Lýsing
Lýsing

Avengers Infinity sequels

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  04.06.2018 - 23:33 Bloggur

Ummæli av Avengers: Infinity War v/spoilarum

Nýggjasti Avengers er júst liðugur at ganga í biografunum. Liðugur er kanska so nógv sagt, tí har fara fleiri at koma, so leingi pengar kunnu pressast úr citrónini. Hesin byrjar við einum homage til South Park, har Kenny doyði í næstan hvørjum parti. Í hesum er tað norrøni hálvgudurin Loki, sum doyr enn einaferð, eftir eisini at vera deyður í The Dark World. Thanos lovar tó, at her verður ongin uppreisn, men tað er ikki vist hann sleppur at bestemma tað. Ein sum rísur upp í staðin, er Red Skull, sum annars doyði í Captain America.

Plottið hesaferð eru at samla 6 steinar (Ja, akkurát sum í The Fifth Element, bara ein meira) – Time, Reality, Power, Space, Mind og Soul Stones. Thanos ætlar at brúka steinarnar til at drepa helvtina av universinum, og restina av filminum skulu Avengers, sum longu eru alt for nógvir, saman við Guardians of the Galaxy, sum eisini eru alt for nógvir, so forða honum í tí.

Tað er neyðugt fyri allar katastrofufilmar at smildra New York, og soleiðis eisini her. Stephen Strange, sum annars kann boyggja tíð og rúm, velur, í staðin fyri at rýma við sínum eina steini, allíkavæl at taka kampin upp við ein slangulíknandi gandakall og eitt muskulbunti, sum arbeiða fyri Thanos. Hulk klárar ikki at gera seg grønan, so Strange og Iron Man fáa bank.

So gongur leiðin til Skotlands, har tey endiliga fáa hugskotið at oyðileggja steinarnar. Trupulleikin er bara, at akkurát tann steinurin situr fastur í pannuni á Paul Bettany, og tey mugu aftur til Wakanda í Afrika, sum tey annars hava fillað sundur í Civil War, at fiksa tað problemið. Tað hjálpir tó onki at fara hartil, tí Thanos fylgir bara aftaná, drepur Vision og fleiri onnur og tekur sín stein.

Onki av hesum er nokk til at øsa Hulk, so Bruce Banner má so penur lata seg í Iron Man’sa sokallaða Hulkbuster-kostumu. Hann fær assistansu frá Bucky Barnes, sum eins og Loki og Red Skull eru deyðir fleiri ferðir frammanundan.

Norrøn gudalæra to the rescue. Thor a.k.a. Tórur, sum annars hevur ligið og sovið síðani hálvbeiggi hansara varð dripin umaftur í fyrstuni, hevur allierað seg við eina vaskibjørn og eitt træpetti, og sum um tað ikki var nokk, so hevur hann ístaðin fyri Mjølnir modificerað eina stríðsøks til at kunna drepa Thanos við, men sum ikki kann brúkast til nakað serligt kortini.  

Eins og flestu hyggjarar er Thanos mest av øllum irriteraður yvir, at talið av Avengers og Guardians bara veksur fyri hvønn film, og hann ætlar sum nevnt at drepa helvtina fyri at lætta um í komandi filmum. Hann velur salomonisku loysnina og drepur aðra dóttir hjá sær sjálvum, annan sonin hjá Óðini, aðra av Maximoff/Romanoff-gentunum (gitið sjálvi hvørja), elskuliga træpettið Groot, Bucky Barnes (enn einaferð) og hana sjálva við eygum á stelkum.

Sum verandi gudur yvirlivir Thor sjálvandi, og vaskibjørnin somuleiðis. Hulk og Iron Man sleppa eisini at vera við í tí 20. (!) filminum. Samuel L. Jackson og Benedict Cumberbatch tíma vist ikki, og tískil disintegrera teir báðir í hesum. Hasin við metallveingjum, sum hyggjarin onki legði í allíkavæl og neyvan veit hvussu eitur, verður somuleiðis upploystur, og Ant-Man slapp ikki eingong at vera við í Infinity War. Hann hevur tó eina kærleiksafferu við eina vespu við síðuna av og fær tí ein annan film fyri seg sjálvan. Og Hawkeye hava øll vist gloymt alt um.

Filmurin “endar” við at Thanos sólar sær, Thor og hini vena seg, og Iron Man og ein dama eru á eini planet fyri seg sjálvi. Endar stendur í gásareygum, tí allir Marvel-filmar hava eina eyka scenu eftir rullitekstirnar, og tað hevur hesin eisini.

Lýsing
Bloggarin
Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin