Lýsing
Lýsing
Soleiðis sá vøllurin út, tá dysturin bleiv útsettur fyrstu ferð, sum var 2. páskadag. | Mynd: KÍ-kvinnur á facebook

EB/Streymur/Skála skilir ikki avgerð um at flyta dyst í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  16.05.2018 - 12:28 Ítrottur Tíðindi

Arni K. Abrahamsen, formaður í Skála, sigur, at EB/Streymur/Skála hevur sent eitt skriv inn til FSF, har víst verður á, at einki grundarlag var fyri at útseta kvinnudystin millum KÍ og EB/Streym/Skála.

Dysturin í bestu kvinnudeildini millum KÍ og EB/Streym/Skála skuldi spælast 2. páskadag í Klaksvík. Men kavi var komin á vøllin, og tí bleiv dysturin útsettur. Arni K. Abrahamsen er formaður hjá Skála.

- Dysturin bleiv síðani ásettur av FSF til at vera hóskvøldið í somu viku. Men tað, sum síðani hendir er, at Kappingarnevndin hjá FSF ógildar avgerðina við tí orsøk, at KÍ hevur víst á, at vøllurin í Klaksvík er ikki tøkur hetta hóskvøldið. Vit fóru til Klaksvíkar at kanna umstøðurnar hetta kvøldið og vit sóu eina vanliga venjing hjá Betri liðnum hjá KÍ monnunum. Vit tóku myndir av hesum og hava sent tað inn til FSF saman við einari frágreiðing um, at soleiðis sum vit upplivdu tað, so var eingin forðing í Klaksvík fyri at spæla hetta kvøldið, tí ein vanlig venjing hjá Betri liðnum hjá monnum er ikki nóg góð orsøk til ikki at avgreiða ein dyst í bestu kvinnudeildini.

- Vit halda, at besta kvinnudeildin skal virðast eins og besta mansdeildin, og tá verður dentur altíð lagdur á, at verður dystur útsettur, so skal hann spælast skjótt aftaná t.d. dagin eftir ella í somu viku. Vit vænta ikki, at vit fáa nakran ítróttarligan ágóða við hesum, men at FSF kann staðfesta, at feløg ikki kunnu fáa kappingarnevndina at hoppa uppá falskar grundgevingar, um tað er soleiðis, sum vit upplivdu tað. Tí kvinnukappingin skal fáa tað somu virðingina sum manskappingin, har útsettir dystir vera leiktir dagin eftir ella í somu viku, sigur Arni K. Abrahamsen. Hann sigur, at tað kann hugsast, at KÍ vildi hava dystin útsettan, tí onkur/onkrir leikari/ar ikki vóru tøkir hendan dagin og samstundis vóru leikarar tøkir hjá EB/Streymi/Skála, sum ikki blivu tøkir seinni, tí hesir fóru uttanlands.

 

Málið er í aganevndini

Róin Schrøter er formaður í kappingarnevndini hjá FSF. Hann sigur, at hetta málið er koyrt í aganevndina av ymiskum orsøkum, og so leingi sum málið liggur har, so ger hann ikki viðmerkingar til málið.

 

Hesin umtalaði dysturin í bestu kvinnudeildini millum KÍ og EB/Streym/Skála verður leiktur í Klaksvík hóskvøldið kl. 18.00 í hesi vikuni. Undan dystinum liggur EB/Streymur/Skála á odda við fullum stigatali, meðan KÍ er á 3. plássi, trý stig aftanfyri EB/Streym/Skála.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu
Núpur góðan túr norð­anfyri
Nógv hýsa og longa á Føroya Banka
Kvikk landar á Kósini í morgun
Ríkisveitingin bjargar 14. september-sam…
Team Klaksvík vann í Kollafirði
Flott Eyðgunn!
Høgni Hoydal og Fiski­mála­ráðið kæra John…
Sum smádrongur raks eg á plenuni í tíð…
Ynskja føroyingar ikki eitt gott heilsu-…
200 ára hátíðarhald á Nesi fyri Hammersh…
Eldrasamkoma í Betesda  
Landstýris­kvinnan í Heilsumálum, skal sv…
Ótrúliga flott í Abu Dhabi
Mjølnir fingu bank
KÍ væl umboðað á A-lands­liðnum
Team Klaksvík í Kollafirði mikukvøldið
Magnus spyr um yvirtøkur
Óneyðugt hjá Klaksvíkar Kommunu at eiga…
Nú verða hjartastartarar settir upp krin…
Lýsing