Lýsing
Lýsing
Lýsing

Høgligari hjá Fugloyingum við oljuveiting

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  17.05.2018 - 11:35 Mentan Myndarøð Tíðindi

 

Eitt samstarv ímillum SEV, Strandferðsluna,  oljufelagið Magn, Fugloyar Kommuna, samskipað av Heilsu- og Innlendismálaráðnum varð staðfest í gjár úti á Kirkju.

Tað var landsstýrismaðurin í Heilsu og Innlendismálaráðnum, Siri Stenberg, ið konfirmeraði samstarvið, við talu síni, í samband við at fyrsta húsið á Kirkju fekk olju í brennioljutangan uttan at knossast við oljutunnur.

Tað var Christian Christiansen, sum lat olju í tangan hjá elsta manni í oynni,  Absaloni Absalonsen, uttan at pumpa ella stoyta úr eini tunnu.

Fyri okkum onnur, ið eru von við, at oljan í brennioljutanga okkara bara kemur í tangan av sær sjálvum, um vit hava slatt borð peningaliga við okkara veitara. So hevur dagligdagurin úti í Fugloy ikki verið soleiðis.

Mannagongdin hevur verið hentan: Manglaði tú olju í tangan, so var at ringja til Klaksvíkar ella til Havnar at “bestilla” olju. Nakrar dagar aftana, so fekst tú 5 oljutunnur við 200 litrum í, settar upp á lendingina eitt nú í Kirkju, tað syrgdi Strandferðslan fyri.

Men síðani var uppgávan tín, at fáa tunnurnar til hús. Har var so eitt at gera, sjálvur at finna útav, hvussu tú fekst oljuna úr tunnunum og niður í tangan. Síðani mátti tú aftur av húsum  oman á lendingina við tunnunum, tí tær skuldu aftur til Klaksvíkar til veitaran hjá tær, og hetta arbeiðið skuldi tú sjálvur eisini finna útav.

Klárt er, at megnaði tú ikki sjálvur at fáa tunnurnar allan vegin av lendingini og til hús, ja, so var eitt at gera, og tað var at biðja grannar og bygdafólk hjálpa tær við hesum arbeiði.

Hetta kann ikki bara hava verið lætt. Nú vit vóru har úti ein vakran maidag, gekk okkum væl at leggja at og koma niðan frá. Men lætt er at ímyndað sær, at tað at baksast við oljutunnur ein illveðursdag á vetri og kanska harafturat í nógvum kava, í lítlari bygd, har helst ikki verður grivið fyri kava. Tað má hava verið eitt ótrúligt knoss.

Og so ikki at gloyma svansið við oljutunnum.

Oljutunnur myndaðu eisini bygdina, sum sæst á myndunum. Tað verður nú ein farin tíð.

Jú. Hetta var heilt víst ein sera stórur dagur fyri øll sum búgva á oynni og tí var onki at undrast um, at dekkað var til háborðs í lærarahúsunum á Kirkju.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…