Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd úr Rukkulakkanum í 1974

Her hvar blíðskapurin aldrin sveik – Hugleiðingar um Norðoyastevnu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.06.2018 - 10:17 Leiðarin Mentan Tíðindi

Í kvøld verður Norðoyastevna, fyrsta føroyska summarstevnan, sett. Norðoyastevna er saman við ólavsøkuni tær einastu summarstevnurnar, sum eru á sama staði hvørt ár. Summarstevnurnar kunnu sigast at vera ein væleydnað desentralisering, tí frá bert at hava ólavsøku fram til 1920’ini, eru í dag sjey vælvirkandi summarstevnur við kappróðri kring landið, umframt fleiri bygdar- og oyggjastevnur umframt.

Tvørámenn vórðu teir fyrstu at byrja eina “alternativa ólavsøku”. Í 1923 vóru arbeiðsgevararnir blivnir troyttir av, at arbeiðsfólkið fór til Havnar í fleiri dagar kring 28. og 29. juli at halda ólavsøku, so avgjørt varð, at ólavsøkan skuldi haldast á Tvøroyri í staðin. Longu árið eftir varð hetta broytt til sama tíðspunkt, sum danir hildu Skt. Hans, vikuskiftið tættast við 24. juni. Skt. Hans er Jóannes doyparin, og Jóansøkan er eisini uppkallað eftir honum.

Um hetta mundið var Tvøroyri næststørsti býur í Føroyum. Býurin hevði tá tað elsta fótbóltsfelagið í landinum, og kappróðurin var tá í stórari menning. Tað sama gjørdi seg galdandi í Klaksvík, sum hevði tað næstelsta fótbóltsfelagið, og í 1930’unum varð farið undir at gera eitt róðrarfelag eisini. Fyrsta Norðoyastevnan var í 1936, og sama ár varð Klaksvíkar Kappróðrarfelag stovnað.

Miðað varð eftir at hava umleið ein mánað ímillum summarstevnurnar. Ólavsøkan var síðst í juli, jóansøkan seint í juni, og tað natúrliga var at hava norðoyastevnu síðst í mai. Men av tí at hvítusunnan javnan hevur rakt seint í mai, hevur norðoyastevnan mangan verið fyrsta vikuskiftið í juni í staðin. Í 1936 rakti hvítusunnudagur seinasta dagin í mai, meðan 2. hvítusunnudagur var 1. juni. Soleiðis varð fyrsti norðoyastevnudagurin sunnudagin tann 7. juni 1936.

Árni Dahl skrivar í bókini “Bóltspøl millum Klakk og Kjøl” (s. 119f) at tað leingi var ivasamt, um tvørámenn fóru at hætta sær norður at møta KÍ hesa fyrstu norðoyastevnuna, tí so ruskut var í veðrinum. Men áðrenn fólk vistu av, so stóðu tvørámenn á dansigólvinum í Samkomuhúsunum og skipaðu eitt kvæði við sínum sermerkta suðuroyarmáli. Ikki bara eitt lið, men eisini eitt 2. lið varð møtt, so talsterkir vóru suðuroyingarnir.

Frammanundan hevði KÍ leikt javnt 2. hvítusunnudag, men norðoyastevnudag í 1936 vann KÍ 2-1 á TB. Dysturin hjá 2. liði varð spældur aftaná, kl. 17 sama dag, og endaði við málleysum javnleiki.

Í 1940 yvirhálaði Klaksvík at enda eisini Tvøroyri í fólkatali og hevur verið næststørsti býur í Føroyum síðani.

Hóast ítróttarstevna burturav, so hevur dentur øll árini verið lagdur á, at norðoyastevnan var “til gaman og álvara”. Soleiðis hava bæði dansur og vertskapur, eins og átrúnaðarlig tiltøk, verið hildin á norðoyastevnu. Ymisku samkomurnar í býnum hava antin sjálvar havt opið hús, ella eisini eru farnar út á gøtur og strætir við útimøtum. Guðstænastan kl. 11 norðoyastevnudag hevur eisini verið fastur táttur.

Gamla rúsdrekkalógin og norðoyastevna komu mangan uppá kant í gomlum døgum. Lógin – sum forrestin als ikki er avtikin enn – sigur í síni §5, at  

§ 5. Offentlige Forlystelser maa Aftenen før en Helligdag ikke vedvare længere end til Midnat og slet ikke finde Sted Aftenen forud for Juledag, Paaskedag og Pinsedag efter Kl. 6.

og merkti hetta, at dansistøðini ikki sluppu at hava opið leygarkvøld eftir miðnátt. Hetta varð leingi handhevjað, og almenni dansurin endaði tí kl. 23:45 norðoyastevnuaftan. Klaksvíkar Klubbi hevði ikki almennan dans, og kundi tí hava opið, men har slapp ikki ein og hvør inn. Neyðugt var at vera limur, kvinnur kundu ikki verða limir, og limirnir kundu í mesta lagi hava ein, onkuntíð 2, gestir við sær í part.

Stóra almenna dansikvøldið á norðoyastevnu var tí sunnukvøld, har bæði føroyskur og “enskur” dansur var.

Tá rúsdrekkalógin varð linkað í 1992, byrjaði hugburðurin til gomlu halgidagslógina eisini at gerast meira liberalur, og um aldarskiftið var ikki óvanligt við 4 stórum dansum bæði fríggjakvøldið, leygarkvøldið og tveimum sunnukvøldið á norðoyastevnu. Tey ungu hittust í Lognbrá í norðara enda av KÍ-høllini, tey meira tilkomnu í hinum endanum, Klubbin læt dyrnar upp til almennan dans, og føroyskur dansur var í Skálanum. Hetta var mynstrið nakað inn í hesa øldina.

Í dag tykist tíðin vera farin undan bæði ølklubbunum og hallardansunum. Í høvuðsstaðnum hava bæði Kaggin og Mimir latið aftur, og eyðkendu grønligu húsini á Uppsalagøtu 23 eru ikki klubbi longur. Onkur hallardansur ænir meira enn so enn, og nú í 2018 verður hesin siður enn hildin við líka. Leygarkvøldið 2. juni verður nevniliga stórdansur í KÍ-Høllini. Føroyski dansurin livur somuleiðis enn, og er nú fluttur frá sunnukvøldi til fríggjakvøld.

Tað sum tey allarflestu munnu sakna mest við norðoyastevnu, er Rukkulakkan. Blaðið kom fyrstu ferð út í 1957 og kom so trúliga út í sambandi við Norðoyastevnuteitið í 1960’unum og 70’unum, men er síðani givið. Ritstjórar vóru skiftandi, men teir kendastu munnu vera Óli Petersen, sum var longst við, umframt Villi Sørensen, Poul N. Kjølbro og John Reid Bjartalíð. Har kundi ein lesa lesarabrævkassan hjá tí vitugu Frú Rukk, sum altíð var góð í ráðum og altíð í góðum lag. Harí var eisini Bláa Bók, óendaliga nógvar skemtitekningar og hartil kappingar, har til dømis bar til at vinna 10.000 maltøl ella 2 marinarar í eitt kvøld.

Norðoyastevnan eigur eisini innivist í sanginum “Kvøðan til Klaksvíkar”, sum hann upprunaliga æt, men sum tey flestu munnu kenna sum “Tað er vakurt í Klaksvík (á sumri)” ella rætt og slætt “Klaksvíkssangurin”. Bernhard Brim (1915-1969) yrkti í 1950’unum og gav út í yrkingasavninum “Vinir mínir” í 1959. Fyrst hevði hann sama lag sum “Seinasta vaktin”, eisini kendur sum “Leið meg einaferð enn út á dekkið”, ið er lagið hjá “Red River Valley”, einum amerikonskum/canadiskum fólkasangi frá seinast í 1800-talinum. Seinni hevur hann fingið nýtt lag. Hóskandi er at enda við endanum á honum:

 

Tí at Klaksvík er Norðoya móðir,

hon er norðoyinga álit og trygd,

her er menning og nørandi gróður,

her í Norðoya prúðastu bygd.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona