Lýsing

Aðalfundurin hjá European Practical Nurses hildin í Føroyum í farnu viku

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  11.06.2018 - 11:58 Tíðindaskriv

Mikudagin í farnu viku var aðalfundur í EPN – European council of Practical Nurses, hildin í Føroyum. Á aðalfundinum vóru 28 luttakarar úr 7 ymiskum londum. Umboð frá svenska Kommunal vóru við sum eygleiðarar; tey hava søkt um limaskap í EPN fyrr í ár og verða innlimað 1. januar 2019. Á fundinum var eisini formansskifti. Tað er norska Fagforbundet, heilsu- og sosialdeildin, ið hevur leiðsluna í EPN í løtuni. Iren Luther hevur verið virkandi formaður í EPN síðan Raymond Thurøy legði frá sær síðsta heyst. Nú hevur Kurt Rønne so tikið við formanssessinum á aðalfundium í ár.

Eitt av høvuðsevnunum á nevndarfundunum í EPN síðan seinasta aðalfund hevur verið útbúgving fyri heilsurøktarar. Í øllum limalondunum verða heilsurøktaraútbúgvingarnar støðugt eftirmettar og tillagaðar tørvin á heilsu- og røktaruppgávum á almanna- og heilsutænastunum so hvørt sum hann broytist, samstundis sum man leggur seg eftir at hava ein javnt høgan standard í fakinum.

Í yvirlýsing frá EPN frá seinasta aðalfundi varð sagt, at European council of Practical Nurses vil verja sjúklinga/brúkaratrygd og høga góðsku á røktar- og umsorganartænastum, og krevur at arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar hava ábyrgd av støðugari fakligari menning, at arbeiðsgevarar hava ábyrgd av upplæring av øllum starvsfólkum í almanna- og heilsurøkt, og, at heilsurøktarar eru heilsu- og almannafakfólk í heilsu- og sjúkrarøktaruppgávum.

Á aðalfundinum mikudagin var Håkon Høst, granskari í innovatión, gransking og útbúgving, eisini og greiddi frá hesum sama.

Tað er Heilsurøktarafelagið, sum í ár hevur lagt tilrættis og verið vertur fyri aðalfundinum hjá EPN. Næsti aðalfundur verður í Noregi í 2020.      

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Núpur roktúr norð­anfyri
Ársins leiðarar 2019 | Topp 3 kandidatar…
Magni við Løkke: Vit skulu hava uttanrík…
Mehdi longt sáttmálan
Føðingardagskvøða til formannin, Jørgen…
Breyta­skipanin endur­skoð­ast?
Lógaruppskot skal tryggja fakligu dygdin…
Blaðstjórar skifta
Fyrrver­andi løgmaður finst at atgerðarlo…
Til minnis um bróðir mín, Hera Kragestee…
Kári spyr løgmann um revsing í rúsevnamá…
Formula varpar ljós á persónsdátuvernd o…
Vinnufundur í Spania­stovu og Beinta á Bó…
Team Klaksvík fylgdi við VÍF í 40 minutt…
Styrkir og veikleikar hjá norska KÍ miðv…
75 ára føðingardagur
Skúli og skúla­stjóri í 30 ár
Gongd á Fjørðuvegin í Runavík
Pápin til horvna mannin takkar føroyingu…
Javnaðarkvinnur á bindiklubbarundferð