Lýsing
Lýsing
Anfinn Olsen, reiðari | Mynd: kvf.fo

Viðmerkingar til Høgna Hoydal um sáttmálaviðurskifti

SKRIVAÐ: Anfinn Olsen, formaður í Reiðarafelagnum  |  18.05.2018 - 15:43 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi Vinna

Eg gjørdist bilsin, tá eg hoyrdi samrøðuna við Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, í útvarpinum á miðdegi mánadagin.

-Eg skilji ikki, hví manningarfeløgini ikki krevja sín rætt og nokta at gjalda. Tað sum hendir nú ... síggi eg sum eina ávísa provokatión frá reiðarunum, kanska til at øsa manningarnar upp ímóti uppboðssøluni, segði Høgni Hoydal í formalinum og samrøðuni.

Hetta er ein óvanlig og óhóskandi uppílegging frá einum landsstýrismanni í viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum. Við hesum orðum heitir landsstýrismaðurin á partar á arbeiðsmarknaðinum um at bróta ein galdandi sáttmála.

Tað er upp til partarnar á arbeiðsmarknaðinum at avtala lønarviðurskiftini, og her skal politiska skipanin halda seg langt burtur.

Eftir sáttmálunum millum Reiðarafelagið og manningarfeløgini, sum eru galdandi til 1. apríl í 2019, er gjald fyri keyptar kvotur loyvdur frádráttur.

Í samrøðuni sigur landsstýrismaðurin eisini, at tað er eitt nýtt sterkt arbeiðsmarknaðaramboð, at tað er ásett í lógini um sjófeingi, at manningarnar skulu lønast eftir sáttmálunum við manningarfeløgini.

Hetta er spæl fyri gallarínum. Við undantak av útróðrarbátum og trolbátum eru øll reiðarí limir í Reiðarafelagnum, og tey hava skyldu til at fylgja teimum sáttmálum, sum eru við manningarfeløgini. Hesa skyldu hava tey altíð havt. Hesir partar vilja framhaldandi avgreiða síni viðurskifti eftir galdandi reglum á arbeiðsmarknaðinum uttan politiska uppílegging.

Fiskivinnan hevur verið ímóti uppboðssølu. Fiskivinnan hevur tikið undir við eini nýskipan, men ikki við henni, ið er samtykt í lógini um sjófeingi.

Um endamálið við lógini um sjófeingi verður sagt, “at tilfeingisrentan – tann serligi eyka vinningurin av avmarkaðari atgongd til sjófeingi ... eigur í mest møguligan mun at falla til landið”.

Í nýskipanarálitinum verður víst á, at Búskaparráðið í síni frágreiðing í 2014 við útrokningum staðfesti, at meira enn helmingurin av árligu tilfeingisrentuni fellur til manningarnar. Hetta er ráðgevingin frá Búskaparráðnum og búskaparfrøðingum í Fiskimálaráðnum. Tí er tað eisini í tráð við lógina, at manningarnar eisini luttaka.

Tað er greitt, at landsstýrissmaðurin hevur ein trupulleika, nú hann hevur trýst verandi lóg um sjófeingi ígjøgnum ímóti viljanum hjá vinnuni.

Tí er tað óhóskandi, at hann nú royndir at skáka sær undan teimum trupulleikum, ið eru skaptir, við at leggja seg út í sáttmálaviðurskiftini hjá fiskivinnuni á sjónum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…