Lýsing
Lýsing

Vinnulívsráðið netverksfund á Hotel Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.05.2018 - 11:52 Myndarøð Tíðindi Vinna

Vinnulívsráðið í Klaksvík telir útvið 50 limir og endamálið er at fjølga um vinnulívið í Norðoyggjum. Seinnu árini hava sokallaðir netverksfundir verið á skránni, har sjóneykan verður sett á akteull mál og eisini hava ymsu fyritøkurnar lagt fram um júst teirra virksemi.

Hotel Klaksvík varð fyrrapartin karmur um netverksfund hjá Vinnulívsráðnum.

Byrjað varð við morgunmati og práti. Fritleif Olsen, stjóri á Pomek greiddi síðani frá fyritøkuni og frá sínum spennandi lívi, sum íverksetari og virkisleiðari og hvussu hann kom til Klaksvíkar, her hann í dag hevur 22 fólk í arbeiði herav 9 eru lærlingar.

Fritleif upplýsti at Pomek hevur søkt kommununa um byggiloyvi at byggja út, tí verandi bygningur er ov lítil til teirra virksemi. Nógvir spurningar vórðu settir og fitt av kjaki eisini.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og Tummas Lervig, formaður í Havna- og Vinnunevndini luttóku eisini á fundinum og teir fingu góðar heilsanir frá vinnulívsfólkunum á fundinum. 

Ymsu leiðslupersónarnir dáma sera væl at hittast á henda hátt til óformligt prát um hvat rørist í samfelagnum. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu
Núpur góðan túr norð­anfyri
Nógv hýsa og longa á Føroya Banka
Kvikk landar á Kósini í morgun
Ríkisveitingin bjargar 14. september-sam…
Team Klaksvík vann í Kollafirði
Flott Eyðgunn!
Høgni Hoydal og Fiski­mála­ráðið kæra John…
Sum smádrongur raks eg á plenuni í tíð…
Ynskja føroyingar ikki eitt gott heilsu-…
200 ára hátíðarhald á Nesi fyri Hammersh…
Eldrasamkoma í Betesda  
Landstýris­kvinnan í Heilsumálum, skal sv…
Ótrúliga flott í Abu Dhabi
Mjølnir fingu bank
KÍ væl umboðað á A-lands­liðnum
Team Klaksvík í Kollafirði mikukvøldið
Magnus spyr um yvirtøkur
Óneyðugt hjá Klaksvíkar Kommunu at eiga…
Nú verða hjartastartarar settir upp krin…
Lýsing