Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ymiskt hevur verið vindi í Føroyum í dag. Veðurstøðir Landsverks hava sagt frá øllum ímillum fleyr og storm. | Mynd: letsgoslow.com

Suðurættin – hvussu er hon?

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  19.05.2018 - 19:36 Tíðindi Veðrið

Eitt lágtrýst hevur lat seg yvir Ísland. Trýstið í miðjuni er niðri á 978hPa, og tað er eitt sindur lágt. Luftin melur ímóti klokkuni rundan um eitt lágtrýst, og tí er suðurætt í Føroyum í dag – seinnapart og kvøld.

Nakrar tímar eftir midnátt fer ættin at broytast….

Hvussu skikkar suðurættin seg í Føroyum? Vit hava mátistøðirnar hjá Landsverki at siga okkum eitt sindur um tað.

Vit byrja vit flogvøllinum. Flogfarið hjá Atlantic, sum skuldi fara lenda klokkan 13.40, lendi ikki fyrr enn klokkan 14.43. Tað skuldi fara aftur til Keypmannahavnar klokkan 14.35, men fór ikki fyrr enn klokkan 15.40. Flogfør hjá SAS hvørki komu ella fóru í úr Vágum dag.

Mátistøð Landsverks í Mykinesi hevur víst, at vindferðin í hvirlunum seinnapartin hevur verið um 23 m/s – miðalvindurin hevur verið um 18 m/s.

Í Klaksvík – á Gerðabøi – hava hvirlurnar seinnapartin verið tær somu sum í Mykinesi, men miðalvindurin hevur verið um 11 m/s.

Við Tjørnuvíkarvegin hevur veðurstøðin hjá Landsverki víst miðalvindferð seinnapartin, sum hevur verið um 4 m/s – hvirlurnar hava ligið um 12 m/s.

Kundi tikið aðrar veðurstøðir, men tær bíða til eina aðru ferð.

Suðurættin fer ógvuliga ymiskt við sær kring landið….

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund