Lýsing
Lýsing
Lýsing

“Boreout” – at missa áhugan fyri arbeiðinum

SKRIVAÐ: Alexandra á Dul  |  16.05.2018 - 09:38 Bloggur Tíðindi Vinna

”Eftir fimm árum missa vit áhugan fyri okkara arbeiði. Eftir átta árum fara vit til arbeiðis orsakað av okkara frítíðarvirksemi.”

Vit eru ivaleyst nøkur, ið kenna okkum aftur í hesum. Tað er skilamaðurin Kim Staack Nielsen, CEO og Chairman hjá DANSK HR, sum eigur orðini omanfyri.*

Tá ið áhugin fyri arbeiði okkara minkar, gerast vit minni virkin á arbeiðsplássinum (tað  er sannlíkt, at tað hendir!). Orsøkin til tað kann vera, at uppgávurnar ikki longur eggja okkum, arbeiðið er vorðið einstáttað, minni áhugavert ella kennist høpisleyst. At koma inn í eina “boreout”-torvu og ikki sleppa úr henni aftur, kann vera oyðileggjandi fyri okkum, og tað kann ávirka okkara lívsvirði og kann eisini ávirka botnlinjuna hjá fyritøkuni neiliga.

 

Øll kunnu koma í “boreout”-støðuna

Tað er ein ómetaliga harmilig og álvarsom støða at koma í, og ofta gerast vit ikki varug við hana, fyrrenn vit eru í henni! Summi koma í støðuna, tí tey hava ringt við at fylla arbeiðsdagin við uppgávum og uppbyggjandi samstarvi, og onnur missa áhugan, tí uppgávurnar eru rúgvismiklar, draga út o.s.fr.

At koma í eina “boreout”-støðu á arbeiðsplássinum kann hálvavegna vera eitt forboðið evni at taka upp og er ikki minst trupult hjá tí, ið skal seta orð á støðuna fyri sínum leiðara. Ert tú komin í støðuna og fegin vilt arbeiða teg út úr henni aftur, er einki annað at gera enn at taka málið í egnar hendur.

Hevur tú mist áhugan fyri arbeiðinum, kanst tú umhugsa, at:

  • Taka ábyrgd. Tað er ikki vist, at leiðarin hjá tær veit, at tú leiðist við arbeiðið. Til dømis kanst tú spyrja eftir nýggjum/øðrum uppgávum. Tað er púra natúrligt at vilja mennast á arbeiðsplássinum! Tú hevur kanska sjálvur eitt serstakt arbeiðsøki, ið tær dámar væl at arbeiða á – møguliga kanst tú fáa meiri tíð tillutaða til hetta økið.
  • Blása fríska luft inn í arbeiðsumhvørvið. Til hetta kann eg siga, at bara hugflogið setir mørkini. Set teg saman við tínum starvsfeløgum og havið hugastorm um, hvat tit kunnu gera fyri at skapa eitt hugkveikjandi arbeiðsumhvørvi (og bjóðið leiðaranum við).
  • Taka stig sjálvur. Far yvir til tínar starvsfelagar ella leiðaran og spyr, um tú kanst hjálpa við onkrum, tá tú hevur tíð til avlops, ella bið um hjálp - av og á er tað hugaligari at vera tvey um eina uppgávu.
  • Viðka um tín samstarvsskara. Ger tær ómak at vera saman við hinum á arbeiðsplássinum og ver tilvitaður um fólkini rundan um teg.
  • Leggja upp til, at tit á deildini/toyminum umhugsa at fyriskipa nakrar uppgávur øðrvísi. Kanska hevur tú eisini gjørt tær tankar um nakrar heilt nýggjar uppgávur, ið deildin/toymið hjá tykkum kann taka sær av (og harvið menna deildina/toymið).
  • Melda teg til eitt eftirútbúgvingarskeið.
  • Minst til, at røkja tað, ið ger tín gerandisdag á arbeiðsplássinum sunnan og hugkveikjandi.

Eg hevði einaferð samtalu við eina kvinnu, sum søkti starv. Hon hevði verið í sama starvi í 10 ár. Hon hevði tikið seg saman og biðið um farloyvi, tí hon var troytt av arbeiðinum. Tað var vorðið einstáttað, og nú kundi hon hugsað sær íblástur uttanífrá, men hon vildi fara aftur til tað góða gamla eitt ár eftir. Alt hetta gjørdi hon, tí hon var sera glað fyri arbeiðsplássið hjá sær, men hevði brúk fyri íblástri uttanífrá. Eg taki háttin av fyri henni og ikki minst fyritøkuni, íð játtaði henni hetta.

 

 

Við ynski um eitt sunt arbeiðsumhvørvi og hugkveikjandi arbeiði. 

 

*Tikið úr framløguni hjá Kim um HR-rák. HR-netværksbar, 13. apríl 2018, Jobindex. Úrslitið er grundað á eina kanning, ið ein fyritøka í Danmark hevur gjørt fyri nøkrum árum síðani. Kim brúkti ikki hugtakið “boreout”! Eg velji at gera tað í klummuna hjá mær, tí hetta er ein støða og eitt internationalt hugtak, ið mong hava sett orð á

 

"Boureout"-royndin kann roynast her!

 

Við fyrivarni: royndin er stuttorðað, og um hon er nøktandi, tekur Notion ikki støðu til!

 

 

 

 

Lýsing
Bloggarin
Alexandra á Dul
Cand. Merc. í HRM & HA í heimspeki

Alexandra á Dul hevur eina HA í heimspeki og eina kandidatútbúgving í HRM frá Copenhagen Business School. Hon hevur búð í Keypmannahavn í 16 ár, og í tíðarskeiðnum 2012–2018 arbeiddi hon sum HR-partnari í eini miðalstórari heilivágsfyritøku. Summarið 2018 fluttu familjan og hon heim til Føroyar, og í dag búgva tey í Klaksvík, og hon starvast í Havn. Hon umsitur HR-pallin NOTION, sum m.a. er ein íblástrarkelda til HR-arbeiði í gerandisdegnum í Føroyum. Alexandra hevur serligan áhuga fyri HR og starvsfólkaviðurskiftum, og henni dámar væl at blogga um ymisk viðurskifti í gerandisdegnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB