Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vakurt suðurlendskt huglag í Vestmanna | Mynd: Bátafestivalurin í Vestmanna

Rigga til Bátastevnu í Vestmanna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.05.2018 - 11:49 Mentan Myndarøð Tíðindi

Endamálið við broytingunum til bátabrúgvarnar er at skapa ein hugna úti á brúgvunum, siga fyrireikarnarnir av bátastevnuni í Vestmanna, sum verður í døgunum 24. - 26. mai

Hetta er stevnan har bátafólk, kampingfólk og øll onnur kunnu savnast á keiøkinum í Vestmanna til hugna, undirhald og at halda sær á gaman.

Skipað verður fyri ymsum tiltøkum fyri allar aldursbólkar á keiøkinum og í tjøldunum sum verða sett upp. Matsøla verður í hugnaligum umhvørvi í stóra tjaldinum. Spæliland fyri børn verður á keiøkinum og í lítla tjaldinum.

Hósdagin 24. mai verður “syngið við” tiltak saman við Norrøna Dansiband / Magnus Magnussen.

Fríggjadagin 25. mai verður undirhald fyri børn og ung í stóra tjaldinum, har Ævintýraferðin og Kularrøtur framføra. Um kvøldið kunnu bátastevnugestir uppliva tónleikaframførslur við Jens Marna Hansen, Janus Wiberg Mortensen og Swangah. At enda spæla Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen í tjaldbarrini.

Leygardagin 26. mai verður felags bátasigling av Fútakletti inn á Vestmanna. Aftaná siglingina fáa øll ókeypis suppu og okkurt leskiligt afturvið í stóra tjaldinum, har harmonikutónleikur og felagssangur seta rættan veitsludám á Bátastevnuna. Skipað verður fyri bjargingarroynd við verjuskipi og tyrlu. Áskoðaravinarligi kappróðurin “ódnartak” verður á vágni beint við bátastevnuøkið. Róð verður á stuttum teini, einans 150 metrar. Hvør bátsmanning rør teinin tríggjar ferðir.

Leygarkvøldið spælir Norrøna Dansiband góðan “bátatónleik”á Hólmanum. So verða fyrst Eyðun Nolsøe og síðani Shamrock at hoyra á lítla pallinum í tjaldbarrini.

Í stóra tjaldinum byrjar Bátastevnudansurin kl. 23.30. Har spæla fyrst FourMen og síðan Signar í Homrum. Í lítla tjaldinum spæla  Danny & The Veetos og Finnur Koba.

Nærri kunning um bílegging av atgongumerkjum, báta- og  kampingplássum v.m. sæst á  www.bs.fo  og á Bátastevnu-appini. Har ber eisini til at síggja skránna fyri øll tiltøkini. Um spurningar eru viðv. báta- og kampingplássi ber til at senda teldupost til tilmelding@bs.fo ella við at ringja á tlf. 599350 millum kl. 8 og 16 gerandisdagar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik