Lýsing
Lýsing
Lýsing
Óðinshædd II er verkætlan við 70 almennum- og eldraíbúðum í Tórshavn. Enn er tíðarætlan ikki gjørd fyri hesa verkætlan | Mynd: bustadir.fo

Logikkur fyri ... ?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.06.2018 - 13:23 Leiðarin Tíðindi Vinna

Bústaðir staðfestir í tíðindasendingini á miðdegi, at Bústaðir ikki fáa so nógv fyri pengarnar, sum ynskiligt er. Tað ásanna bæði stýri og stjórn, og orsøkin er, at prísurin fyri handverkarar er hækkaður so nógv. Serliga er prísurin høgur í høvuðsstaðarøkinum. Og loysnin er ... ja, haldið tykkum nú fast: at byggja 225 bústaðir meira í høvuðsstaðarøkinum!

Pengarnir fossa úr Bústøðum. Tøki peningurin var á nýggjárinum komin niður á 26,7 milliónir, og heimildin at sleppa at upptaka lán uppá 250 milliónir afturat, sum Bústaðir fekk í fjør, er tí helst komin í ellivta tíma. Stýri og stjórn staðfesta sjálvi, at valuta ikki fæst fyri pengarnar. Men kortini skulu yvir tvey hundrað bústaðir, sum valuta ikki fæst fyri, byggjast afturat í økinum, har minst fæst fyri hvørja krónu?

 

Non sequitur

Tá vit nú hava tvær undirsjóvartunnilsverkætlanir í gerð, sum báðar enda í høvuðsstaðarøkinum, hevði verið upplagt at tikið trýstið av miðstaðinum og bygt í Sandoynni og á Strondum. Haðani verður stutt at koyra til miðbýin í Havn um bara fá ár. Tað hevði verið bæði visionért og gjørt samfelagsgagn samstundis. At byggja har byggiaktiviteturin frammanundan er størstur, gevur meira møði enn føði. Burturúr tí fæst kanska ein stuttskygd loysn, men prísurin er – eisini bókstaviliga – ov høgur.

Duga tey á Bústøðum veruliga ikki at síggja, at tey eru partur av trupulleikanum heldur enn av loysnini, tá tey soleiðis bera brenni á bálið og leggja trýst á at fáa hundraðtals búeindir settar á skinnarar í dýrasta økinum í landinum komandi árini?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki