Lýsing
Lýsing

Er tað nakar, sum slóðar fyri, so er tað Gutti

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  16.05.2018 - 18:32 Mentan Tíðindi

Tað segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri millum annað í gjárkvøldið, tá Klaksvíkar Kommuna heiðraði honum í samband við Heiðursskjal Poul E. Petersens. Jógvan Skorheim segði:

 

Gott kvøld, øll somul og vælkomin til hesa stóru løtuna.
Hendan vikan snýr seg um at Slóða fyri.
Gamaní er “Slóða fyri” eitt umhvørvisátak, men nú eg skuldi siga nøkur orð til heiðurs fyri Guttormi, so virkaði sama yvirskrift so beinrakin.
Tí er tað nakar, sum slóðar fyri, so er tað Gutti.
***
Við at slóða fyri kann man gera mun.
Og fá eru tey, sum so ítøkiliga og yvir so langa tíð hava gjørt mun, sum tú Gutti hevur gjørt seinastu mongu árini.
Vit kunnu fyri stuttleika skrúva tíðina góð 21 ár aftur, til 1997.
***
Rennifelagið Treysti var stovnað, men felagið og virksemið høvdu ligið still í fleiri ár.
Yvirhøvur hevði renning ikki so nógv uppá seg um hetta mundið.
Vart tú heppin kundi tú av og á síggja onkran einstakan original renna “til onga nyttu”.
Men hetta var so sjáldsom sjón, at tú sum bilførari saktans kundi finna uppá at rulla rútin niður og rópa okkurt smáargandi eftir viðkomandi.  
Men nú flytir Hvannasundsmaðurin Guttorm Sørensen við familjuni heim úr Danmark.
Tey sláa seg niður her í Klaksvík, og so byrja ting at henda.
***
Lív kemur í Treysti, sum nú aftur fer at skipa fyri rennikapping á norðoyastevnu.
Gutti ornar enntá fyri, at rennirutan verður løgd beint ígjøgnum býin, soleiðis at øll síggja rennararnar.
Samstundis, sum Gutti gongur á odda við fyriskipan og tí praktiska rundanum felagið, er hann eisini sum oftast fyrstur um mállinjuna, tá ið kapping er á skránni.
Bilførarar byrja so smátt at venja seg við at síggja Gutta renna út eftir Oyravegnum og runt í býnum, og við tíðini leggjast eisini fleiri og fleiri afturat.
Áðrenn vit veruliga vita av tí, hevur sundamaðurin í gulu føraratroyggjuni slóðað somikið fyri, at Treysti er blivið eitt lívligt felag við nógvum limum og virksemi.
Renning kemur á móta, og í 2002 eru Gutti og hini í Treystinum viðvirkandi til, at Frælsur ítróttur fær stovnað egið sersamband í ÍSF.
Gutti er sjálvandi eisini við, tá ið Badmintonhøllin gerst veruleiki, og hetta gevur Treystinum eitt felagshøli og karmar til innandura venjing.
Tá ið eitt mál er rokkið, er tíðin komin at seta eitt nýtt. Hetta hevur eyðkent virksemið hjá Gutta øll árini, og soleiðis er tað enn.
Í míni tíð sum borgarstjóri havi eg av fyrstu parkett upplivað, hvussu eldhugaður og arbeiðssamur Gutti er.
Stóra málið nú er rennibreytin, sum ynski hevur verið um í nógv ár. Sum umboð fyri Treysti hevur Gutti verið partur av arbeiðsbólkinum frá byrjan, og ein so stór verkætlan er eitt sindur sum eitt marathon, sum man kann petta sundur í deilmál.
Beint nú eru vit við eina av mongum mállinjum, tí tilboðini um arbeiðstøku koma inn nú í hesum mánaðinum.
Og vit gleða okkum sjálvandi øll til at røkka endaligu mállinjuni á tí túrinum, so at siga.
***
Góði Gutti.
Tú hevur runnið fremst í so nógv ár og á so nógvum teinum. Og tí standa vit við hávirðing saman við tær her í kvøld og staðfesta, at tú ert fyrimyndarligur.
Tú hevur altíð verið lættur á fótum og lyndi, og sjálvtum sjúka hevur givið tær tungar mótbrekkur seinastu árini, so hevur tú runnið víðari.
Tú ert ongantíð steðgaður, og tú slóðar framvegis fyri.
Tað eru vit mong, sum takka hjartaliga fyri, og vit ynskja tær eisini hjartaliga til lukku við væl uppiborna heiðrinum.
Persónliga vil eg eisini takka tær fyri títt heilhjartaða og inspirerandi íkast í samband við at gera dreymin um rennibreytina til veruleika.
Frá byrjan hevur tú við treysti og trúfesti lagt fulla orku í verkætlanina, og eg tori at siga, at tín leiklutur og verimáti í tilgongdini hevur havt avgerandi týdning fyri, at arbeiðið hevur gingið so væl higartil.
So túsund takk fyri tað.
***
Sjálvt um tú í nógvar mátar minnir um ein einmansher, so er tað sjálvsagt, at ongin klárar alt einsamallur.
At vera fremst krevur eitt gott bakland, og tað hevur tú í familjuni. Í Ingun, Jan Elmari og Kamillu, og ikki minst í øllum vinum, kappingarneytum og makkarum í ítrótti og øllum lutum. 
Og tí vil eg eisini nýta hetta høvið at ynskja øllum tykkum, sum hava fylgt, og framvegis fylgja, Gutta á hesum væl runna teininum seinastu mongu árini, hjartaliga til lukku.
***
At enda havi eg her eina gávu til tín frá okkum øllum í Klaksvíkar kommunu, sum eg vil biðja teg koma her og taka ímóti.
Enn einaferð, hjartaliga til lukku!
Takk fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin