Lýsing
Lýsing
Lýsing

Upptakt: AB-KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  21.05.2018 - 07:19 Ítrottur Tíðindi

AB hevur fingið fleiri stig enn KÍ seinastu fimm umførini og hevur eisini tikið stig í tveimum teimum seinastu innanhýsis uppgerðunum á Argjum, sum vóru afturi í 2016.

KÍ liggur nakað frammanfyri AB í stigum eftir 11 umfør, men tó eru orsøkir sum vísa á, at KÍ kann fara at fáa ein sera truplan dyst á Argjum í dag. Í 2016 hevði KÍ eitt sera gott kappingarár, men í tveimum royndum á Argjum megnaði KÍ bara at fáa eitt stig og serliga tapið í 25. umfarinum var av mongum mett sum avgerandi fyri, at KÍ ikki vann FM hetta árið. Hyggja vit eftir seinastu fimm umførunum, so hevur AB við 6 stigum fingið eitt meir stig enn KÍ um somu tíð. Tí er lagt upp til ein spennandi dyst á Argjum í dag, har KÍ hevur brúk fyri øllum stigunum eftir eina røð av minni góðum úrslitum, meðan AB hevur brúk fyri einum sigri fyri at koma uppum 9. pláss, sum kann geva niðurflyting.

Hjá AB eru flest allir leikarar tøkir í løtuni. Hjá KÍ eru Hákun Edmundsson og Kristoffur Jakobsen framvegis skaddir, ivamál er um Ólav Niclassen vegna skaða, meðan Jákup B. Andreasen hevur leikbann. Seinast var Jóannes Bjartalíð ikki tøkur at spæla frá byrjan vegna skaða og ivasamt er eisini, um hann verður tað í dag. Hinvegin er Deni Pavlovic tøkur aftur eftir leikbann, eins og Ísak Simonsen nú tykist vera heilt komin fyri seg eftir skaða. Hann spældi allan seinna hálvleikin seinast.

Dysturin á Argjum í dag byrjar kl. 17.15. Dómari verður Rúni Gaardbo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar