Lýsing

VØRN: Lóg um sjófeingi bannar øllum nýggjum útlendskum pengum í fiskivinnuni

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  12.06.2018 - 00:26 Tíðindi

Í grundgeving síni fyri at nokta P/F Kósini, at fremja eina kapitalhækking staðfestir VØRN, at hóast útlendingar ikki fáa størri avgerðar- ella ræðisrætt yvir Kósavirkinum, so setir nýggja fiskivinnan totalt bann fyri at nýggir útlendskir penga koma inn í føroysku fiskivinnuna.

                                                                                      
Vørn sigur í niðurstøðu síni, sum er dagfest tann 16. mars 2018:
 
.... lóg um fyrisiting av sjófeingi....herðir krøvini til útlendskan eigaraskap í feløgum, ið reka virksemi innan fiskivinnu. Tað eru einans persónar og feløg, ið eru heimahoyrandi í Føroyum og lúka treytirnar í §6,7 og 9, ið kunnu reka virksemi fiskivinnuni....
 
.... Tey feløg, ið eru í vinnni.... kunnu tó halda fram til 1. Januar 2024....
 
.....Um eigari, ið ikki er heimahoyrandi í Føroyum, skal selja síni partabrøv í skifistíðini so ásetir lógin greitt í §9 stk. 3, at tað einans eru persónar ella feløg heimahoyrandi í Føroyum, ið kunnu keypa hesi partabrøv......
 
.... Sostatt er tað av týdningi, at eingin partabrævasøla fer fram soleiði, at eigarar, ið ikki eru heimahoyrandi í Føroyum, fáa meiri ræði á ella avgerðarrætt í feløgum, ið reka virksemi innan fiskivinnu......
 
..... Víðari stendur: “Á henda hátt verður eingin nýggjur útlendskur eigarapartur í føroyskum fiskiførum frá tí degi, lógin kemur í gildi...” Sostatt er endamálið við ikki at loyva sølu av partabrøvum til persónar ella feløg, ið ikki eru heimahoyrandi í Føroyum, at eingir nýggir Januar 2018.
 
P/F Kósin hevur ætlanir um at fremja eina luvísa kapitalhækking, soleiðis, at útlendski partaeigarin hækkar sín kapital, men kemur framhaldandi at eiga sama lutfalsliga part í felagnum sum frammanundan. Tískil verður eingin broytin í ræðinum og avgerðarrættinum hjá útlendska eigaranum í felagnum. Tó so kemur útlendski eigarn at ogna sær nýggjar eigarapartar, við kapitalhækkingini.
 
Vørn metir, at endamálið við §9, stk 3 í lóg um fyrisiting av sjófeingi, er, at eingin nýggjur útlendskur eigarapartur skal verða í feløgunum, ið reka virksemi innan fiskivinnu eftir 1. Januar 2018. Tað er sostatt ikki einans, at ræði og avgerðarrætturin hjá útlendskum partaeigarum økist, ið er av týdningi, men eisini at tryggja, at eingin nýggjur útlendskur eigarapartur kemur inn í føroysku fiskvinnuna.....
 
 
Kært til Fiskimálaráðið
Sambært ætlaðu útbyggingini av Kósavirkinum (40 mió. Kr.)  skuldu bæði útlendsku og føroysku eigararnir seta meira pengar í P/F Kósini (10 mió. Kr.) og sambært upplýsingum frá advokatinum hjá P/F Kósini minkaði útlendski kaptalparturin í parta felagnum við (0,5%) eftir at kapitalhækkingin er gjørd.
 
P/F Kósin kærir avgerðina hjá VØRN til Fiskimálaráðið tann 19. Mars 2018 har hon hevur verið til viðgerar síðani.

Les niðurstøðu hjá Vørn og kæruna frá P/F Kósini til Fiskimálaráðið (PDF)
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kríggj í Klaksvík
Ongantíð at síggja tað góða ið sagt verð…
Blátt er gott hjá Kristian Joensen
Grindin býtt í Nes kommunu
Ørskapu­rin í føroyskum fiski­vinnu­politik…
Útbúgvið fleiri heilsurøktarar
Rentulækking í Norðoya Sparikassa
Betri Banki lækkar sethúsarentuna
KÍ uttan sín besta leikara næstu dystirn…
KÍ eigur 5 av 18 á U21 lands­liðnum
Myndir frá Kallsevna at síggja á Sjómann…
So eru "hongeil­ini" klár til Sjómannadag…
Gadus siglir heim
Broyting í skránni fyri túrarnar hjá Sil…
Myndarøð: Móttøka í Húsinum
Fiskaklettur rokfiskiskap
Í kvøld er STÓR fiski­kapping og STÓRT va…
Næstan útselt til steypafinaluna
Hann var uppgivin - tilbúgvingin gavst a…
Klaksvík 0 – Tórshavn 6