Lýsing
Lýsing

Tyrvingarplássið í Oyndarfirði verður fríðkað

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  18.05.2018 - 09:22 Myndarøð Tíðindaskriv

Nú størsti parturin av tyrvingarplássinum hjá IRF í Oyndarfirði verður niðurlagdur, verður farið undir at fríðka um økið.

Lendið verður nú slættað út og skervur lagdur á. Síðan kemur ein dúkur á, og út yvir hendan kemur eitt lag av mold. At enda verða grasfræ stroydd út yvir alt økið. Endamálið er at fríðka um lendið, soleiðis at tað aftur gerst ein natúrligur partur av vøkru náttúruni við bygdina.

Í løtuni ger IRF avtalu við Runavíkar Kommunu um at halda áfram at nýta eitt lítið øki til at tyrva, inntil nýggja tyrvingarplássið í Kvívík væntandi verður klárt í 2020.  Tað er bert øska frá Brennistøðini hjá IRF, sum verður tyrvd í Oyndarfirði,  og fer annað tyrvingarburturkast suður til tyrvingarplássið í Trøllavík.

Øll tyrvingarplássini hjá IRF eru umhvørvisgóðkend, og verða tey nýtt til:

Burturkast, sum ikki skal brennast
Burturkast, sum ikki kann endurnýtast
Burturkast, sum ikki er serliga dálkandi

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…