Lýsing
Lýsing

KÍ best umboðað á U21 landsliðnum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  22.05.2018 - 11:57 Ítrottur Tíðindi

KÍ er saman við B36 best umboðað á U21 landsliðnum hesaferð. 

 

FSF.fo skrivar soleiðis:

- Oftani verður sagt, at um ein vinnur eitt stig á útivølli, so skulu vit vænta trý stig heima. Men hetta verður ein stór uppgáva, og skulu vit fáa stig, so krevst, at allir á og uttanfyri vøllin gera sítt allar ítarsta. Tað skal kortini eingin ivi vera um, at vit fara eftir øllum, sigur Eli Hentze, venjari.

 

Fríggjadagin 8. juni klokkan 17:00 fer føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá Finnland kemur á vitjan á Svangaskarði á Toftum. Seinast Føroyar og Finnland møttust í U21-landsliðið var í september í fjør, og tá gjørdist úrslitið javnleikur 1-1. Føroyski málskjúttin var Meinhard Egilsson Olsen.

 

Fyrireikingarnar til heimadystin eru so smátt farnar í gongd, og nú góðar tríggjar vikur áðrenn dystin hevur U21-venjarin, Eli Hentze, saman við hjálparvenjaranum, Hegga Samuelsen, úttikið 20 spælarar, ið skulu dystast við finnar.

 

Hópurin

Elias Rasmussen, Víkingur

Karstin Hansen, Skála

Jóannes K. Danielsen, KÍ

Ari Olsen, Skála

Bjarni Petersen, B36

Bartal Wardum, HB

Ólavur Niclasen, KÍ

Erlendur Magnusson, B36

Salmundur Bech, TB/FCS/Royn

Betuel Hansen, NSÍ

Jákup B. Andreasen, KÍ

Benjamin Heinesen, B36

Dan í Soylu, HB

Hannes Agnarsson, B36

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Høgni E. Nielsen, 07 Vestur

Petur Knudsen, NSÍ

Adrian Justinussen, HB

Búi Egilsson, TB/FCS/Royn

Jákup L. Thomsen, Thisted FC (DEN)

 

Ókeypis atgongd er til U21-landsdystin millum Føroyar og Finnland.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald