Lýsing
Lýsing
Lýsing

“Vit skulu burturfrá politiskari útlutan”?

SKRIVAÐ: Beinir Johannesen, býráðslimur  |  17.05.2018 - 19:48 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Hetta vóru í øllum førum lyftini, ið vórðu lovað, áðrenn valið. Føgur orð um, at nú skuldu vit fáa eina “marknaðargrundaða” skipan, har øll skuldu sleppa framat fólksins ogn á jøvnum føti. Hetta skuldi vera gjøgnum eina uppboðssøluskipan, har øll veiðirættindi skuldu á. Nú skuldi tað ikki vera soleiðis longur, at landsstýrismaðurin skuldi deila rættindi ókeypis út!

Gongdin í fiskivinnuni peikaði beint uppeftir eftir eitt tungt tíðarskeið, og høvdu vinnulívsfólk gjøgnum bæði góðar og ringar tíðir við dirvi og dugnasemi skapt sterkar vinnufyritøkur, ið sanniliga hava verið til gagn fyri teirra nærumhvørvi og øki.

Hesar fyritøkur vóru sambært teimum, ið nú sita við valdið, vorðnar ov stórar. Nú skuldi tilfeingið javnast út til øll.

Semja fekst ikki um ta svøku hugsjónina um uppboðssølu, so nú mátti mann aðrar leiðir: menningarkvotur!

Nú skal landstýrismaðurin sjálvur útnevna eina nevnd, ið skal taka støðu til, hvør skal fáa part av fólksins ogn ókeypis við hesum arbeiðssetningi, har tú skalt lúka eitt av hesum krøvum:

a) avmarkaðari atgongd til sjófeingi,
b) stórum arbeiðsloysi, ella
c) støðugt minkandi fólkatali í tí økinum, har virksemi og verkætlan verða framd, í mun til onnur øki.

Tískil lúka nýggir íverksetarar úr teimum økjum, har stórir aktørar eru frammanundan, ikki ta fyrstu treytina fyri at fáa menningakvotu. Sterku fyritøkurnar hava skapt framburð fyri økið, og nú verður økið revsað, og verður spent bein fyri møguligum nýggjum aktørum.

Hetta er ikki í lagi - framburður skal ikki revsast, men lønast!

Vit vita øll, at har tað verður sáað, verður heystað. Tú kanst tí vænta, at økini, har sterku fyritøkurnar halda til, skapa fólk, ið hava sama dirvi og dugnasemi, sum fólk úr hesum fyritøkum hava, og tey sjálvsagt kunnu vera við til sjálv at skapa sterkar vinnufyritøkur, og eisini vera við til at skapa nýhugsan innan okkara høvuðsvinnu.

Tískil er tað als ikki í lagi, at tað verður farið undir at útluta rættin til at veiða politiskt, og tú samstundis spennir bein fyri komandi aktørum í fiskivinnuni.

Beinir Johannesen

Býráðslimur Fólkafloksins í Klaksvíkar Kommunu
Næstformaður í Huxa

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…