Lýsing
Lýsing

Røða: Ísrael sjeyti ár

SKRIVAÐ: Svenning av Lofti  |  17.05.2018 - 08:31 Tíðindi

Røða, sum Svenning av Lofti helt á Vaglinum í Havn mánadagin 14. mai á sjeyti ára hátíðarhaldinum fyri stovnanini av Ísraelska státinum.

Mynd: Sverri Egholm, portal.fo 

Fleiri myndir her

Tá ið eg var 8 ára gamal smádrongur, meðan eg gekk í túninum norðuri á Eiði, fór fram ein stórhending úti í heimi, sum eg tá ikki gav mær far um. Útvarpstól var ikki i húsinum hjá okkum.

Einasta tíðindakeldan í okkara húsi tá var Dimmalætting. Stórhendingin, sum fór fram, var, at eitt barn varð borið í heim, sum ruddaði forsíðuna á sjálvum tí kenda amerkanska dagblaðnum New York Times, dagin eftir at hetta barnið var føtt. Síðani hetta barnið varð borið í heim hava heimsins fjølmiðlar umrøtt tað, meiri ella minni hvønn einasta dag síðani.

Umstøðurnar hjá hesum barni at koma í heimin vóru ikki bjartar. Nei, so ringar, at flestu spáddu, at kom hetta barn út í burðarliðin, so kom tað ikki longur, men fór at verða kvalt í føðingini.

 

Profetaorð Esaiasar lýsa so framúr væl júst hesa hending:

”Hvør hevur hoyrt slíkt! Hvør hevur sæð tess líka! Verður LAND borið í heim eftir einum degi! Verður TJÓÐ fødd eftir einari løtu...? Skuldi eg latið barnið komið í burðarliðin og forðað tí at verða føtt...?”

 

Men hetta barnið, Ísrael, kom ikki einans út í burðarliðin, men kom væl skapt í heim.

Sjáldan hevur nakar nýføðingur í hesum heimi havt verri fortreytir at verða føddur undir. Sjáldan hevur nakað barn havt fortreytirnar og livilíkindi ímóti sær, sum hetta barn.

Men hetta barn fekk gott í beinini og mentist.

Trúgvin hjá foreldrunum var klettaføst eins og trúgvin hjá mammu Mósesar, tá ið hon í trúgv goymdi nýbornabarn sítt fyri vreiði Farao kongs í Egyptalandi á sinni. Trúgvin var ikki minni, tá ið hon ikki longur kundi fjala barnið, men í sevkurv setti barnið út í ánna Nilen. Haðani varð barnið bjargað inn í sjálva kongshøllina. Seinni varð hetta sama barn kosið at leiða jødiska fólkið úr trældómi Egyptalands – út í frælsið. Móses leiddi fólkið gjøgnum oyðimørk Arabiu og inn í lyftisins land, har tey búðu til ár 70-73 eftir Kristus, tá ið jødisku íbúgvar Massada – sum teir seinastu - lútaðu í stríðnum móti heimsveldi Róms, og teir og Ísrael mistu sítt frælsi, til teir fyri sjeyti árum síðani aftur gjørdust harrar í egnum húsi.

Tí hátíðarhalda vit sjeyti ára dag Ísraels her í dag. Sjeyti er ikki nakað tilvildarligt tal í søgu Ísraels. Ísraelsfólk var í útlegd í Bábel í sjeyti ár.

Ein av útlegdarmonnum Ísraels var Dániel, sum júst tá vaknaði andaliga fyri heimkomu fólksins eftir profetiska spádómsorði Jeremiasar profets. Sama fer helst at verða jødunum fyri í sambandi við sjeyti ára dag teirra nú. Profetaandin hvílir framvegis yvir hesum Guds ognarfólki.

Barnið við vánaligu livilíkindunum og døpru metingunum fyllir sjeyti í dag. Barnið Ísrael hevur vaksið seg til fullvaksnan og máttmiklan mann millum allar aðrar menn kring heimin.

Frá at tørva alla møguliga hjálp í føðingarverkjunum og fyrstu stetlandi fetunum hevur hetta barnið við sínum ómetaligu landnámum á flestu økjum – ikki minst í hátøkni - lønt øllum heiminum við almiklum framstigum.

Tá ið eg vaks upp, varð ein signaður við lærarum í skúlanum og sunnudagsskúlanum, monnum og kvinnum, sum talaðu um landið Ísrael, um søgu tess í fortíð og framtíð og framtíð.

Vit takka Gudi fyri hesi nærløgdu undangongufólk, ið løgdu eitt andaligt og søguligt hástøði niður í okkara viðkvæmu barnasál, og sum løgdu niður í okkum ein kærleika til heilaga landið og jødiska fólkið, sum gjøgnum longu og drúgvu øldirnar hevur stríðst fyri einans at vera til.

Kanska eingin onnur tjóð skilur tilverustríð jødanna, sum vit føroyingar. Hvussu teir hava verið rændir fyri tilverurætt sín langt aftur í tíðina. Teir mistu ikki einans yvirræðið yvir egnum landi, men mistu hebraiska tungumál sítt í øllum meldrinum av útlegd og feigdarboðum, ið skolaðu yvir hesa ørmu tjóð og fólk tess í útlegd teirra hesi seinastu meiri enn 2000 árini – og hvussu tey hava verið jagstrað og hatað millum tjóðirnar einans tí, at tey vóru jødar. Men teir fingu móðurmál sítt aftur eftir tógvið stríð – eins og vit føroyingar.

Í báðum førum einstøkum undangongumonnum fyri at takka.

Men í dag fyri sjeyti árum síðani endurfesti tjóðin aftur røtur í heimlandi sínum Ísrael.

Tí halda vit henda dag her á Vaglinum í Havn. Vit fegnast, at Sameindu Tjóðir og heimsins lond viðurkendu løgfrøðiliga óðalsrætt jødanna til heilaga landið. Hetta var í eini tíð, tá ið landið mest sum – alt sum tað var – var oyðimørk. Hundraðtúsundtals fermetrar av hesum lítla landi var ódýrkandi mýrilendi.

Til dømis var Huledalurin norðanfyri Genezaretsvatn allur, sum hann var, eitt stórt mýrilendi. Av fyrstu jødisku niðursetufólkunum fyri meiri enn hundrað árum síðani lótu fleiri lív av malariasjúkuni.

Somuleiðis var allur Jisraelsslættin, sum er láglendisfløtan, ið breiðir seg frá Karmelsfjalli í vestri til Nazaret og Taborfjall í eystri, øll sum hon var eitt stórt mýrilendi. Men eisini her fóru jødisku niðursetufólkini inn í ein landbúnaðarbardaga móti malariasóttini og øðrum ágangi, sum hótti við at forða útinnnandi landbúnaðarverki teirra.

Men jødiska fólkið gavst ikki á hondum, men helt á at dýrka hesi og onnur øki, ið lógu sum ein ”oyðimørk, fyri eygum hvørs mans, ið framvið gekk”, sum profeturin

Ezekiel málber seg, tá ið hann tosar um framtíð Ísraels – á okkara døgum.

Teir innfluttu Ekalyptustrø úr Australia fyri at gróðurseta tey í nevndu mýrilendum. Teir so at siga fluttu hesi trø “frá endum jarðarinnar.” Teir vistu, at hesi trø høvdu tann serstaka eginleika, at tey høvdu tørv á serstaka nógvari vætu, og var tað nakað, sum var í hesum mýrilendum, so var tað júst væta.

Úrslitið og lønin fyri drúgva og áhaldandi bardagan móti mýrilendunum og malariasjúkuni gav glæsilig úrslit. Bæði Jisraelsslættin og Huledalurin tornaðu upp. Malariasjúkan hvarv og fyrrverandi veldigu økini av mýrilendi gjørdust fruktbarastu landbúnaðarøkini í Ísrael.

Soleiðis varð arbeitt og gingið fram stig fyri stig til landið alt í dag er sum ”urtagarður Edens” (Ezekiel 36).

Jú, vit føroyingar kenna samhuga við hesum fólki, ið hevur strítt fyri sínum tilverurætti – rættinum at búgva, liva og virka í egnum landi við egnum máli og tjóðareyðkennum.

Fýrati av teimum sjeyti árunum, sum føðingardagsbarnið hevur lagt aftur um seg, hevur tað verið mín framíhjárættur at leiða túsundtals av landsmonnum mínum gjøgnum hetta gróðrarmikla og sera framkomna landið, bæði landbúnaðarliga, heilsuliga og tøkniliga. Viðvíkjandi framkomnari tøkni so telist føðingardagsbarnið í fremstu røð millum heimsins tjóðir.

Haldi ikki, at eg taki munnin ov fullan, tá ið eg sigi, at jødar í og uttanfyri Ísrael eiga bróðurpartin av heimsins nobelvirðislønarvinnarunum. Hesi, sum við sínum íborna skaparalyndi og framstigum, hava lyft heimin upp á eitt hægri støði.

Føðingardagsbarnið Ísrael er fjølgað mikið hesi seinastu sjeyti árini. Talið av eftirkomarum er í dag út móti 9 milliónum.

14. mai í 1948 var ísraelska fyribilsstjórnin kallað saman í húsinum hjá Disengoff, borgmeistara, í Tel Aviv. Teir kallaðu hesi 37 jødisku ábyrgdarfólkini saman. Stórhending var á skránni. Fyrst varð Tjóðsangurin Hatikva sungin. Hann snýr seg um vónina at venda aftur til Jerusalem, vónina um at koma aftur til landið..

Ósemja var um sjálva orðingina í yvirlýsingini um stovnanina av státinum – um navn Guds skuldi í yvirlýsingina. Tað endaði so við, at orðingin skuldi verða henda:

”Í áliti á Klett Ísraels skriva vit undir hesa yvirlýsing á hesum bráðfeingis ríkisfundi á heimlandsins jørð í býnum Tel Aviv við byrjan sabbatsins hin fimta dagin í árinum 5708, t.v.s. 14. mai 1948. 

Tá ið Ben Gurion, sum var kosin fyrsti forsætisráðharri, var liðugur at halda røðu, ráddi øðrvísi andi á fundinum. Rabbi Maimon, ið var komin úr Jerusalem, og sum var kosin til mentamálaráðharra, fór upp á pallin. Tár runnu honum eftir kjálkum, tá ið hann las stóru takkarbønina og takkaði Gudi fyri, at hann hevði ført Ísrael fram til henda dag og segði:

”Prísaður veri Gud, sum hevur latið okkum uppliva henda dag.”

Nú eru so sjeyti ár liðin síðani henda søguliga dagin í heimssøguni. Ísrael er ikki í útjaðaranum av heimssøguni. Nei, vit kunnu siga, at Ísrael er í miðdeplinum í heimssøguni og fer at verða tað til tíðarinnar enda.

 

Eg fari at minna øll á nakrar veruleikar, ið vit eisini hugsa um ein slíkan dag:

1. Gud Ísraels er okkara Gud!

2. Bíblian er skrivað av jødum!

3. Fyrstu tólv lærisveinar Jesusar vóru jødar!

4. Tann fyrsta samkoman á fold var ein samkoma av jødum.

5. Jesus, frelsari okkara, var jødi!

 

Hugaligt var at síggja býarbussarnar í Havn seta sín dám á tjóðardagin við at flagga við ísraelskum fløggum. Takk, tit mongu í hundraðtali, ið eru komin til sjeyti ára hald Ísraels á Vaglinum í Havn í dag.

Gud signi Ísrael. Gud signi Føroyar!

Svenning av Lofti

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-HB
Team Klaksvík tapti greitt
KÍ tapti aftur
Boksibrak í Klaksvík
Tilætlað álop á fiski­mannin
Lat bara tað almenna gera alt!
Hokus, pokus – flyta fokus
Niels Uni Dam: Eg renni yvir at klemma K…
Vestmenn­ingar vitja hjá Team Klaksvík le…
HB, GÍ, KÍ og nú møguliga HB
1.deild hjá KÍ spælir toppdyst í Klaksví…
Heini á Marknagili givin á Skip­afelagnum
Andrew væntar FM veitslu við Djúpumýru s…
Bøn fyri óføddu børnunum – men hvat gera…
Avvarðandi hokna undir arbeiðsbyrðuni
Góðu Mikkjal og Tummas
Áhugavert kvøld í Haldórsvík
Ferðslu­trygdin á Skúlatrøð
Hotel Hafnia stuðlar Parasport Føroyar
KSS og Looknorth í Íslandi
Lýsing