Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hugleiðingar úr Vestmanna: Náttúran og íverksetan sameind

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.05.2018 - 10:25 Leiðarin Mentan Tíðindi Vinna

Vestantil í Norðurstreymoy liggur stóra bygdin Vestmanna. Fyrr var bygdin kend sum tað fyrra portrið til útheimin, men hon var alla tíðina so nógv meira, og tað at ferðsluæðrin ikki longur gongur ígjøgnum Vestmanna hevur gjørt, at fólk hava fingið eyguni upp fyri øllum hinum eginleikunum og tilboðunum, bygdin hevur at bjóða. Síðani fólk búsettust í Føroyum, hava tey stórt sæð eisini altíð búð í Vestmanna. Og tað er ikki uttan orsøk.

Vestmanna hevur fingið sítt navn eftir írska upprunafólkinum har. Navnið vestmenn er gamalt norrønt orð fyri írar. Íslendsku Vestmannaoyggjar hava eisini fingið navn eftir teimum, hóast Ísland liggur vestanfyri Írland. Upprunaliga navnið á bygdini hevur helst verið Vestmannahavn, og enn í dag siga fólk “til Vestmannar”, ið er leivd av gamla “til Vestmannahavnar”.

Á heimasíðuni hjá kunningarstovuni í Vestmanna verður skrivað, at møguliga telist Vestmanna millum elstu búsetingarnar í Føroyum, enntá eldri enn tær norrønu víkingabúsetingarnar. Men navnið er avgjørt norrønt, og kann vera komið av, at víkingarnir navngóvu Vestmannahavn eftir teimum írunum, ið búðu har áðrenn norðbúgvar.

Í dag er Vestmanna millum størru bygdirnar í Føroyum. Hon telir umleið 1.300 íbúgvar, og er tí ikki býur, men táttar í. Fólkatalið hevur ligið sera stabilt millum 1.143 undir kreppuni í 90’unum og upp móti 1.300, og hóast ein afturgongd í fólkatali varð spádd í sambandi við undirsjóvartunnilin til Vágar fyri 16 árum síðani, hendi hon ongantíð.

Vestmanna er fyrst og fremst kend sum staðið, har náttúra og modernitetur hittast. Bygdin er altjóða kend fyri síni hugtakandi fuglabjørg og helli, og er samstundis serstakliga frammarlaga, tá tað kemur til innovatión. Millum annað tá tað kemur til vatnorku, er Vestmanna á odda, og eisini hetta verður sýnt fram fyri ferðafólki og vitjandi føroyingum.

Ferðavinnan er sostatt væl ment í bygdini. Bæði á staðnum, har eitt tað besta savnið í landinum, Søgusavnið, liggur, eins og ein stórur “souvenir”-handil liggur í sama bygningi, og tá tað kemur til at fyriskipa útferðir við báti. Túrar verða fyriskipaðir fyri bæði fuglaáhugað og til at fiska. Gjørligt er somuleiðis at leiga sær ATV’ar at koyra í fjøllunum við.

Onki hotell er í Vestmanna, men tey sum ynskja at gista har, hava møguleika at leiga íbúðir í Borgustovu ella kømur (B&B – Bed & Breakfast ella Ból & Biti) í Krákureiðrinum. Hevur man húsvogn, hevur Vestmanna eitt tað nýggjasta campingøkið í landinum við rúmi fyri umleið 100 campingvognum. Gjørligt er eisini at leiga sær sonevnd “caravans”.

Í Vestmanna er gjørligt at taka allan fólkaskúlan, 1.-10. flokk, og somuleiðis at halda fram í lokala miðnámsskúlanum, Fiskivinnuskúlanum, í 3 ár afturat. Tann skúlin framvegis er ein tann nýggjasti í landinum. Umleið 200 næmingar ganga í fólkaskúlanum í Vestmanna og umleið 50 á fiskivinnuskúlanum.

Bygdarráðið í Vestmanna hevur 7 limir, og Pauli Trond Petersen er borgarstjóri. Pauli hevur verið bygdarráðslimur síðani 2005 og borgarstjóri síðani 2013, og er hetta hansara 2. borgarstjóraskeið. Umframt hann er Laila Haldansen varaborgarstjóri og Eyðun Hansen, Ingi Olsen, Herit Magnussen, Durita Hansen og John Zachariassen bygdarráðslimir.

Visiónirnar fyri Vestmanna eru stórar. Umframt at ganga á odda innan grøna orku, er ætlanin eisini at seta Vestmannahavn á Føroyakortið, hvat fiskivinnu viðvíkir, og bygdin ætlar sær at vera við, tá øki kring landið skulu mennast við nýggjum fiskirættindum.

Samanumtikið kann ikki sigast annað enn, at Vestmannabygd er ein ímynd av at náttúra, gestablídni, nýskapan og áræði væl kunnu ganga hond í hond.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund