Lýsing
Lýsing
Lýsing

 "You'll never walk alone"

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  17.05.2018 - 09:22 Ítrottur Mentan Myndarøð

18 ára gamla Rebekka Fuglø, ein av fremstu rennarunum í Føroyum, vann sítt fyrsta gullmerki í kapping á Norðoyastevnu í 2003, sum 10 ára gomul. Fá ár seinni, gjørdist Gutti venjari hennara. Rebekka helt eina rørandi og viðkomandi røðu fyri Gutta á samkomuni fyri honum í býráðshøllini. 

Vit hava valt, við góðkenning frá Rebekku at almannakunngera alla røðu hennara. Gerið so væl:

Góði Gutti :)

Hjartaliga til lukku við Poul E. Petersen heiðursskjalinum, sum tú hevur vunnið fyri títt støðuga og dugnasama sjálvbodna arbeiði, serliga innan frælsa ítróttin. Tað eru heilt sikkurt rættiliga mong við mær, sum gleðast saman við tær, eru stolt av tær, og ikki minst - hava notið gott av hesum sjálvbodna og nærlagda arbeiði tínum. Tú ert ein eldsál burturav. Tað vita øll, sum kenna teg, og sikkurt eisini tey, sum bara hava hoyrt um teg. Eg vil samstundis eisini ynskja tær, Ingun, hjartaliga til lukku, tí at uttan tín dygga stuðul hevði hetta nokk ikki borið til. So til lukku til tín, tú ert ein megnar kvinna.

Gutti, nú hava vit kentst í nógv ár eftir hondini, ja líka síðani eg var smágenta. Eftir at eg á Norðoyastevnu í 2003, sum 10 ára gomul, vann mítt fyrsta gullheiðursmerki í renning, gingu nøkur fá ár, so bleiv tú venjari hjá mær. Eg visti ikki beinanvegin tá, at tað var tað tú vart, men eg minnist, at tú meylaði venjingarætlanir til mammu, har tað stóð hvat eg skuldi renna. Ella hvør veit, kanska vóru hesar venjingarætlanir upprunaliga ætlaði til mammu, sum síðani valdi at skumpa tað yvir á meg..?

Nei tvætl, skemt til síðis eina løtu.

Júst hvussu alt bleiv sum tað bleiv, minnist eg ikki rættiliga, og eg visti heldur ikki tá, hvussu stóran týdning og leiklut tú faktiskt fórt at hava fyri mína yrkisleið sum rennari og fyri mítt lív sum heild.

Men tað veit eg nú. Tú bleivst mín vegleiðari í renningini, og tað hevur tú verið líka síðani. Í viðgongd og í mótgongd hevur tú nú í 10-12 ár verið mín holli stuðul - altíð tøkur við hjálp, góðum ráðum og einum góðum rennipráti og tað vil eg takka tær so hjartaliga fyri.

Tú ert ein undangongumaður. Ja ein sannur slóðbrótari í føroyskum rennihøpi. Við øllum tínum ídna og framtøkna arbeiði, har tú, saman við øðrum eldsálum, hevur skipað fyri rennitiltøkum bæði í eyst og vest og verið við til at stovna bæði okkara heimfelag, Treysti og eisini sersambandið, FÍF,  hevur tú verið við til at slóða fyri, so at vit onnur kunnu renna aftaná og gleðast um, at tað vóru undangongumenn og undangongukvinnur sum vildu og arbeiddu fyri framgongd. Og ikki at gloyma, hvussu tú í fleiri ár hevur arbeitt fyri at fáa eitt stadion til frælsan ítrótt í Klaksvík. Eg gleði meg í øllum førum til komandi ár, tá hetta vónandi verður veruleiki.

Lívið hevur lært meg, at tað eru stundum onnur, sum draga ein fram í lívinum. Hetta kunnu tey gera á ymiskan hátt, eitt nú við at geva tær eina uppmuntring, ein møguleika, eina innbjóðing ella eina viðmerking. Okkurt sum er við til at vekja tað potentialið, sum er í einum øðrum.

Ein slíkan leiklut hevur tú havt fyri meg og eg trúgvi fyri allan ungdómshópin í Treysti, umframt enn fleiri við. Tú hevur sæð potentiali í okkum og so hevur tú hjálpt okkum á leiðini, til at náa okkara dreymum í renningini. Og soleiðis er tað stundum í lívinum. Fólk koma á okkara leið, og kunnu fáa stóra ávirkan á okkara lív beinleiðis ella óbeinleiðis. Og vit kunnu koma á leiðina hjá onkrum øðrum, og hava ávirkan á teirra lív. Tá vit síggja eitt potentiali, kunnu vit vera við til at framelska tað, vit kunnu vera við til at sáa og væta, so at lívið hjá einum øðrum kann blóma.

Eg vil hervið vegna meg og ungdómshópin í Treysti siga tær so hjartaliga takk fyri alt tað, sum tú hevur verið og framvegis ert fyri okkum. Tú ert ein sonn fyrimynd. Takk fyri alla ta tíð og orku tú hevur lagt í at venja okkum. Takk fyri felagið Treysti, sum er ein góður felagskapur at vera partur av. Takk fyri allar venjingarætlanirnar, sum tú hevur snikkað til okkum. Takk fyri vegleiðing og uppmuntring bæði til venjing og kapping. Takk fyri allar tær løtur har tú hevur bíðað, verið sjaffør, ferðaleiðari, og mangt annað. Takk fyri at tú gleðist saman við okkum tá tað gongst okkum væl og at tú hjálpir okkum at koma víðari og hyggja frameftir, tá vit halda at tað hevur miseydnast. Takk fyri allar tær løturnar, har tú hevur rópt millumtíðir, skipað fyri venjingum, kappingum og bæði einum og øðrum. Takk fyri allar løturnar á Svangaskarði, í badmintonhøllini og aðrastaðni. Og takk fyri at tú ert áhugaður í at tað gongst okkum væl.

Í dag feira við hendan heiðurin saman við tær. Vit feira lívið og tað góða, sum hendir í lívinum. Og samstundis fegnast vit um, ikki bara tað, sum tú gert, men eisini, og serliga, um tað sum tú ert. Tí at tað sum tú ert og tað at tú hevur tað gott, hevur nógv størri týdning, bæði fyri teg, tína familju og øll okkum onnur.

Eg fari at enda við at sitera úr einum sangi, sum eg haldi lýsir væl tín hugburð. Eg veit ikki um tú kennir sangin, men hann ljóðar soleiðis:

 

”When you walk through a storm

Hold your head up high

And don't be afraid of the dark

 

At the end of the storm

Is a golden sky

And the sweet silver song of a lark

 

Walk on through the wind

Walk on through the rain

Though your dreams be tossed and blown

Walk on walk on with hope in your heart

And you'll never walk alone

 You'll never walk alone”

 Alt tað besta og Guds ríku signing til tín og familjuna, bæði nú og framyvir.

 Takk fyri!

YNWA

Rebekka

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…