Lýsing
Lýsing

Grundlógardagsbrævkassi

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  04.06.2018 - 23:40 Bloggur Tíðindi

Góðu lesarar! 

Í sambandi við Grundlógardagin læt Norðlýsið ein serligan brævkassa upp, har lesarar kundu venda sær við spurningum, sum hava við grundlógardag at gera. Nógvir góðir spurningar komu inn, og vit endurgeva ein brotpart her á síðuni. Tað var ómøguligt at fáa rúmd fyri øllum, men tit sum ikki fingu svar í dag, kunnu senda spurningarnar til Also í staðin.

Halló Norðlýsið!

Eg haldi tað vera nógv fyri, at Norðlýsið heldur Grundlógardagin, tá nú danska grundlógin er kroyst yvir føroyingar og ongantíð samtykt við fólkaatkvøðu! Eru tit ikki samd við mær í tí?!? 

Heilsan ein illur tjóðveldismaður.

 

Hey illi tjóðveldismaður!

Vit eru púra samd og halda tí ikki frí. Vit arbeiða í fulldrøn við at svara býttum spurningum allan dagin.

- Norðlýsið

 

 

Góði blaðstjóri!

Tórbjørn Jacobsen arbeiddi á sinni við at niðurleggja grundlógardagin og gera 1. mai til frídag hjá skúlanæmingum í staðin fyri. Hvat hendi við tí?

Heilsan hin óvitandi

 

Góði/-a óvitandi!

Tað bleiv slept, tí tað var ov óumhugsað. Lærarar høvdu eisini fingið frí arbeiðaradagin, og tað gevur jú slett onga meining.

- Norðlýsið

 

 

Hey, Norðlýsið.

Halda tit ikki at vit eiga at flagga við Merkinum í hálvari stong grundlógardagin fyri at mótmæla hasi púra vitleysu og øru fiskivinnunýskipanini hjá asfaltføroyingunum í Tjóðveldi, sum ongantíð hava gjørt peningsverk og nassa uppá danska statin, og sum uppá sikt fara at renna Føroyar á ørmundarhús og á húsagang og sum bara nassa uppá danskar pengar á Fólkatingi? Hvat verður tað næsta frá teirra síðu?

Ógvuliga vinarliga ein Fólkafloksmaður við stóra F!

 

Góði fólkafloksmaður!

Tað næsta verður at tey biðja um at fáa lánið hjá Kallsberg eftirgivið.

- Norðlýsið

 

 

Hey besta blað í Føroyum!

Eg eri so grúviliga troyttir av at teir ungje uppkomlingarnir í Unga Tjóðveldi og aðrir royna at seta meg uppá pláss, helsje? Tí vil eg kunna geva teimum svar uppá tiltale tá teir royna tað aftir. Kunnu tit hjálpa mær og siga, hvussu grundlógin eitir? Eg meini hon eitir Den Danske Grundlov, men síðst flentu tey, so eg eri ikki sikkir í at hon eitur so longir.

Heilsan Kaj

 

Hej Kaj!

Tú hevur púra rætt; hon eitur ikki so longur. Nú eitur grundlógin Danmarks Riges Grundlov. Men um teir happa teg aftur, kanst tú bara spyrja eftir fólkaatkvøðuni síðsta flaggdag.

- Norðlýsið

 

 

Harra blaðstjóri!

Vita tygum at siga, um grundlógardagurin er heilur ella hálvur frídagur?

Heilsan hin hálvtíðarsjúkrarøktarfrøðingalesandi

 

Góða hálvtíðarsjúkrarøktarfrøðingalesandi!

Um tú ert í hálvari tíð, er hann hálvur frídagur. Hevur tú hinvegin frí 5. juni, er hann heilur frídagur, og skalt tú møta til arbeiðis allan dagin, er hann gerandisdagur.

- Norðlýsið

 

 

Hey tit á Norðlýsinum!

Eg havi ikki nakran spurning, men vil bara siga at tað er nakað fjas at halda grundlógardagin, og eg haldi eisini at kongshúsið er nakað fjas og átti at verið avtikið.

Heilsan ein hartarbeiðandi verkakvinna við 4 børnum og sum íðkar yoga

 

Góða hartarbeiðandi o.s.fr.!

Vit hava heldur ikki nakað svar.

- Norðlýsið

 

 

Hey Norðlýsið!

Vit sum eru komin nakað til árs, skikkaðu okkum altíð pent. Hvat halda tit um ungdómin, sum ikki heldur halgidagin heilagan, og sum bæði drekkur og fer til siðleyst skemt í Atlantis, har so gott sum alt er undir beltið?

- heilsan ein sum er gomul í garði.

 

Góða Gamla í Garði!

Nei, har er ongin vón. Men, hvussu vita tygum, at skemtið á teitinum var undir beltið?

Heilsan Norðlýsið.

 

 

Góða Norðlýsi!

Skulu vit flagga við Merkinum ella Dannebrog grundlógardagin?

Heilsan sambandsmaðurin

 

Hey sambandsmaðurin!

Tú hevur fingið 2 hendur og 2 armar frá Várharra, og tí er líkatil at flagga við báðum í senn. Bara ikki gera sum hotellstjórin á Rhodos og vinda tey á somu stong.

Heilsan Norðlýsið

 

  

Góða Vesturlýsi!

Vita tit ikki av, at tann 14. september 1946 tók Danmark loysing frá Føroyum og Grønlandi (Vesturríki) og síðani tá hava vit ongan grundlógardag havt í Vesturríki?

- Zacharias Wang

 

Hey Zacharias!

Nei, tað vistu vit ikki av.

- Norðlýsið

 

 

Hey tit á Norðlýsinum.

Takk fyri alt, tit eru fyri okkum. Vita tit, um Liverpool spælir grundlógardagin? Koyr á KÍ!!!

Heilsan løgmaður

 

Góði løgmaður!

Tøkk fyri vøkru orðini. Vit vita fyri vist, at eisini Liverpool heldur frí Grundlógardagin. Men fyri sikkurheits skyld átti tú at fingið ein vinmann at SMS’a kortini. YNWA.

- Norðlýsið

Lýsing
Bloggarin
Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin