Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing

Rennikapping í Svínoy á Útoyggjastevnuni

SKRIVAÐ: Treysti  |  11.06.2018 - 14:00 Ítrottur Tíðindaskriv

Á Útoyggjastevnuni, sum verður í Svínoy, leygardagin 16. juni skipar Treysti fyri renning har úti. Kappingar verða bæði fyri børn og vaksin.

Byrjað verður kl. 11.00. Børn renna umleið 0,5 km og vaksin umleið 2 km. Runnið verður í bygdini. Rutan:

· Byrja verður Uppi á Váli, á vegnum beint niðanfyri sparkivøllin og dansistovuna 
· Runnið verður til Kirkjugøtu niðan á Heygar norðum bóndagarðin og oman á vegin um Eiði 
· Heimaftur verður snara til høgru oman eftir Foravegi og síðani til vinstru eftir Handansvegi móti málinum 
· Mál verður í Túni (teinur máldur til 2.25 km)

Heiðursmerki verða latin til 1,2 og 3 í øllum bólkum.

Kort av rutuni í .pdf er HER

Bólkar:
- Dreingir og gentir -7 ár (fødd 2011 ella seinni) renna 0,5 km 
- Dreingir og gentir -12 ár (fødd 2006-2010) renna 0,5 km 
- Menn og kvinnur (fødd 1973-2005) renna 2 km 
- Menn og kvinnur veteranar (f.1963-1972) renna 2 km 
- Menn og kvinnur superveteranar (1962 ella fyrr) renna 2 km

Øll eru vælkomin at luttaka. Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum.

Skráin fyri útoyggjastevnuna sást her: Skrá fyri Útoyggjastevnuna í Svínoy leygardagin 16. juni 2018

Ferðaætlan hjá Rituni verður soleiðis:
Sambært ferðaætlan, tó verður ikki siglt til Fugloy kl.14:45, umframt at 
Ritan siglir millum Hvannasund og Eiði á Svínoy hvønn tíma eftir at fyrsti
túrur kl. 8.45 úr Hvannasundi eftir ferðaætlanini er avgreiddur, siglt verður so leingi fólk ella til kl.01:00

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KVF sum miðlapállur fyri lands­týrismanni…
Magni Arge: Danir atkvøða ímóti banni at…
Meirilutin vil áleggja ognarskatt
Kumpassnálin
Býráðið í Skúvadali
Bill spyr løgmann um Tunlar Norður um Fj…
Faroe Islands Translate vunnið heiðurslø…
Upptakt: EB/­Streymur-KÍ
Suður­oy­ingur ætlar at endurtaka jóansøku…
Brokkkórið í Christians­kirkjuni
Country & Blues Festivalu­rin hevur ásett…
Samgongan hevur sanniliga arbeitt fyri f…
Orkupolitisk ætlan: Einar grønari Føroya…
Í hernað móti skøruni
Býráðsfundur í dag
Kjartan Hansen frá Mekanor ment nýggja v…
Fiskaklettur góðan fiskiskap
Ocean Endeavour á Vág sunnudagin
Brynjálvur Jensen og Ólavur Johannessen…
Borgar­stjó­rin í Vági um jóansøkuna