Lýsing
Lýsing

Hvalurin til Føroya Sjómannadag í ár kom hann frá eysturoyingum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  23.05.2018 - 10:44 Mentan Myndarøð Tíðindi

 

Frá okkum, sum skipa fyri Føroya Sjómannadegi, skulu eysturoyingar fáa eina stóra tøkk og heilsan fyri hvalin, sum vit fingu til Føroya Sjómannadag.

 Hvalurin er nú lagdur í ein frystikontainara, har hann verður liggjandi til í august, tá sjómannadagarnir fara av barkastokki. Hvalurin verður brúktur av Grindamannafelagnum til undirvísing í, hvussu hvalur verður skorðin upp.

Framsýningin verður eisini tulkað til enskt, soleiðis at ferðafólk, ið eru á Sjómannadegnum, eisini hava møguleika at kunna seg um hetta tilfeingi okkara.

Karl Johansen, sýslumaður eigur eisini eina stóra tøkk fyri vælvildina. Hann hevur, allastaðni har hann hevur skift grind, spurt seg fyri hjá grindamonnum um ein hval á hvørjum ári til sjómannadagin. Grindaformenn kring alt landið hava verið sera beinasamir, og hava sæð týdningin í at Føroya Sjómannadagur hevur havt frálæruna í uppskering av grind á skránni á hvørjum ári.

Flestu hvalirnir til Føroya Sjómannadag er komnir úr Norðoygjum, men eitt nú úr Havn, Hvalvík, Gøtu og aðrastaðni hevur hetta beinasemið verið víst Føroya Sjómannadegi, og tað takkar Sjómannadagurin fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…