Lýsing
Lýsing

Rekur kringvarpið partapolitikk?

SKRIVAÐ: Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin   |  22.05.2018 - 18:01 Politikkur Tíðindaskriv

Á heimasíðuni kringvarpsins liggur eitt subjektivt videoklipp kryddað við politiskum sjónarmiðnum, sum hóska til sitandi samgongu. Hetta stríðir ímóti tí politiska óheftni, sum ein almennur tíðindastovnur eigur at hava í sínum tíðindaflutningi og sendingum

Í videoklippinum verður greitt frá um ætlanir hjá samgonguni um eina sonevnda ”stjórnarskipan” fyri Føroyar. Okkurt slag av grundlóg, ið samgongan nevnir ”evsta lóg”.

Innihaldið í videoklippinum er í stóran mun eitt partapolitiskt fjølmiðlastunt til fyrimuns fyri samgonguna.

Samanhangurin í videoklippinum er villleiðandi, og frásøgnin um Sambandsflokkin er beinleiðis ósonn. Har er heldur eingin frágreiðing um núverandi trygga grundvøllin, ið Føroyar standa á o.s.fr.

 

Undrar almikið
Tað undrar almikið, at almenna kringvarpið setur slíkt á heimasíðu sína.

Í videoklippinum verður í veruleikanum greitt frá einum óútviklaðum landi, har fólkið nóg illa dugur at fóta sær millum onnur. Stakkals Føroya fólk hevur onga grundlóg skilst.

Og nú, langt um leingi, ætla Aksel, Høgni og Poul, sum fáa føroyska húgvu á høvdið til at gera nýggja sonevnda ”stýrisskipan”.

 

Politisk snaring 
Samgongan er fyri einari ”stýrisskipan”, meðan andstøðuflokkarnir eru ivasamir, men allir uttan Sambandsflokkurin kunnu helst yvirtalast, er útsøgnin hjá KvF.

Eftir er Sambandsflokkurin, sum ikki vil, at føroyingar fáa nakra nýggja sonevnda ”stýrisskipan”, sum føroyingar langt síðan hava fingið!

Nakað soleiðis haldi eg, at ein kann lesa boðskapin frá okkara "almenna og objektiva" kringvarpi - politiskar snaringar og vendingar tróta ikki.

 

Hví ikki objektivitet? 
Spurningurin er, hví KvF ikki, sum tað eigur, lýsir málið fyri Føroya fólki. Væl og grundiga, frá øllum síðum, politiskt og fakliga. Tað burdi verið góðir fjølmiðlasiður, og tað, sum KvF er sett í verðina til.

Hetta kann illa vera Føroya land, sum Kringvarpið lýsir og kunnar um. Føroya land er væl skipað, og hevur bæði Grundlóg, Heimastýrislóg og egnað Stýrisskipan o.s.fr.

Føroya land hevur eitt umdømið, at vera millum ríkastu lond í heiminum, millum mest demokratisku lond í heiminum, millum frælsastu og javnastu lond í heiminum.

 

Einki kemur av sær sjálvum 
Slíkt kemur ikki av sær sjálvum, og tað skal verjast við hond og fót.

Tað er høvuðsorsøkin til, at vit í Føroyum hava Sambandsflokkin. Hann er sjálvt bulverkið í vælferðarsamfelagnum. Tað er tí sjálvsagt, at føroyingar kunnu vera glaðir fyri, at flokkurin ikki spælir sær við broytingum í grundlógarviðurskiftum.

Sambandsflokkurin er als ikki ímóti at nútímansgera Stýrisskipan Føroya, hetta er sagt óteljandi ferðir.

Sambandsflokkurin er fyri okkara fantastiska Ríkisfelagsskapi, og samgongan er ímóti. Tíverri skal loysingin nú lirkast inn ígjøgnum bakdyrnar við landsstýrisins ætlanum.

Um Ríkisfelagsskapurin verður óskalaður, ber sjálvandi til at fáa semju millum allar flokkar, um at endurnýggja Stýrisskipan Føroya - tað eydnaðist í 1994, so hví ikki nú?

Fakta er, at Stýrisskipan Føroya er ein væl skipað lóg, meðan sonevnda ”stjórnarskipanin” er høpisleys og uttan veruligar rættningslinjur. Harnæst hevur hon manglandi viðmerkingar, sum Stýrisskipanin tíbetur hevur.

 

Hví reka partapolitikk?
Tað hevði sømt seg fyri almenna kringvarpið, ið øll gjalda til, at givið rættar og objektivar upplýsingar um arbeiðið við sonevndu ”stjórnarskipanini”. Ásannast má tíverri, at líkt er til, at stovnurin rekur partapolitikk.

Frásøgnin í videoklippinum á heimasíðuni hjá KVF ger hvørki áliti og trúvirðið størri.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin