Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing

Móttøka fyri Gutta í kvøld

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  15.05.2018 - 14:24 Ítrottur Mentan Tíðindaskriv

Í sambandi við, at Guttorm Sørensen herfyri fekk handað heiðursskjal Poul E. Petersens, fara Klaksvíkar kommuna, Treysti og Frælsur Ítróttur Føroya at skipa fyri móttøku í býráðshøllini hjá Klaksvíkar kommunu týskvøldið klokkan 19.30

Vit gleða okkum at njóta eina góða løtu saman við Guttormi og hansara nærmastu til hesa hátíðarløtu. Nú kann heiðurin, hann fekk fyri góðari viku síðani, endiliga latast til rætta eigaran, nú Gutti kemur heim til Føroya í kvøld.

Tiltakið, sum varar ein tíma ella so, byrjar við sangframførslu av 17 sangarum. Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, sigur nøkur orð, og tað sama gera umboð fyri Treysti og Frælsan Ítrótt Føroya.

Klaksvíkar kommuna bjóðar kaffi, the og okkurt afturvið.

Vónandi møta vit fjølment til hesa løtuna, so vit saman kunnu fegnast um alt sjálvboðið arbeiði sum verður gjørt í ítróttinum og hetta kvøldið fegnast vit ikki minst um tann partin, sum Guttorm hevur lagt og framvegis leggur eftir seg.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stórt rør á Vágni
Støðan hjá pápa mínum harmar Eyðgunn,…
Sjavs í Parlamentinum
Listin hjá Drekabáti­num dagførdur
Sýslumaðu­rin: - Dagførið grindalistarnar
Tjóðskjala­savnið letur tilfar til Tvøroy…
Viðkomandi ráðstevna um virðisøking og n…
Yrkislista­fólk 3 ára starvsløn frá Menta…
Pop-up konsert í Kvívíkar kirkju
Nógvir føroyingar á TeenStreet
Hittu borgar­stjóran í Vilnius
Fossánes Renningin verður sunnudagin
Lands­stov­nar eiga at verða lagdir í depl…
Venjarin hjá Zalgiris Vilnius var ónøgdu…
Ronni Møller-Iversen: Nú eri eg við at r…
Vinnulívsfyritøkur­nar í Klaksvík líða un…
Enn meira KÍ stuðul
KÍ viðhalds­fólk stuðlaðu sínum egnu
KÍ setti flott punktum fyri sína Europa…
Zalgiris Vilnius-KÍ beinleiðis dagføring…