Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag

KÍ venjarin: Óansæð lutakast hava vit nógv betri møguleikar í ár

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  10.06.2018 - 07:20 Ítrottur Tíðindi

KÍ venjarin er bjartskygdur undan Europa League í summar. Lutakastið verður týsdagin, men óansæð lutakast, so heldur hann, at møguleikarnir fyri at koma víðari eru nógv størri enn í fjør.

Tey seks liðini, sum KÍ kann møta eru:

Birkirkara (Malta)

FK Trakai (Litava)

Europa FC (Gibraltar)

Folgore (San Marino)

Bala Town (Wales)

Gzira United (Malta)

 

Mikkjal K. Thomassen, KÍ venjari, sigur, at hann hevur ikki brúkt so nógva tíð uppá at kanna møguligu mótstøðuliðini enn, tá vit spyrja um lutakastið týsdagin.

- Eg vildi sagt, at Folgore úr San Marino er best møguliga lutakastið. Bala Town og Trakai eru nokk tey sterkastu, meðan hini so liggja onkustaðni millum har. Vit eru kanska favorittar móti Folgore og í ringasta føri hava vit kanska 20 prosent møguleika móti tí sterkasta liðnum, sum vit kunnu møta. Men einki av liðunum ræðir okkum, og vit hava nógv størri møguleika at koma víðari í ár enn í fjør, tá vit møttu AIK og sum útgangsstøðið kanska bara høvdu áleið 5 prosent møguleika at koma víðari, sigur Mikkjal K. Thomassen við Norðlýsið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB