Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Norðoyastevnufepur?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  27.05.2018 - 13:43 Bloggur Ítrottur Mentan

Norðoyastevnan er eftir hondin vorðin líka so gomul sum teir elstu klaksvíkingarnir. Tað eru kanska onkur enn, ið minnist fyrstu norðoyastevnuna í 1935, men hjá teimum flestu er hon bara vorðin ein afturvendandi partur av gerandissøguni. Men hvussu leingi afturat? Tað sigst at stevnan upprunaliga bleiv løgd so tíðliga á árinum, fyri at skipsmennirnir skuldu sleppa at taka lut, áður enn sluppirnar fóru avstað aftur.

Nógv er broytt síðani tær fyrstu stevnurnar – so nógv, at talan næstan er um ein annan heim, ella ein annan veruleika. Sesongfiskaríðið við dangunum er farið í søguna, og  tær tvær sluppirnar, ið eftir eru, eru vorðnar fornminni. Bara kappróðrafólkini rógva við ár, og útiróðrabátarnir fækkast í stórum.

Føroyar eru eisini vorðnar minni! Fyrr tók tað tímar og dagar at koma á Norðoyastevnu, og tey fægstu fóru avstað aftur sama dag. Nú kann tað taka minuttir hjá sjálvt teimum á ytstu oyggjum, at koma loftvegis til stevnuna, og nógv tey flestu skunda sær heimaftur, tá tiltakið tey eru komin til, ella hava tikið lut í, er av. Summi hús høvdu fastar norðoyastevnugestir,  meðan onnur royndu at balast sum frægast  í onkrum lántum hølum.

Kappróður, ítróttur (eisini togtogan og tennis!), kórsangur, horntónleikur, útimøtir, framsýningar, fólkafundir og dansur vóru ikki gerandiskostur – hvør gleddi seg til sítt! Og eisini á posthúsinum og á skipaavgreiðslunum høvdu tey úr at gera, tí tostin skuldi jú sløkkjast á stevnuni. Ein hevur eisini hoyrt um teir neyðars skipsmenn, ið hvørki fingu vátt ella turt, tí teir ikki náddu á gjaldstovuna, skipaavgreiðsluna ella posthúsið áðrenn stevnuna.

Tey ungu – ið hvussu so er – gleddu seg til stevnuna, uttan mun til um tey dyrkaðu Várharra, ítrótt, dans ella øll trý, tí høgtíðsløturnar tá vóru færri í tali, og tí meira dýrmætar. Tíðsfordrív og undirhald vóru ikki gerandiskostur – ”forventningens glæde” var enn ein veruleiki.

Tað sigst um Skarvanesmannin, ið bant sær tveingjurnar á veg í brúdleyp, at hann skuldi siga: ”Naa, nu er hendan gleðin yvirstaðin!”  Hetta segði hann ikki í vantandi takksemi, ella tí hann hevði gron, men heldur tí, at bygdarfólkið helst hevði gingið og glett seg til brúdleypið í fleriri mánaðir, og gitt um, hvør mundi fara at koma, hvør mundi fara at skipa,  hvat tey fóru at kvøða, hvussu veðrið mundi fara at laga seg, hvussu brúður og brúðgommur mundu fara at vera ílatin, og so framvegis. Tey høvdu hugnað sær ávegis, júst sum sjónvarpsvertirnir gera í dag. Men, nú vóru tey so á veg í brúdleyp, og eitt samdøgur seinni, so vóru tey heima aftur í gerandisdegnum, og so var alt aftur, sum tað plagdi at vera.

Sammett við okkara forfedrar, eisini tey, ið stovnaðu Norðoyastevnuna, so liva vit, sum í brúdleypi hvønn dag! Vit eru forvand til undirhald gjøgnum sjónvarp, privatar teldur – streaming av øllum sløgum – og av teimum mongu tiltøkunum, ið kappast við norðoyastevnuna, sum t. d. Sjómannadagurin, Summarfestivalurin og Torradagarnir, umframt ein heil røð av tiltøkum, ið fara fram í verðsligum ella andaligum samanhangi.

Onkusvegna eru vit forvænd av tiltøkum, eisini í provins-Klaksvík. Men, tey siga fyri mær, at tað er eitt vit menniskju ikki mettast av, og tað er at menniskju hitta menniskju – at menniskjalig nærvera er nógvar ferðir dýrabærari og gevandi, enn allar sjónvarpsrásir, telduspøl og streamingtænastur til samans. Næstan veruleikin (virtual reality) á skýggjanum, verður aldrin so veruligur, so vermandi og so gevandi, so stimbrandi, sum veruligi veruleikin, sum er ”menneskebadet” hjá Kierkegaard – tað at koma saman við og gleðast við samsintum – eisini, um vit eru ósamd við teimum!

Tá eg var ungur hildu vit at Rukkulakkin bjargaði og endurnýggjaði Norðoyastevnuna, og tað gjørdi hann helst eisini! Tey, sum eru í sínum besta blóma í dag, munnu eisini fara at koma í tankar um okkurt, ið kann blása lív í hátíð norðoyinga.  Kanska hevur norðoyastevnufepurin lagt seg, tí tilboðini annars eru so mong. Men menniskjabaðið hjá Kierkegaard, samveran millum menniskju, hugnin og nærveran eru meira umráðandi í ”bygdini millum fjøllini”, enn nakrantíð áður, og tí ræður um at gleða seg til stevnuna og at dýrka samveru og vinarlag, - hvør í sínum lagi!

Enn er ein løta til Norðoyastevnu -  men, nú er tíð at gleða seg, tí stevnan nærkast í hvørjum!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…