvalbiartunnilin gamaní gjørdur, sum semja er um í Løgtinginum. Men síðani vil landsstýrismaðurin hava, at ein tunnil afturat í Suðuroy skal gerast, nevniliga tann til Fámjins. Hetta hóast samgongan í Løgtinginum er samd um, at tunnilin til Dals er fyrstur á skrá.

Løgtingið hevur nevniliga samtykt, at tunnilin til Dals skal gerast áðrenn tann til Fámjins, men tann 22. mars boðaði landsstýrismaðurin frá, at hann vildi tað øðrvísi, og at hann hevði givið Landsverki harraboð um at taka Fámjinstunnilin fram um. Løgtingsfólk gjørdust ovfarin av hesum, og bæði Jónleif Johannesen, Ruth Vang og Hanna Jensen hava talað at. Men enn hevur landsstýrismaðurin so ikki broytt støðu.

Í løtuni fer sostatt eitt valdsstríð fram í føroyskum politikki, serliga í samgonguni, har útfallið fer at vísa, hvør tað er, sum í heila tikið ræður í Føroyum. Fær Henrik Old sín vilja, so merkir tað í veruleikanum, at fyrisitingin við landsstýrismanninum á odda kann gera, sum henni lystir. Og harvið er fólkavalda Løgtingið í botn og grund reduserað til eitt stempulkontór.

 

System-trupulleiki

Tað er helst ein system-trupulleiki, at føroysku landsstýrisfólkini verða útpeikað ímillum tey tingfólkini, ið hava fingið flestar atkvøður. Tí tey eru í grundini vald sum lógarsmiðir, og fleiri av teimum hava lyndi til at gloyma, at tey, tá tey koma í Landsstýrið, har hava sum uppgávu at útinna Løgtingsins vilja. Tey vilja ikki sláa seg til tols við sín nýggja leiklut sum útinnarar av viljanum hjá øðrum, men vilja framvegis sleppa at vera við til at gera reglurnar. Og tað er kanska ikki so løgið, tá man hugsar um, at tað var tað, tey stillaðu upp til – og vórðu vald til.

Hvussu er og ikki, so fyriskrivar okkara demokratiska skipan, at í Føroyum er tað Løgtingið, sum hevur valdið, og Landsstýrið skal gera tað, sum Løgtingið áleggur tí. Inntil vit fáa eitt systemskifti, sum leggur meira vald yvir til Landsstýrið og minni til Løgtingið, mugu landsstýrisfólkini liva við hesum veruleika.

Bakkar landsstýrismaðurin ikki sjálvur, heldur ikki eftir at samgongan hevur roynt at mýkja støðuna, má løgmaður traðka í karakter og fáa hann til tað, ella um alt annað miseydnast, at loysa hann úr starvi. Vil ella megnar løgmaður heldur ikki tað, hevur Løgtingið bara tann seinasta møguleikan eftir, ið er eitt misálit á landsstýrismannin. 

Hartil kemur tað neyvan, men hetta stríðið er ikki bara eitt stríð um raðfestingina av tveimum tunlum. Hetta er eitt prinsipielt stríð um, hvør ræður í Føroyum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…