Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing
Mynd: local.fo

Viðmerking til greinina “Vildu ikki taka í hondina á Ísraelsvini”.

SKRIVAÐ: Rani Ravnsfjall  |  15.05.2018 - 14:52 Lesarabrøv Mentan Tíðindi

Fyrst og fremst leggur yvirskriftn upp til, at er ein ikki “Ísrealsvinur”, so má ein vera “Ísreals-fíggindi”. Hetta er ikki so. At fáa rættin hjá palestinum til egið land, at marka upp til jødahatur, og eina hugsan um, at jødar ikki hava rætt til egið heimland, kann bert lýsast sum villeiðandi, og vánaligur miðlasiður.

Vit vildu ikki sýna palestinum vanvirðing, við at taka í hondina á einum víðgongdum" zionisti" (t.e hugsanin, at Ísrealittar hava einkarrætt til Palestina, Kána og lovaða landi annars - hóast at onnur hava búð har longri, og áðrenn, at Ísreal verður skapt sum hugskot, í Gamla Testamenti), ímeðan ein stendur undir liðini á einum palestina, mitt í einum tílíkum hátíðarhaldi. 70 ára dagur Ísreals, og  hetta hátíðarhald, var samstundis við, at USA viðurkennur Jerusalem sum høvuðsstað Ísreals, og sama dag, at 52 palestinsk mótmælis fólk vórðu tikin av døgum, av hesum, sokallaða, “einasta fólkaræði miðeysturs”. 

Hetta er ikki ein spurningur um einstaklingar her heima, men um ósek fólk, hvørs dagligdagur er kúgan, armóð og deyði. Mangir Palestinar hava ongantíð búð í heimlandi sínum, tá ættfedrar teirra vórðu burturbeindir, av tí, at Ísreal varð stovnað. Hesin palestinin er ein av hesum - vildi tú tiki í hondina á einum, ið sýttu føroyingum búðrætt okkara í Føroyum? Ísreal ynskir ikki aftur til støðuna áðrenn 6 daga kríggið. Ísreal hevur áhaldandi gjørt seg inn á menniskjarættindi, og næstakærleikan, við ólógligum búsetingum, ið er de facto herseting. Her er onki tekin um inniligt friðarynski úr Ísreal, ið hevur við sær, eina tvítjóðar loysn. 

Vit heita staðiliga á Norðlýsið, at leita sær kunning úr Amnesty International, Sameindu Tjóðum og øðrum friðarfelagsskapum. Málið er ikki eins og svart/hvítt, sum vinarfelagið Føroyar-Ísreal, og almenna kjaki annars ger tað til. Hesir stovnar hava frægasta innlit í málið, og vilja verja menniskjarættindi, fólkaræði og frælsi annars, eins og flestir føroyingar vilja tað. 

Státurin Ísreal, og víðgongdu yvirgangsfelagsskapir í Palestina, grugga málið, við at breiða út ósannindi. Forseti Ísreals, Benjamin Netanyahu, sigur eitt nú, at dripnu næstar okkara, vóru limir í Hamas. Hetta er ikki so. Veruleikin verður bendur, til tess at vinna sær samkenslu úr vesturheiminum. Munur er á teimum, ið ynskja eitt frítt Palestina, og teimum búrkroppum, ið ynskja deyða jødanna - almenna kjaki hevur til tíðir hug at gloyma hesa sannroynd. Vit, ið flaggaðu, ynskja bert rættvísi, og frið. Hendan friðarvón okkara er ikki gjørlig, so longi sum Ísreal kúgar Palestina, og metir seg sum einsamallan rættindahavara til land har um leiðir - sum føroyskt skald skrivar “Eitt kúga fólk vil altíð reisa seg!”. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stórt rør á Vágni
Støðan hjá pápa mínum harmar Eyðgunn,…
Sjavs í Parlamentinum
Listin hjá Drekabáti­num dagførdur
Sýslumaðu­rin: - Dagførið grindalistarnar
Tjóðskjala­savnið letur tilfar til Tvøroy…
Viðkomandi ráðstevna um virðisøking og n…
Yrkislista­fólk 3 ára starvsløn frá Menta…
Pop-up konsert í Kvívíkar kirkju
Nógvir føroyingar á TeenStreet
Hittu borgar­stjóran í Vilnius
Fossánes Renningin verður sunnudagin
Lands­stov­nar eiga at verða lagdir í depl…
Venjarin hjá Zalgiris Vilnius var ónøgdu…
Ronni Møller-Iversen: Nú eri eg við at r…
Vinnulívsfyritøkur­nar í Klaksvík líða un…
Enn meira KÍ stuðul
KÍ viðhalds­fólk stuðlaðu sínum egnu
KÍ setti flott punktum fyri sína Europa…
Zalgiris Vilnius-KÍ beinleiðis dagføring…