Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ung í arbeiði 2018: Melda til áðrenn miðnátt

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  15.05.2018 - 12:10 Tíðindaskriv Vinna

Á miðnátt í kvøld er seinasta freist hjá ungum í aldrinum 15-16 ár at melda til Ung í arbeiði 2018. Arbeiðsorkan telur longu nógvar ungdómar, sigur samskiparin, sum tó vónar at fáa nakrar tilmeldingar afturat í dag og í kvøld.

- Vit hava fingið nógvar tilmeldingar leypandi gjøgnum tíðarskeiðið, síðan tilmeldingin lat upp 1. mai, men vit klára væl at fáa nøkur afturat við, so vónandi koma nakrar umsóknir afturat í dag og í kvøld, sigur Durita Samuelsen, samskipari.

MELDA TIL UNG Í ARBEIÐI HER

Øðrvísi skipað hesaferð

Ung í arbeiði verður í ár skipað eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár, eitt nú við samrøðum sum part av tilmeldingar- og setanartilgongdini.

- Endamálið við samrøðuni er at finna besta “match” millum arbeiðstakara og arbeiðspláss, tí soleiðis kunnu báðir partar fáa mest burturúr hvørjum øðrum. Samrøðan er einføld og snýr seg einamest um royndir og áhugamál hjá tí unga, tí soleiðis kunnu vit frægast finna útav, hvat arbeiðspláss er best at ‘para’ viðkomandi við, greiðir Durita frá. Samrøðurnar verða hildnar í Verkstovuni hjá Ung í arbeiði í hølunum hjá Klaksvíkar sjónleikarafelag í Kirkjubrekku 11.

Verkstovan er í sjálvum sær eisini eitt nýtt fyribrigdi í Ung í arbeiði. Verkstovan verður opin hvønn gerandisdag í arbeiðsvikunum, meðan verkætlanin koyrir, og her kunnu tey ungu taka sær av løttum og hugna sær saman, eisini í teimum vikunum, har tey ikki eiga tørn at arbeiða. Høvuðstema í Verkstovuni er sjálvandi "arbeiði".

Seinnu árini hava arbeiðsplássini bert verið á ymsu deildunum hjá Klaksvíkar kommunu, men í ár er gott samstarv við vinnulívið komið í lag, soleiðis at arbeiðspláss hjá tí privata eisini eru tøk hjá teimum ungu.

Til ber at lesa meira um Ung í arbeiði á temasíðuni her, og harumframt ber eisini til at fylgja við á Instagram-vanganum @uiaklaksvik. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB