Lýsing
Lýsing

Vildu ikki taka í hondina á Ísraelsvini

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  15.05.2018 - 11:52 Politikkur Tíðindi

Í samband við at felagið vinir ,,,Vinir ísraelsskipaði fyri hátiðarhaldið í høvuðstaðnum á 70 ára degnum hjá tjóðini Ísrael, varð í Degi og Viku gjárkvøldið, sett fokus á eitt palistinskt flagg, sum varð til hátíðarhaldið.

Umframt tiltakið á Vaglinum hevði felagsskapurin, Vinafelagið Føroyar - Ísrael, skipað fyri einum tiltakið í læraraskúlahøllini.

Sum tað sást í Degi og Viku hevði KVF gjørt eitt sokallað “set up” við dyrnar inn í læraraskúlahøllina har umboð fyri tey sum flaggðu við palestinska flagginum, greiddu frá hvussu Ísrael kúvar palestinar og rekur apartheit politikk ímóti palistinum við m.a. at bumba skúlar og sjúkrahús. Rani Ravnsfjall greiddi frá at hann ikki helt, at býráðið í Havn átti at flagga við Ísraelska flagginum tá býráði ikki vildi flagga við merkinum hjá LGBT.

 

Vildu ikki taka í hondina á Ísraelsvini

Svenning á Lofti, sum hevur verið partur av Vinafelagnum Føroyar - Ísrael síðan tað varð stovnað, eitt langt áramál var formaður og í 40 ár hevur ferðast og skipað fyri bólkaferðum til Ísrael, sigur at tey løgdu merki til palistinska merkið, sum fýra ella fimm fólk veitraðu við á Vaglinum.

Eg fór yvir til tey at bjóða teimum vælkoman til hátíðarhaldi, men av einari ella aðrari orsøk ynsktu tey ikki at taka í hondina á mær. Tó skal sigast at ein av teimum rætti mær hondina.

Hetta kemur heldur ikki óvart á, tí Ísrael hevur í mong ár rætt palestinum ein útrætta hond. Men Ísrael vil ikki aftur til tíðina áðrenn seksdaga kríggið í 1967 av teirri einfaldu orsøk at ísraelittar ikki meta at tey mørkini kunnu verjast. Hinvegin hevur Ísrael gjørt nógv fyri at fáa frið í lag og hava givið palistinunum stóran part av Judea og Samaria. Í 2005 tók Ísraelska stjórnin og tvangsflutti jødar úr Gásageiraðnum og gav tað til Palistinsku stjórnina í sokallaðu “land fyri frið”avtaluni. Men víðgondi Hamas felagsskapurin tók leiðsluna í hesum økinum, og stjórnar økinum við harðari hond. Ísraelska stjórnin hevur tí staðfest at “land fyri frið” hevur ikki givið naka úrslit.
Vit mugu tíanverri ásanna at palistinar vilja ikki gera friðaravtalu við Ísrael, tí so verða teir noyddir at viðurkenna at Ísrael er til og tað vilja teir undir ongum umstøðum gera. Tí er støðan sum hon er, sigur Svenning á Lofti.

 

Onga viðmerking

Rani Ravnsfjall, sum umboðaði tey, sum mótmæltu vegna palistinensarnar í Degi og Viku, vil ikki gera viðmerking til Norðlýsið um hví hann ikki vildi taka í hondina á Ísraelsvininum.

Skal samrøðan handlað um hví eg ikki vildi taka í hondina á honum havi eg als ikki hug at gera viðmerkingar.
Ísrael vil ikki tosað beinleiðis við palestinar uttan gjøgnum ST og tí er støðan sum hon er í Miðeystri.

 

Tá Norðlýsið spurdi um hvar hann hevði hesa staðfesting frá og um tað ikki í fleiri førum hava verið beinleiðis samráðingar baði óalment og alment, m.a. undir leiðslu av fyrrverandi amerikanska forsetanum Bill Clinton, breyt Rani Ravnsfjall telefonsamrøðuna av.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu
Núpur góðan túr norð­anfyri
Nógv hýsa og longa á Føroya Banka
Kvikk landar á Kósini í morgun
Ríkisveitingin bjargar 14. september-sam…
Team Klaksvík vann í Kollafirði
Flott Eyðgunn!
Høgni Hoydal og Fiski­mála­ráðið kæra John…
Sum smádrongur raks eg á plenuni í tíð…
Ynskja føroyingar ikki eitt gott heilsu-…
200 ára hátíðarhald á Nesi fyri Hammersh…
Eldrasamkoma í Betesda  
Landstýris­kvinnan í Heilsumálum, skal sv…
Ótrúliga flott í Abu Dhabi
Mjølnir fingu bank
KÍ væl umboðað á A-lands­liðnum
Team Klaksvík í Kollafirði mikukvøldið
Magnus spyr um yvirtøkur
Óneyðugt hjá Klaksvíkar Kommunu at eiga…
Nú verða hjartastartarar settir upp krin…
Lýsing