Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Um at trúgva uppá trúnna

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  31.05.2018 - 09:27 Bloggur Mentan Tíðindi

Trúgvandi menniskju kunnu lættliga enda við at trúgva uppá trúnna, heldur enn bara at líta á lyftir Guðs í Jesusi.  So stórur dentur verður lagdur á tað at trúgva, at tey trúgvandi kunnu kenna seg noydd til at finna okkurt meira ítøkiligt at trúgva á, ella at stríðast fyri, enn bara at líta á persónin Jesus, og tað hann sigur um Guð og um støðu menniskjans í skapannarverkinum.

Upprunaligu trúarorðini hjá teimum fyrstu kristnu ljóðaðu soleiðis: ”Jesus er Kristus!” Tað finnast onnur ekkó av trúarorðum í brøvunum, Apostlasøguni og í Opinberingini: ”Men, tey sum bliv doypt ella tóku við trúgv, blivu spurd: Trýrt tú, at Jesus er Kristus?” Ella tey søgdu: ”Eg trúgvi, at Jesus er Kristus, og játtaðu soleiðis sína sannføring um at Jesus onkursvegna var/er umboð Skaparans - at tað, hann hevði at siga um Skaparan og um støðu menniskjans í skapanarverkinum, onkursvegna eisini er tað sama, sum skaparin sjálvur ætlar við skapaverkinum og skapningunum.

At trúgva merkti ikki tá, at ein skuldi taka undir við einari rúgvu av lærugreinum. Men, at trúgva var upprunaliga tað at hava álit á, at Jesus talaði satt um Guð og um støðu menniskjunnar í Skaparverkinum. Og Jesus hevur heldur ikki lært okkum nágreiniliga, hvussu vit skulu halda dóp ella gudstænastu - ei heldur hevur hann, eins og Móses ella Mohammed, givið okkum nágreiniligar reglur um, hvussu vit skulu liva okkara gerandisdag. Jesus tegldi tey 613 boðini í Gamla Testamenti niður til hitt eina boðið, um at elska Guð og um at elska næstan, um at virða Guð og um at virða medmenniskjuni, um at líta á Guð og um at líta á grannan.

Út frá hesum tí stóra kærleiksboðnum kunnu vit so liva gerandisdag okkara, har tað tíverri ikki slepst undan, at vit noyðast at gera reglur og lógir at liva eftir. Men fremsta boð Jesusar, kærleiksboðið, er framvegis galdandi yvir øllum øðrum boðum, lógum og reglum.

Tað hevur ikki altíð verið kirkjuni/teimum trúgvandi greitt, at avbjóðing Jesusar til hvønn einstakan, eru okkara viðurskifti við Guð og við medmenniskju, her og nú, júst í hesi løtuni - at kristnitrúgvin skal livast í gerandisdegnum og í gerandisavbjóðingum okkara, her og nú. Kirkjan/tey trúgvandi hava mangan skapt ein høgan múr millum Guð og menniskju og einstaklingin og grannan í gerandisdegnum, við lógum og reglum, siðum og lærugreinum. Var rómversk katólska-kirkjan ein lógarreligión áðrenn trúbótina, so blivu protestantisku kirkjurnar ikki mætari eftir trúbótina. Ovurhonds strangar lógir, bygdar á Gamla Testamenti, blivu settar í verk í Norðurevropa, sum bara Fanin kann  hava verið høvundi til.

Í staðin fyri eitt innarligt álit á Guð í Jesusi, blivu protestantanir undirdongdir við tí sama lógartrældóminum, sum trúbótin var ætlað at loysa teir úr. Tað er kanska tað ið hendir, tá ríkisvald og kristindómur verða tengd saman? Vald og átrúnaður er helst eitt eitrað bland. Tær nýggju drakonisku lógirnar blivu kanska gjørdar í Jesu navni, men tó ikki gjørdar fyri at tæna Jesusi – men, helst mest, fyri at tryggja valdinum vald.

Calvinistiska trúbótin var, sum ein heild (í praksis í hvussu so er), ein lógarreligión, og gjøgnum vekingarrørslurnar við sínum uppruna í calvinismuni, er eisini lutherski parturin av trúbótini vorðin stórliga merktur av calvinistiska lógarokinum. Tað er ikki nóg mikið at lít á og hvíla í lyftum Guðs í Jesusi, tú skalt eisini fara til verka fyri trúnni (»the protestant work ethic«).

Ikki eitt ónt orð um tað, at fara til verka fyri trúnni. Uttan eldsálir og trúarhetjur hevði kristintrúgvin neyvan yvirlivað øldirnar! Men tað er vandi í hvørjari vælferð! Um vit fara at máta trúnna eftir virksemi og úrslitum, so kann tað lættliga henda, at vit gloyma hann/tey vit skulu líta á, ella tæna. Tí trúnni kann ongin taka mát av! Og kristiligt virksemi eigur bara at vera ein frukt, ella eitt úrslit, av, at vit kenna okkum elskað av Guði  og trygg í honum, og ikki eitt endamál í sær sjálvum.

Religiøsur aktivitetur kann vera eitt tekin um sannan næstakærleika, og um inniliga gudstrúgv  – men religiøsur aktivitetur kann sanniliga eisini vera eitt tekin um vantandi religiøsan tryggleika - um religiøsan ótta ella nervøsitet! Um ta gerningsreligión, sum er meira natúrlig fyri menniskjuni, enn boðskapur Jesusar.

Eg fari ikki her at ditta mær til at læra fólk, hvat tey skulu trúgva og gera – men trúgvin uppá trúnna - jú sjónligari vit fara til verka fyri trúnni, tess betur - kann eisini verða eitt slag av avgudadýrkan! Eitt slag av egoismu, ella eitt slag av religiøsum nervøsiteti. Og í ringasta føri, eitt slag av fariseismu!

Tað er ríkiligt til av andaligari/kristiligari aktivismu í Føroyum, og ikki eitt ónt orð um tað. Tað er altíð tørvur á eldsálum. Og tað er onki at ivast í, at kristiligt virksemi, gevur samanhald um trúnna. Men, samanumtikið, so hevur Jesus bara boðið okkum frið og hvílu, og at vit tæna teimum, vit eru knýtt at í gerandisdegnum. Alt annað eigur at vera umframt. Og her á jørð finst ongin alin at máta trúnna við, ei heldur nakar bismari at viga trúnna við.  Trúgvin er ein gáva, og kalla vit okkum kristin, so kann tað bara vera tí, at skaparin hevur givið okkum lut í trúnni. Tað finnast ongir stórmeistarar í trúgv, tí vit kunnu ikki reypa okkum av, ella taka æruna av, einari gávu vit helst ikki hava uppiborna – ein gáva er altíð ein gáva.

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…