Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gev burturav tínum data til onnur ið tørva tað

SKRIVAÐ: Hey  |  18.05.2018 - 15:10 Tíðindaskriv Vinna

Nú kunnu kundar hjá telefelagnum Hey geva burtur av sínum data til onnur. Hey hevur nevniliga ment eina nýggja tænastu ið fyri fyrstu ferð ger tað møguligt at deila data ímillum vinir, familju og kenningar.

Televeitarin Hey hevur sett sær fyri at gera føroyska telemarknaðin meira kundavinarligan. Herfyri kom felagið við nýggju tænastunumDatarull har til ber at goyma óbrúkt data til næsta mánað og Bjóða við har tú fært data fyri at bjóða øðrum at gerðast kundi hjá Hey, og í dag kemur felagið við enn einari nýskapandi data tænastu, sum føroyskir telekundar hava ynskt sær.

“Vit hava spurt okkum fyri hjá alskyns fólki kring oyggjarnar hvat tey ynskja sær allarmest frá sínum televeitara, og mest umbidna ynski var at sleppa at geva burturav sínum data til onnur, ið hava størri tørv á tí. Okkara mál er at gera føroyska telemarknaðin meira kundavinarligan og tí hava vit nú ment tænastun a Gev data, har Hey kundar kunnu geva øðrum Hey kundum av sínum óbrúkta data”, sigur Rói B. Poulsen, privatkundastjóri í Hey

Hey er avbjóðarin á føroyska telemarknaðinum. Frá byrjan hevur Hey virkað fyri kapping og menning í Føroyum, sum kemur brúkaranum til góðar. Televeitarin var fyrstur at bjóða 3G og 4G í Føroyum, og seinastu árini hevur Hey áhaldandi ment framkomnar og nýskapandi fartelefon tænastur,umframt at lækkað prísirnar á telefoni, m.a. við bíligari møguleikum fyri ung og familjur og til fartelfonkundarnir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund