Lýsing
Lýsing

Stórsligin bátafagnaður í Vestmanna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.05.2018 - 08:00 Leiðarin Mentan Tíðindi

Føroyingar hava til allar tíðir verið stoltir av síni bátasøgu, og tað við røttum. Nakrar bygdir skara framúr, eitt nú Sundalagið við síni Regatta, Toftir við sínum bátafestivali, Leirvík við sínum bátasavni og Vestmanna við síni bátastevnu. Komandi vikuskifti fer síðstnevnda bókstaviliga av bakkastokki.

Tá Vágatunnilin varð tikin í nýtslu, vóru pessimistiskar røddir frammi um, at nú fór Vestmanna at gerast ein “blindtarmur”. At ongin ferðsla til og frá flogvøllinum longur fór ígjøgnum Vestmanna við natúrliga steðgiplássinum á cafeteria á kaiini, har bíðað varð eftir Sam, merkti, at deyðin stóð í durunum. Vestmenningar hava gjørt hesum døpru spádómum til skammar. Síðani tá er ein tann mest framkomni miðnámsskúlin í landinum, eitt rimmar Søgusavn og tvær betri matstovur latnar upp í Vestmanna, og bátastevnan talar fyri seg.

Hóast tað ikki er væl sæð innan bátaheimin at tjóvstarta, so byrjar stevnan longu hóskvøldið 24. mai kl. 17 við matsølu í stóra tjaldinum, sum samtakið Eta stendur fyri. Hendan matsølan er eisini fríggjadagin og leygardagin. Hálvgum sjey verður festivalveiða fyri ung, og Norrøna Dansband við Magnusi Magnussen hevur stórt “Syngið við”-kvøld frá kl. 20 til 23.

Børnini sleppa veruliga uppí part fríggjakvøldið 25. mai. Har verður spæliland kl. 16-21 á kaiøkinum, Bassi kemur at undirhalda 17:30, Ævintýraferðin tekur yvir kl. 19, og Kular Røtur runda barnatiltøkini av kl. 20. Klokkan 21 skiftir Vestmanna yvir í festivalgear, har fleiri kend, føroysk nøvn trína á pallin. Jens Marni Hansen er fyrstur, síðani Janus Wiberg Mortensen, so Swangah og duoin Sámal Ravnsfjall & Jóan Jakku Guttesen enda ballið.

Stóri dagurin er leygardagurin. Eta og barnatiltakið halda fram frá degnum fyri, og kl. 14:30 leggja bátarnir til brots. Siglt verður av Fútakletti og til Vestmanna. Tikið verður ímóti við ókeypis suppu í stóra tjaldinum. Bjargingarroynd verður á vágni kl. 16, har verjuskip, tyrla og bátar luttaka, og kl. 16:30 verður so róð kapp á stuttum teini við ódnartøkum. Sett verður aftur í festivalgear um kvøldið, tá Norrøna Dansband, Eyðun Nolsøe, Shamrock, FourMen & Signar í Homrum og at enda Danny & the Veetos og Finnur Koba trína á pall.

Fyri at ongin skal setast aftur vegna finaluna í Champions League, er gjørt av at vísa finaluna á stórskíggja. Byrjað verður kl. 19:45 í stóra tjaldinum. Náttarbussurin koyrir frá Disvoy kl. 1 náttina til leygardag og kl. 4:30 náttina til sunnudag. Fyri tey, sum vilja kunna seg nærri um skránna, atgongumerkir, campingpláss, bátapláss og onnur praktisk viðurskifti, hevur bátastevnan heimasíðuna bs.fo og teldupostadressuna tilmelding@bs.fo, har til eisini ber at seta spurningar. 

Fyri at undirstrika týdningin av sjónum fyri Vestmanna, hevur bygdin latið gjørt ein Hólm, ið ikki er av gróti, men sum er navnið á einum nýggjum, stórum flaka í bátahylinum. Onkur av tónleikaframførslunum verður av Hólminum.

Alt í alt er talan um eina bátastevnu, ið so smátt er farin at vaksa seg til festivalstødd. Vit kunnu ið hvussu er staðfesta, at Vestmanna ongantíð gjørdist nakar blindtarmur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin